Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. juni 2005síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 116 - 22. juni 2005 31 Havnar Róðrarfelag vann tvær kappingar millum 5-mannafør, og Argja Róðrarfelag, sum í fjør stóð seg ógvuliga væl, vann fyri fyrstu ferð í ár 5-MANNAFØR Jóannes Hansen Tað er í høvuðsstaðnum, at áhugin fyri kappróðri er størstur. Í hvussu so er um roknað verður út frá áhuganum at taka lut. Leygardagin vóru tað bátar, sum venja á Havnar- vág, sum vunnu allar kappingarnar í 5-mannafør- um. Sílið, sum vann í Klaksvík, endurvann sigur- in í kappingini millum 5- mannafør við kvinnum. Á Norðoyastevnu var Drekin nummar tvey og Blikur nummar trý. Hesa ferð var Blikur nummar tvey, með- an Fípan Fagra og Frúgvin fóru framum Drekan. Í Klaksvík var Sílið tvær bátslongdir frammanfyri Drekan. Hesa ferð var Sílið eina bátslongd framman- fyri Blik. Genturnar umborð á Bliki kiksaðu á Norðoya- stevnu. Tær endaðu á fjórða plássinum og vórðu næsta- ftastar. Ta ferðina vann Drekin, og Tjaldrið var næstfremst. Hesa ferð gekk øðrvísi. Blikur var nógv fyrstur á mál. Tær vóru hálva aðru bátslongd frammanfyri Drekan. Í fjør vann Argja Róðrarfelag tríggjar av seks FM kappingum. Sigurin hjá Blika gentunum í Hósvík var tann fyrsti hjá felagnum í ár. - Vit hingu fastar í start- inum í Klaksvík. Tí gekst tað minni væl hjá okkum ta ferðina. Hesa ferð komu vit væl frá startinum, og so royndist tað væl betri, stað- festu fegnu Blika gentur- nar. Í kappingini millum 5- mannaførini við dreingjum er spenningurin so stórur, sum tað ber til at vera. Ritan vann í Klaksvik. Sílið vann í Hósvík. Í báðum kappingunum var Fípan Fagra í Klaksvík næst- fremst. Sigurin hjá Sílinum á Fípuni Føgru var meiri sannførandi enn sigurin hjá Rituni var á Norðoya- stevnu. Men tað eru so smáir marginalir, sum talan er um, at alt er púra opið. Úrslitini 5-mannafør, dreingir 1 Sílið 04:57.07 2 Fípan Fagra 04:58.18 3 Ritan 05:00.04 4 Drekin 05:02.04 5 Blikur 05:05.23 6 Tjaldrið 05:06.11 7 Tekla 05:12.09 8 Dúgvan 05:28.07 ‘ 5-mannafør, gentir 1 Blikur 05:20.03 2 Drekin 05:25.07 3 Tjaldrið 05:30.01 4 Tekla 05:33.21 5 Erla Kongsdóttir 05:54.11 5-mannafør, kvinnur 1 Sílið 05:14.08 2 Blikur 05:17.22 3 Fípan Fagra 05:19.15 4 Frúgvin 05:19.22 5 Drekin 05:20.13 6 Firvaldur 05:20.17 7 Royndin Fríða 05:23.16 8 Junkarin 05:28.09 9 Ritan 05:28.13 10 Ørnin 05:29.12 11 Falkur 05:40.02 Høvuðsstaðurin eigur ungdómin Eisini í dreingjaróðrinum var bátur úr høvuðsstaðnum fremst. Men her var kappingin frá Fípuni Føgru sera hørð, áðrenn teir á Sílinum høvdu vissað sær sigurin Mynd: Álvur Haraldsen Hjá gentumanningunum vóru fimm bátar tilmeldaðir hesaferð. Blikur vann ein tryggan sigur Mynd: Álvur Haraldsen Sílið var nógv tann fremsti báturin hjá eldru gentubátunum. Hálvt fjórða sekund undan Bliki á øðrum plássinum Mynd: Álvur Haraldsen