mikudagur 22. juni 2005síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 116 - 22. juni 2005
Tað hevur ikki bilað
hjá Eysturoyingi,
hóast mesta venjingin
higartil hevur verið á
maskinum og vektum
- á Glyvrum, í Dan-
mark og í Fraklandi!
EYSTUROYINGUR
Jóannes Hansen
Fyri kappingina og spenn-
ingin var tað ógvuliga
kærkomið, at tað eydnaðist.
Í vár ljóðaði tað, at Eystur-
oyingur ikki fór at verða
flotaður í ár. Teir, sum síð-
ani 1998 hava verið bulurin
umborð, ætlaðu sær at
gevast, og næsta ættarliðið
himpraðist eitt sindur at
fara umborð á 10-manna-
farið.
- Vit vóru fleiri, sum
høvdu gjørt upp við okkum
sjálvar, at nú vóru vit givn-
ir. Men tað varð hildið at
vera ógvuliga óheppið, at
báturin ikki varð mannaður.
So vit gjørdu av at taka eitt
tørn afturat, men tað gekk
eitt sindur striltið at manna
bátin. Tað var gott, at tað
eydnaðist at fáa tríggjar
nýggjar menn umborð, og
so hevur tað víst seg, at
eksperimentið við tveimum
uttanlands rógvarum hevur
eydnast, sigur Hilmar Sam
Lamhauge, bátsformaður
umborð á Eysturoyingi.
At áhugin fyri kappróðri
og Róðrarfelagnum NSÍ
framvegis er stórur var sjón
fyri søgn leygardagin. Væl
av fólki var í neystinum á
støðni á Glyvrum og fagn-
aði vinnarabátinum. Tey
fingu suppu, og so gekk
róðrarprátið væl og leingi.
Teir, sum manna Eystur-
oying, eru Sámal Hansen,
bátasmiðurin, sum stýrir.
Hinir eru frameftir Tór-
oddur Vang, Bogi Olsen,
Jónleif Danielsen, sum er
nýggjur umborð, Rógvi
Poulsen, Gudmund Daniel-
sen, sum er beiggi Jónleif
og eisini er nýggjur um-
borð, Himar Sam Lam-
hauge, Eyðfinnur Bjarna-
stein, sum er nýggjur
umborð, Lars Abrahamsen
og so teir báðir á toftini,
sum eru royndir rógvarar,
men sum higartil í ár hava
verið í støðu, sum neyvan
áður er roynd í føroyskum
kappróðri.
Talan er um Jón Rosen-
blad og Ludvík Justinussen.
Jón var nógv umrøddur í
vetur, tá ið hann luttók í
DM í maskinrógving og
seinni, tá ið hann vann FM
í somu kapping. Hann hev-
ur áður róð við Eysturoy-
ingi og eisini Havnarbát-
inum.
Ludvík hevur í fleiri ár
verið fastur fúsur umborð á
Eysturoyingi. Nú býr hann í
eitt tíðarskeið í Fraklandi,
men hann rør við Eysturoy-
ingi!
Í stevnuteitinum á Skála-
fjarðarstevnuni varð gjørt
burturúr sjáldsomu støðuni.
Tað varð kikað eftir róðrar-
bátinum, og hóast teir bara
sóu átta rógva og teir ivað-
ust eina løtu, so varð stað-
fest, at talan var um Eystur-
oying. Men teir saknaðu
Jón tann níggjunda og
Ludvík tann tíggjunda!
- Tað er nakað um hatta.
Mesta venjingin hevur hig-
artil gingið fyri seg á
maskinum og við vektum.
Vit hava vant fimm ferðir
um vikuna. Tríggjar ferðir
hava vit vant í neystinum,
og tvær ferðir hava vit verið
í bátinum. Tað hava vit
verið hóskvøld og fríggja-
kvøld. Tá hava teir báðir
útisetarnir verið saman við
okkum, sigur Hilmar Sam
Lamhauge.
Tað vil við øðrum orðum
siga, at Jón og Ludvík
komu heim hósdagin undan
Norðoyastevnuni, og so
fóru teir av aftur landinum
dagin eftir kappróðurin.
Hilmar Sam Lamhauge
undirstrikar, at hetta hevur
bara borið til, tí umstøður-
nar í neystinum á Glyvrum
eru so góðar.
- Men nú ber okkum til at
venja undir meiri vanligum
umstøðum. Teir báðir, Jón
og Ludvík, komu heim hós-
dagin í síðstu viku.Nú eru
teir komnir heim í summar-
frí, og teir fara ikki av
landinum aftur fyrrenn eftir
Ólavsøku.
Ludvík og Jón hava verið flúgvandi
Tveir av monnunum á Eysturoyingi venja í ávíkavist Danmark og Fraklandi. Á stevnuteitinum fingu teir nøvnini, Jón tann níggjuni og Ludvík tann tíggjundi
Mynd: Álvur Haraldsen