Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 • mikudagur • 22. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Nú eru lýsingarorðini uppbrúkt Jarnbardur við kvinnum hevur longu syrgt fyri at gera seg sjálvan til mest upplagda evnið at verða kosin ársins bátur 6-MANNAFØR KVINNUR Jóannes Hansen Nær hevur Jarnbardur við kvinnumanning ikki vunnið. Spurningurin á Sundalagsstevnuni í Hósvík var upplagdur. Enn eina ferð megnaði FM vinnarin við fullum stiga- tali í fjør at koma einsa- mallur á mál. Startspurturin var ikki meiri enn liðugur, so var Jarnbardur eina bátslongd undan kappingarneytunum, og munurin var mesta partin av teininum størri enn so. Riddarin gjørdi eina góða roynd at bjóða av. Tær minkaðu um munin, so tað ikki var leyst fram til Jarnbard, men so spentu Knørra genturnar í aftur, og á málinum vóru tær tað mesta av tveimum báts- longdum fremstar. Næstu bátarnir komu á mál í júst somu røðini, sum teir gjørdu í Klaksvík. Lómur av Argjum var nummar trý. Hann var meiri enn eina hálva báts- longd aftanfyri Riddaran, og hann var leysur av Páll Fanga, sum í miðróðrinum hevði verið betri fyri, enn hann var, tá ið bátarnir komu á mál. Jarnbardur er so mikið sannførandi, at tað ikki ber til at leggja nýggj lýsingar- orð afturat. Í sambandi við royalu vitjanina hava tey í Knørrafelagnum pussað neystið upp, men leygar- dagin sást, at tað hevur ikki tikið orku og konsentratión frá kvinnumanningini. Og so var tað svarið upp á spurningin. Nær hevur Jarnbardur seinast luttikið og ikki vunnið. Tær vunnu allar róðrarnar í fjør. Í 2002 vunnu tær eisini allar róðr- arnar. Í 2003 var millumár hjá teimum. Fleiri vóru uttanlands, og tær róðu við ymiskum manningum. Tær dúvaðu upp á Ólavsøkuna. Hana vunnu tær, men tær vunnu eisini vestanstevnu- róðurin, sum tær ikki høvdu roknað við at vunn- ið. Á Varmakeldu 3. juli í 2003 var Jarnbardur ikki fyrstur á mál. Tað eru so- statt tvey ár síðani, at tær ikki vunnu. Higartil í ár hava kvinn- urnar umborð á Jarnbardi vunnið tvær ferðir. Einki hevur higartil bent á, at tær ikki skulu vinna tær fimm kappingarnar, sum eru eftir í hesum árinum og harvið at gerast besti kappróðrar- báturin í hesum árinum. Feløgini og Róðrar- sambandið ásanna, hvussu trupult tað er at fáa allar kapping- arnar frá hondini innanfyri rímuligan tíðarkarm, og nú verða fleiri róðrar fluttir framum for- mella startin KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er so stórur áhugi fyri at taka lut í kappróðrinum, at tað er vorðin stórur trup- ulleiki. Hetta hevði leygar- dagin við sær, at sera spennandi kappingin mill- um 10-mannaførini í Hós- vík ikki varð varpað bein- leiðis út í luftina. Kapp- róðrartíðin var so mikið long, at útvarpið sendi tíð- indi klokkan 18.30, meðan 10-mannaførini róðu. - Kappingin, sum tey flestu síggja sum tað mest spennandi, varð sett í skuggan av øllum hinum róðrunum og eisini teimum, sum ikki telja við í FM kappingini. Tað er ikki nøt- andi, heldur Hilmar Sam Lamhauge, sum er báts- formaður umborð á Eystur- oyinginum, sum vann framúr spennandi kapp- ingina við Nólsoyingin. Á heimasíðuni hjá Klaks- víkar Róðrarfelag, krf.fo, hevur síðani leygardagin verið kjak á høgum støði um kappróður og umstøð- urnar, sum gjørdu seg galdandi leygardagin. Stóri trupulleikin verður sagdur at vera, at tað tekur ov