mikudagur 22. juni 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 116 - 22. juni 2005
UTTAN ÚR HEIMI
Aftur vrakaður
Enn eina ferð hava
demokratarnir í ameri-
kanska Senatinum forð-
að fyri, at John Bolton
verður tilnevndur ameri-
kanskur sendiharri í ST.
Mánakvøldið
at-
kvøddi Senatið fyri aðru
ferð um at góðkenna
Bolton sum ST-sendi-
harra. 54 senatorar at-
kvøddu fyri og 38 ímóti,
men tað var ikki nóg
mikið, tí góðkenningin
skal hava minst 60 at-
kvøður.
Tað var í mai, at
George W. Bush, forseti,
bað Senatið góðkenna
John Bolton sum sendi-
harra í ST, men teir
demokratisku senatorar-
nir hava gjørt alt fyri at
forða tilnevningini. Teir
hava við vitnisfrágreið-
ingum avdúkað, at Bol-
ton er yvirhøvur illa
lýddur ímillum starvs-
felagar, tí hann er alt ov
snarsintur og harafturat
einaráðandi av lyndi.
Millum annað tí er hann
ikki egnaður at umboða
USA í ST, siga demo-
kratarnir.
Bush heldur tvørtur-
ímóti, at hann er júst
tann rætti maðurin til at
fáa undirtøku fyri ameri-
konskum áhugamálum í
heimsfelagsskapinum.
Átak ímóti
mafiuni
Spanska løgreglan hevur
framt eitt stórt átak
ímóti teirri russisku
mafiuni, og higartil eru
28 fólk tikin ymsastaðni
í Spania. Ímillum tey
tiknu eru fleiri ríkis-
borgarar úr Russlandi,
Ukraina, Moldova og
Georgia, men nakrir
spaniumenn vórðui eis-
ini tiknir í sama við-
fangi.
Sponsku myndugleik-
arnir siga, at nógvir lim-
ir í russisku mafiuni
hava valt at búseta seg í
Spania, har fleiri teirra
hava fingið sær hús av tí
dýrasta slagnum við
Miðjarðarhavsstrondina.
Pengarnar fyri húsini
hava teir útvegað sær við
eitt nú smugling og burt-
urflytingum, og í sam-
bandi við átakið hevur
spanska løgreglan lagt
hald á 800 bankakontur
umdramt ein hóp av
listarverkum, gimstein-
um og øðrum virðislut-
um.
Umleið 400 løgreglu-
menn vóru við í átakin-
um, sum var í býunum
Barcelona,
Alicante,
Marbella, Fuengirola og
Torremolinos.
Fleiri doyggja
í ferðsluni
Kanningar hjá donsku
løgregluni vísa, at danir
koyra
ikki
skjótari,
sjálvt um politikararnir
hava sett hámarksferð-
ina á summum teinum
úr 110 upp í 130 kilo-
metrar um tíman.
Kortini vísa tey sein-
astu hagtølini, at fimm
teir fyrstu mánaðarnar í
ár doyðu 15 fólk í
ferðsluni á motorvegun-
um í Danmark, og tað er
eitt meiri enn í sama
tíðarskeiði í fjør. Í Dan-
mark sum heild doyðu
30 fólk í ferðsluni í mai
ímóti 40 í meðal sama
mánað
tey
seinastu
fimm árini.
Stjórin í Rådet for
Større Færdselssikker-
hed, René la Cour Sell,
sigur við Politiken, at út
frá hesum má roknast
við, at ferðslan á motor-
vegunum fer at krevja
væl fleiri mannalív í ár
enn í fjør.
Dugnaligir
leiðarar
BusinessWeek
hevur
gjørt eitt yvirlit yvir teir
mest dugnaligu vinnu-
lívsleiðararnar í Evropa.
Bara tveir norðurlend-
ingar eru ímillum tíggju
teir dugnaligastu. Annar
er aðalstjórin í norska
oljufelangum
Statoil,
Helge Lund, sum sam-
bært BusinessWeek er
tann næstdugnaligasti
vinnuívsmaðurin
í
Evropa. Hin er stjórin í
svensku bilaverksmiðj-
uni Volvo, Leif Johans-
son. Hann er nummar
sjey á listanum. Ímillum
teirra kappingarneytar
eru stjórarnir í kendum
fyritøkum so sum Good-
year, Continental og
Wolseley.
BusinessWeek sigur,
at felags fyri teir dugna-
ligastu stjórarnar er, at
teir eru bjartskygdir og
ótroyttiligir, og at teir
hugsa øðrvísi enn tað
gamla liðið av evrope-
iskum vinnulívsleiðar-
um.
