týsdagur 19. september 2000síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN
Tollfrí søla á flogvøllinum
í Vágum hevur við sær
størri umsetning og nýggj
arbeiðspláss.
Hetta heldur Jákup Sverri
Kass, tingmaður fyri Sjálv-
stýrisflokkin, sum á ting-
fundinum í dag fer at seta
Bjarna Djurholm, landsstýr-
ismanni í vinnumálum, og
Karsten Hansen, landsstýr-
ismanni í fíggjarmálum,
fyrispurning um útlitini fyri
tollfríari sølu á flogvøllin-
um.
Jákup Sverri Kass vísir á,
at sølan av tollfríum vørum
hjá londunum uttan fyri ES
er vaksin munandi síðani
londini innan ES fyri skjótt
tveimum árum síðani góv-
ust at selja tollfríar vørur.
Sum dømi nevnir hann, at
umsetningurin av tollfríum
vørum á flogvøllinum í
Noreg, sum er uttan fyri ES,
er fleirfaldaður, somuleiðis
sum fleiri arbeiðspláss eru
komin á staðnum.
Má byggjast út
Jákup Sverri Kass ásannar,
at flogvøllurin í Vágum má
byggjast út, skal tað bera til
at hava tollfría sølu. Tí spyr
hann landsstýrismannin í
Vinnumálum, um tað verð-
ur arbeitt við uppfylla fys-
isku karmarnar og nær tað
kann væntast, at høli eru
klár.
Harafturar spyr Jákup
Sverri Kass Bjarna Djur-
holm, hvørjar arbeiðsmakn-
aðarligar vansar og fyri-
munir landstýrismaðurin í
vinnumálum sær í, at farið
verður undir eina tílíka sølu.
Til seinast vil Jákup
Sverri Kass hava at vita, um
fullveldissamráðingarnar
eru nøkur forðing fyri, at
farast kann undir at selja
tollfríar vørur á flogvøllin-
um.
Má broyta tollógina
Tingmaðurin hjá Sjálvstýr-
isflokkinum stílar eisini
tríggjar spurningar um sama
mál til landsstýrismannin í
Fíggjarmálum,
Karsten
Hansen.
Jákup Sverri Kass vil
hava at vita frá landsstýris-
manninum í fíggjarmálum,
um arbeitt verður við at til-
laga tolllógina soleiðis, at
fólk kunnu keypa tollfríar
vørur á flogvøllinum. Har-
afturat vil tingmaðurin hava
at vita, nær hesir karmar
verða til staðar.
At enda spyr Jákup Sverri
Kass landsstýrismannin í
fíggjarmálum,
hvørjar
landsbúskaparligar vansar
og fyrimunir hann sær í, at
farið verður undir tollfría
sølu í Vágum.
Jákup Sverri Kass roknar
við, at tollfrí søla á flogvøll-
inum í Vágum fer at hava
við sær, at sølan umborð á
flogførunum minkar.
Men hetta, heldur hann,
verður uppvigað av, at fólk
fara at leggja meira pening
eftir sær á flogvøllinum
Vil hava
tollfría sølu
í Vágum
Jákup Sverri Kass, tingmaður, fer á
tingfundinum í dag at seta landsstýris-
monnunum í vinnumálum og í fíggjar-
málum fyrispurningar um tollfría sølu
í Vágum
Jákup Sverri Kass heldur, at tollfrí søla
á flogvøllinum í Vágum kann skapa
grundarlag fyri fleiri arbeiðsplássum
Fyrsti tingfundur
uttan fyri tinghúsið
JOHN JOHANNESSEN
Í dag er tingfundur, men
tinghúsið verður tómt.
Síðani tinghúsið var lið-
ugt bygt í 1856 eru allir
tingfundir hildnir har. Ting-
fundurin í dag verður har-
afturímóti hildin í útvarps-
høllini.
Orsøkin tilhetta er, at
tinghúsið í løtuni verður
bygt um í so stóran mun, at
tað ikki ber til at halda ting-
fundir har, meðan umbygg-
ingin fer fram.
Í 1907 varð tinghúsið eis-
ini bygt um. Tá bar heldur
ikki til at halda tingfund í
tinghúsinum.
Avleiðingin av hesum
var, at eingin tingfundur
varð hidin frá september
mánaði í 1906 til á ólavsøku
í 1907. Tá tók nevniliga
einki átrokandi mál seg upp,
ið gjørdi, at tað var neyðugt
at halda tingfund meðan
húsið varð bygt um.
