mikudagur 22. juni 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 116 - 22. juni 2005
29
Royndirnar siga, at
um tað skal eydnast
hjá Nólsoyingi at
vinna, so er neyðugt
hjá teimum at seta
seysturoyingar upp á
pláss í miðróðrinum
10 MANNAFØR
Jóannes Hansen
Teir kenna hvønn annan út
og inn. Tað gera teir, tí
nógvir teirra síðani í 1998
hava kappast ímóti hvørj-
um øðrum. Tað eru mann-
ingarnar á Nólsoyingi og
Eysturoyingi, sum tað snýr
seg um. Í tveimum teimum
fyrstu FM kappingunum í
ár hevur tað bara verið ein
spurningur um, hvør teirra
fer at vinna.
Í Klaksvík vann Nólsoy-
ingur. Eftir 1500 metra
kapping var hann 14/25
sekund ella eitt stórt hálvt
sekund undan Eysturoy-
ingi. Í Hósvík vann Eystur-
oyingur. Eftir 2000 metra
kapping var hann 5/25 ella
ein fimting! av einum sek-
undi undan Nólsoyingi.
Marginalirnir eru so mik-
ið smáir, at tað er einki at
tosa um. Eygað sigur, at
bátarnir fara stavn um stavn
um málið. Nú eigur Róðr-
arsambandið talgilda tól at
taka bestikk at støðuni við.
Tí ber til við hundrað pro-
sent vissu at staðfesta, at
støðan á málinum var, sum
hon omanfyri er søgd at
vera.
Nólsoyingur framm-
anfyri á 1600 metrum
Í kappróðri snýr tað seg
um, hvør kemur fyrstur á
mál. Ikki um hvør longt er
fremstur. Um tað hevði ver-
ið galdandi, so høvdu nóls-
oyingar vunnið. Eystur-
oyingur fekk betri start enn
Nólsoyingur. Eysturoyingar
vóru fremstir fyrstu 400
metrarnar. So tók Nólsoy-
ingur teir, og svarti báturin
var undan tí gula inntil tað
restaðu eini tíggju tøk. Tá
stóð stavn um stavn, og á
málinum var Eysturoyingur
frammanfyri.
Ofta hava teir seinastu
sjey árini ligið borð um
borð. Teir vita, hvat skal til,
og teir geva seg fult út og
eitt sindur meiri enn tað.
Royndirnar siga teimum,
hvussu tað lagar seg.
- Nólsoyingur hevur sera
góðan miðróður. Tá eru teir
oftast stinnari enn vit. So-
leiðis var tað eisini hesa
ferð. Vit lógu so tætt undir
liðini á hvørjum øðrum, at
vit sóu teir fara eitt sindur
framum okkum. Fyri okk-
um hevði tað leygardagin,
sum tað altíð hevur tað,
sera stóran týdning, at vit
ikki mistu teir úr eygna-
krókunum. Á Norðoya-
stevnu vísti tað seg, sum
tað so mangan áður hevur
gjørt tað, at endaspurturin
hjá okkum roynist betri,
enn hann ger hjá teimum.
Ta ferðina vóru vit akkurát
ov stuttir. Hesa ferð eydn-
aðist tað, og tað hevur
ógvuliga stóran týdning
fyri FM kappingina.
Tað er ein av royndu
monnunum umborð á Eyst-
uroyingi, bátsformaðurin
Hilmar Sam Lamhauge,
sum greiðir okkum frá
róðrinum. Tølini í teimum
báðu fyrstu FM kapping-
unum siga, at nógv skal
venda upp, sum nú vendir
niður, um tað ikki bara
verður kapping millum
Eysturoyingin og Nólsoy-
ingin um FM. Á Norðoya-
stevnu var frástøðan aftur
til teir næstu seks sekund.
Leygardagin var hon sjey
sekund ella meiri enn tvær
bátslongdir.
Men er tað ikki mest sum
ov vandamikið hjá tykkum
at bíða so leingi, at tað ikki
er fyrrenn á sjálvari mál-
strikuni, at tit taka Nólsoy-
ingin?