Hóast fýra ár eru lið-
in, síðani ameri-
kanski herurin rak
Taliban frá valdinum
í Afghanistan, er
rørslan framvegis
virkin, og í seinastuni
er hon farin at gera
vart við seg
AFGHANISTAN
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Fyri nøkrum døgum síðani
skrivaði afghanska blaðið
Erada, at 300 afghanskir
stjórnarhermenn
vóru
rýmdir úr einari legu í
Kandahar. Teir vildu ikki
góðtaka umstøðurnar, sum
herleiðslan bjóðar herinum,
og harafturat vóru teir
troyttir av teimum áhald-
andi álopunum frá Taliban-
deildum.
Í síðsta mánað segði ein
týðandi Taliban-leiðari við
pakistanska sjónvarpið, at
Osama
bin
Laden
og
mullah Omar skipa fyri
mótstøðuni í Afghanistan,
og at málið er at reka
amerikanararnar og hinar
fremmandu hermenninar
av landinum. Næstan dag-
liga frættist frá álopum,
sum boða frá, at tann gamli
fíggindin er ikki niðurbard-
ur, men at hann tvørtur-
ímóti ger alt meiri og meiri
um seg, skrivar Reuter.
Tey flestu álopini hava
verið har eysturi í landinum
nærhendis
pakistanska
markinum, og í seinastuni
hava minst seks ameri-
kanskir hermenn latið lív í
Taliban-álopum har. Paki-
stonsku myndugleikarnir
hava sagt seg vera til reiðar
at forða Taliban at ferðast
um markið, men sambært
Reuter ferðast álopsmenn-
inir at kalla ótarnaðir um
markið.
Rýma úr herinum
Í seinastuni er Taliban
eisini farið at gera um seg í
sjálvum
høvuðsstaðnum
Kabul. Tann 30. mai brast
ein
bumba
uttan
fyri
NATO-høvuðsstøðina
í
býnum, og nakrar dagar
seinni doyðu seks fólk av
einari
aðrari
bumbu-
spreinging. Fleiri fólk eru
eisini burturflutt.
Afghanski forsetin, Ha-
mid Karzai, hevur sagt, at
stjórnarherurin skal berja
Taliban niður, men út-
lendsk tíðindafólk í land-
inum siga, at tað er so sum
so við stríðshuginum hjá
hermonnunum. Umstøður-
nar hjá stjórnarhermonnun-
um kunnu als ikki sam-
anberast við umstøðurnar
hjá amerikonsku og hinum
femmandu hermonnunum,
og harafturat fáa hermenn-
inar ikki løn rættstundis. Tí
rýma nógvir úr herinum, og
tað gevur Taliban uppaftur
rúmari ræsur, siga út-
lendsku tíðindafólkini.
Fyrrverandi blað-
stjórin á Newsweek
hevur skrivað bók um
Hillary Clinton. Men
bókin snýr seg eisini
um mann hennara, og
alt er ikki líka hug-
ligur lesnaður
BÓK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Í bókini, sum eitur "The
Truth about Hillary" (Sann-
leikin um Hillary) skrivar
Edward Klein ymsar søgur
um fyrrverandi forseta-
frúuna og mann hennara,
men fyribils hava teir flestu
amerikonsku fjølmiðlarnir
gjørt lítið burtur úr inni-
haldinum.
Kortini hava onkur bløð
valt at prenta partar av bók-
ini, og tey hava sum vera
man lagt seg eftir tí, sum
Edward Klein skrivar um
samlívið hjá fyrrverandi
forsetahjúnunum.
Ella
kanska rættari sagt tað, sum
hendir uttan fyri samlív
teirra. Millum annað verð-
ur nógv gjørt burturúr, at
Bill Clinton hevur sera gott
samband við eina fráskilda
kvinnu, og at ein bilur hjá
Secret Service, sum verjir
fyrrverandi forsetan, skal
hava staðið uttan fyri húsini
hjá kvinnuni minst eina-
ferð.
Politiskir eygleiðarar í
USA halda, at tann nýggja
bókin hevur til endamáls at
forða fyri, at Hillary Clin-
ton verður afturvald til
senator í New York í heyst,
og at hon skal gerast tann
fyrsta kvinnan í ameri-
kanska forsetaembætinum.
Meiningakanningar hava
víst, at meiri enn 50 prosent
av veljarunum ætla sær at
velja hana, um hon stillar
upp á forsetavalinum í
2008.
Teir politisku eygleiðar-
arnir vísa eisini á, at for-
lagið, sum hevur givið
bókina hjá Edward Klein
út, hevur gott samband við
tann
erkakonservativa
vongin í amerikonskum
politikki.
Taliban ger aftur
vart við seg
Nýggj bók um Clinton-hjúnini
Afghanskir løgreglumenn uttan fyri eina mosku í Kabul, sum bleiv álopin herfyri
Mynd: Reuters