mikudagur 22. juni 2005síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 116 - 22. juni 2005
Sølmundur, sum á
Norðoyastevnu var á
bronsuplássi, hekk
fastur í startinum, og
so duttu teir heilt
burtur ímillum
6-MANNAFØR MENN
Jóannes Hansen
Tað er eingin loyna. Bæði í
Havnar Róðrarfelag og í
Róðrarfelagnum NSÍ fylgja
teir serliga væl við í,
hvussu tað hilnast hjá 6-
mannaførunum hjá feløg-
unum báðum. Orsøkin er so
líka til. Í báðum feløgunum
verður vónað og roknað
við, at teir, sum í ár manna
ávikavíst Gongurólv og
Sølmund, kanska longu
næsta ár fara at vera við til
at manna 10-mannaførini
hjá feløgunum.
Higartil hevur tað hilnast
heilt væl hjá Gongurólvi.
Teir vunnu sannførandi í
Klaksvík, har teir vóru
meiri enn leysir av Jarn-
bardi, sum vann næst-
fremsta plássið í harðari
kapping við Sølmund.
Í Hósvík var Gongu-
rólvur aftur fremstur. Hesa
ferð var munurin aftur til
Jarnbard heilt lítil. Gongu-
rólvur var fremstur allan
teinin. Jarnbardur fekk
einki serligan start. Men so
gekk væl hjá teimum. Teir
syftu fleiri á vegnum, og í
endaspurtinum bjóðaðu teir
orduliga av. Á málinum
vóru teir bara skutin aftan-
fyri Gongurólv.
Hjá teimum umborð á
Sølmundi royndist tað ikki
so væl í Hósvík. Tað var
ikki tí, at teir vóru verri
rógvarar, enn teir vóru
fjúrtan dagar framman-
undan. Heldur var tað tí, at
teir høvdu trupulleikar at
sleppa leysir av fasta
startinum. Tað kom dátt við
hjá teimum. Teir høvdu
roynd fasta startin tvær
ferðir, meðan teir høvdu
hitað upp.
Tá ið bátarnir vórðu
lagdir, fingu teir boð um at
taka í annan krók, enn teir
høvdu roynt og sum teir á
dráttinum høvdu fingið boð
um. Tá miseydnaðist tað.
Einki var at siga til, at teir
umborð á Sølmundi vóru í
kolkjallaranum.
Men
kanska tað birtir uppaftur
meiri uppundir, so teir
leygardagin á Jóansøku
fara at geva Gongurólvi og
Jarnbardi ein skarpan gang.
Úrslit, 6-mannafør menn
1 Gongurólvur
07:19.03
2 Jarnbardur
07:19.24
3 Strálan
07:23.07
4 Sundabáturin 07:23.20
5 Lómur
07:26.23
6 Víkingur
07:27.21
7 Páll Fangi
07:28.14
8 Stjørnan
07:31.04
9 Hósvíkingur
07:35.01
10 Sølmundur
07:36.12
11 Kollfriðingur 07:42.05
12 Fuglfirðingur 07:48.18
Gongurólvur og Jarnbardur í harðari kapping
Gongurálvur var aftur
fremstur, men hesaferð var
kappingin frá Jarnbardi sera
hørð
Mynd: Álvur Haraldsen
Góðkenning av
áskoðarum
OYGGJALEIKIR
tíðindaskriv
Nú ber til at skráseta seg
sum áskoðara til leikir-
nar í Hetlandi.
Fyrimunirnir við at
lata seg skráseta eru
m.a., ókeyppis flutning-
ur við serligu flutnings-
tænastuni hjá leikunum
og ein prentað skrá fyri
leikirnar.
Samstundis
ber til at søkja um at-
gongumerki til svimjing
og fimleik, ið eru ein-
astu
ítróttagreinarnar
aftrat setanini, ið krevja
atgongumerki.
Kostnaðurin fyri skrá-
setingina er £25 fyri
vaksin og £15 fyri børn.
Við at seta seg í sam-
band við Oyggjaleika-
nevndina fæst nærri
vegleiðing um, hvussu
tekningarskjal
verður
útfylt.
Fleiri manningar
lupu avstað, áðrenn
startskotið hoyrdist,
men at enda lagaði
tað seg á sama hátt,
sum tað gjørdi í fyrsta
róðrinum
8-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Tað tørnaði soleiðis út, sum
tað gjørdi í róðrinum á
Norðoyastevnu.
Nevið
Reyða úr Klaksvík kom
fyrstur um málstrikuna, og
kappingin frá Kvívíkingi
var ógvuliga hørð. Tá ið
bátarnir fóru um málið, var
skuturin á muni. Tað var
hann eisini í Klaksvík.
Kvívíkingur legði bragd-
liga fyri. Hann var leingi
eitt sindur frammanfyri
Nevið Reyða. Klaksvík-
ingar royndu at svara aftur.
Teir vunnu eitt sindur inn á
fremsta bátin. So dragnaði
aftur, men tá ið farið varð
undir endaspurtin, hevði
Nevið Reyða vunnið seg
fram í oddin, og so vóru tað
teir, sum stýrdu kappingini.
-Vit kendu, at vit høvdu
tak
á
tí.
Kvívíkingur
royndi, og hann bjóðaði
orduliga av, men vit høvdu
yvirskotið, sum var neyð-
ugt, staðfestu teir umborð á
Nevinum Reyða.
Meistararnir av Argjum
endaðu aftur hesa ferð á
triðja plássinum. Teir vóru
eina bátslongd aftanfyri
Kvívíking, og teir vóru gott
og væl leysir av Ørvi.
Starturin hevur nógv at
siga. At fáa serliga góðan
start kundi vera heilivág-
urin, sum skuldi nýtast fyri
at fáa betri endastøðu, enn
tað eydnaðist at fáa í Klaks-
vík. Tað tóktist at vera hug-
burðurin hjá fleiri mann-
ingum í Hósvík. Tvær
ferðir var neyðugt at starta
umaftur, tí bátar høvdu
tjóvstartað. Hesin veruleik-
in bar við sær, at tað í Hós-
vík og eisini síðani hevur
verið tosað um, at sektar
reglurnar áttu at verið
herdar, so tað slapast undan
tjóvstartum av tí slagnum,
sum vóru at síggja í kapp-
ingini millum 8-manna-
førini. Teir vóru døkkir
blettir í annars fínari kapp-
ing.
Tjóvstartirnir vóru døkki bletturin
Við olympiska meistaranum umborð tykist
Nevið Reyða veruliga hava sett seg á
áttamannafarsróðurin í ár
Mynd: Álvur Haraldsen
Úrslit, 8-mannafør
1 Nevið Reyða . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
06:58.07
2 Kvívíkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1G
06:59.10
3 Argjabáturin . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1G
07:03.15
4 Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .1G
07:08.08
5 Árnfirðingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07:19.17
6 Miðvingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07:19.22
7 Knørrur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
07:34.05