- Soleiðis ber ikki til at
seta tað upp. Allir umborð á
báðum bátunum geva alt,
sum teir hava í sær. Um tú
vendi tí hin vegin og spurdi
nólsoyingar, hví teir ikki
fóru eitt vet longri frá okk-
um, áðrenn farið varð undir
endaspurtin, so ivist eg ikki
í, at teir høvdu svarað júst
tað sama. Vit royndu tvær
ella tríggjar ferðir at taka
teir, men teir megnaðu at
svara aftur. Tá kennist tað
tungt, men vit løgdu á aftur
eina ferð afturat. Tá ið vit
vóru komnir á mál, rokn-
aðu vit ikki við, at tað hevði
eydnast hjá okkum at
vinna. Tú kanst ætla, at tað
smakkaði væl at fáa góðu
tíðindini, og nú er FM
kappingin púra opin. Um
teir aftur høvdu havt vunn-
ið hesa ferð, so hevði tað
kenst tungt hjá okkum at
roynt at drigið fýra stig inn
á teir, staðfestir Hilmar
Sam Lamhauge.
Bara tveir
stuttir teinar
Eftir róðurin í Hósvík er
javnt í stigum millum Nóls-
oyingin og Eysturoyingin.
Báðir hava tólv stig. Hoy-
víkingur er næstur teimum.
Hann hevur átta stig. Á
Norðoyastevnu var Hoy-
víkingur eina bátslongd
undan Vágbingi. Í Hósvík
var Havnarbáturin næstur
aftaná Hoyvíkingi. Fjar-
støðan teirra millum var
bara eitt stórt sekund ella
skuturin, og frá Havnarbát-
inum og aftur til Vágbing-
in, sum higartil ikki hevur
livað upp til tað, sum fleiri
høvdu roknað við, var bara
3/25 av einum sekundi.
Við allari virðing fyri
teimum næstu, so hava teir
báðir fyrstu róðrarnir víst,
at FM kappingin er millum
Eysturoying og Nólsoying.
Tá ið mett verður um vánir-
nar, verður ofta mett út frá,
hvørjum teinum tað skal
kappast á.
Í Klaksvík var teinurin
1500 metrar. Í Hósvík var
hann 2000 metrar, og tað
verður hann eisini trý tey
næstu vikuskiftini - á
Trongisvágsfirði, á Fugla-
firði og á Skála. So verður
kappast á væl styttri teinum
í Miðvági og á Ólavsøku.
Onkur ár eru fleiri róðrar á
styttru teinunum. At tað í ár
bara verða tveir róðrar á
stuttum teini, kann fara at
vísa seg at fáa stóran týdn-
ing, og tað er sjálvandi
møguleiki fyri, at onkur,
sum higartil ikki hevur
verið við í FM kappingini,
fer at fáa fleiri stig. Men
fyribils hugsa teir um borð
á 10-mannaførunum um
Jóansøkuna á Tvøroyri.
Úrslit, 10-mannafør
1 Eysturoyingur
09:06.01
2 Nólsoyingurin
09:06.06
3 Hoyvíkingur
09:13.04
4 Havnarbáturin
09:14.12
5 Vágbingur
09:14.15
6 Skálabáturin
09:23.22
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig
Eystanstevna
1 Ritan
11
7
2 Sílið
11
4
3 Fípan Fagra
10
5
4 Drekin
6
3
5 Blikur
4
2
6 Tjaldrið
2
1
6-mannafør, kvinnur
1 Jarnbardur
14
7
2 Riddarin
10
5
3 Lómur
8
4
4 Páll Fangi
6
3
5 Sølmundnur
4
2
6 Gongurólvur
2
1
5-mannafør, gentur
1 Drekin
12
7
2 Blikur
10
3
3 Tjaldrið
9
5
4 Tekla
7
4
5 Erla Kongsdóttir
2
0
5-mannafør, kvinnur
1 Sílið
14
7
2 Blikur
9
4
3 Drekin
7
5
4 Fípan Fagra
6
2
5 Firvaldur
4
3
6 Frúgvin
4
1
6-mannafør, menn
1 Gongurólvur
14
7
2 Jarnbardur
10
5
3 Sundabáturin
6
3
4 Strálan
5
1
5 Sølmundur
4
4
6 Páll Fangi
2
2
7 Lómur
2
0
8 Víkingur
1
0
8-mannafør
1 Nevið Reyða
14
7
2 Kvívíkingur
10
5
3 Argjabáturin
8
4
4 Ørvur
6
3
5 Árnfirðingur
4
2
6 Miðvingur
2
1
10-mannafør
1 Nólsoyingurin
12
7
2 Eysturoyingur
12
5
3 Hoyvíkingur
8
4
4 Vágbingur
5
3
5 Havnarbáturin
5
2
6 Skálabáturin
2
1
Leingi bendi alt á, at Nólsoyingar skuldu vinna annan róðurin á rað, men við einum framúr endaspurti eydnaðist kortini
eysturoyingum at taka teir
Mynd: Álvur Haraldsen
Eysturoyingur eigur endaspurtin