langa tíð at avgreiða róðrarnar. Millum uppskotini at loysa trupulleikan eru, at tað bara skal kappast á 1000 metr- um, og at allir róðrar, sum ikki hava við sjálva FM kappingina at gera, skulu avgreiðast áðrenn klokkan er trý. Formaðurin í Róðrar- sambandi Føroya, Hannis Joensen, hevur fylgt kjak- inum. Fyrrapartin í gjár segði hann, at nevndin í RSF fór at taka spurningin upp á nevndarfundinum í gjárkvøldið. RSF hevur nevndarfund hvørt týs- kvøld. - Vit hava positivar trup- ulleikar. Tá ið tað í 1973 varð farið undir FM kapp- róður eftir galdandi skipan, vóru tað bara fýra kapp- ingar. Síðani komu 6- mannaførini við monnum og kvinnum, og í ár hava vit býtt 5-mannaførini við kvinnum í tveir partar. Harafturat luttaka eini 130 børn í ár í barnaróðrinum, so tað kann ikki sigast annað, enn at kappróðurin hevur undanvind, staðfestir RSF formaðurin, og so heldur hann fram: - Vit hava sum frægast roynt at lagað karmarnar eftir broyttu umstøðunum, og vit fegnast um, at róðrarfeløgini eru so positiv. Uppskotið um at øll skulu rógva á 1000 metrum hava vit loddað dýpið fyri millum feløgini, men tey vóru ikki sinnað fyri hesum. Eg vænti, at vit á Jóansøku fara at flyta so nógvar róðrar sum møguligt fram um klokkan trý. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tí Smyril verður ikki har suðuri fyrrenn í døgurðatímanum, staðfestir Hannis Joensen. RSF hevur bara gott at siga um fyrireikingarnar hjá hósvíkingum, og tað hevði einki við fasta startin at gera, at tað tók so langa tíð at avgreiða róðrarnar: - Trupulleikin var eitt nú, at eitt æl og frískt lot var, tá ið ein barnaróður skuldi startast. Tað tók ov langa tíð, og so sigur tað seg sjálvt, at tað fór við eitt sindur av tíð, tá ið tveir tjóðstartar vóru í kapp- ingini millum 8-mannafør. Hannis Joensen sigur, at RSF hevur ongar ætlanir um at herða reglurnar viðvíkjandi tjóðstarti. Har eru reglurnar, sum verða nýttar í Føroyum tær somu, sum eru galdandi í altjóða kappingum. - Vit fegnast um stóra áhugan, og vit eru opnir fyri at justera har, sum tað ber til. Eg eri samdur við teimum, sum siga, at spurningar hesum viðvíkj- andi skulu viðgerast í øðr- um forum enn á ársaðal- fundinum. Í fótbóltinum hava tey eftirmetingarfund um heystið, og tað kann gott vera, at tað eisini verð- ur soleiðis hjá okkum. Vit hava eisini hugsað um at vitja feløgini kring landið. Undir prátinum við RSF formannin er semja um, at tá ið kappróður verður sammettur við aðrar ítrótt- argreinar, so er tað ofta so- leiðis, sum tá ið umstøður og trupulleikar hjá violin- spælarum verða sammettar við tær hjá klaverspælar- um, og tað er ikki einki um hetta. Kappróðurin er um at drukna í undanvindi, men tað er gott, at bæði feløgini og sambandið eru sinnað at arbeiða við hes- um. - Tað skal vera pláss fyri øllum, og so er spurning- urin, hvussu vit fáa tað at ganga upp. Í t. d. fótbólti vera yngru deildirnar av- greiddar aðrar tíðir, enn tá ið tey vaksnu kappast. Tað ber illa til hjá okkum. Á Jóansøku fara teir at nýta báðar teir føstu startirnar, sum RSF eigur. Vit kunnu einki gera við veður og vind, men eg eri sannførd- ur um, at lokalu fyrireik- ararnir og Róðrarsamband- ið fara at leggja alla orku í fyri at fáa tað at ganga so smidliga, sum tað á nakran hátt ber til, heldur Hannis Joensen. Kappróðurin um at drukna í stórum áhuga