Í 1977 varð tinghúsið
aftur bygt um, og tá varð
eingin tingfundur hildin frá
hálvum september til hálv-
an desember.
Eykajáttanin má
góðkennast
Orsøkin til, at tingið kemur
saman í útvarpshøllini í dag
er, at tað er neyðugt at fáa
samtykta eina eykajáttanar-
lóg fyri september.
Nýggja játtanarskipanin,
sum kom í gildi við seinastu
fíggjarlóg, krevur nevniliga,
at óvæntar lógarbundnar út-
reiðslur fáa eykajáttan í
tinginum, áðrenn tær verða
goldnar.
Tingfundurin í útvarpshøllini í dag verður tann fyrsti, sum er hildin uttan fyri
tinghúsið, síðani tað varð bygt í 1856
Almanna- og Heilsu-
málastýrið krevur 40 milli-
ónir eyka til lógarbundnar
útreiðslur, og tí fer Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
fíggjarmálum í dag at leggja
fyri tingið eitt eykajáttanar-
uppskot fyri september.
Eykajáttanaruppskotið hjá
landsstýrismanninum
í
fíggjarmálum ljóðar tó á
heilar 50 milliónir krónur.
Orsøkin til hetta er, at mill-
um annað Strandfaraskip
Landsins hava fingið óvænt-
aðar útreiðslur.
Müllers pakkhús var
tingsalur
Tá løgtingið varð endurreist
í 1852, varð tingið tey fyrstu
árini hildið í gomlu tings-
tovuni í Gongini, sum varð
bygd í 1692, og sum hevði
hýst tinginum, til løgtingið
varð niðurlagt í 1816.
Longu í fyrstu tingsetuni
samtykti tingið at byggja
nýtt tinghús í Húsabøi, og
her stendur tinghúsið enn.
Húsið, ið var liðugt í 1856,
varð bygt úr timbri og
hevði flagtak.
Húsini í Gongini vórðu
seld til H. C. Müller,
sýslumann, og var har nú
norðasti endi av Müllers
húsi er, har Landsbanki
Føroya nú heldur til.
Fýra mál
Fyri tingfundin, sum verður
settur klokkan hálvgum
tvey í dag, eru fýra mál á
skránni. Tríggir fyrispurn-
ingar verða svaraðir, og síð-
ani er framløga á skránni.
Tá verður eykajáttanarupp-
skotið lagt fram.
Fyrsti fyrispurningurin,
ið verður svaraður, er ein
fyrispurningur frá Mamy
Dahl Sørensen, sum hevur
verið eykafólk á tingi fyri
Javnaðarflokkin.
Fyri-
spurningurin snýr seg um
samferðsluviðurskiftini í
Kalsoynni og er stílaður til
Finnboga Arge, sum var
landsstýrismaður í vinnu –
og samferðslumálum, tá
fyrispurningurin varð settur.
Tað verður kortini nýggi
landsstýrismaður við hesum
málsøkjum, Bjarni Djur-
holm, ið fer at svara fyri-
spurninginum.
Næsta fyrispurningunum
skal Anfinn Kallsberg, løg-
maður, svara. Talan er um
ein fyrispurning, sum Lis-
beth. L. Petersen, ting-
kvinna, hevur sett honum
um setan av nevnd til at
leggja til rættis tiltøk fyri at
økja lut kvinnunar í polit-
isku støðutakanini.
Triðji fyrispurningurin er,
eins og tann fyrsti, stílaður
til Finnboga Arge. Talan er
um fyrispurning frá Flemm-
ingi Mikkelsen um vega-
gerðina millum Øravík og
Hov og nýggja samferðslu-
havn í Suðuroynni.
Hesum fyrispurnigi fer
Bjarni Djurholm, landsstýr-
ismaður, at svara.
Tingfundurin í dag verður
helst ikki tann seinasti, ið
verður hildin í útvarpshøll-
ini. Tað er nevniliga umráð-
andi at fáa samtykt eyka-
játtanaruppskotið fyri sept-
ember. Tí kemur tingið helst
skjótt saman aftur í útvarps-
høllini at viðgera hetta upp-
skot.
Tingfundurin, sum verður hildin í útvarpshøllini í dag,
er tann fyrsti, sum nakrantíð er hildin uttan fyri tinghús-
ið
6
7
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 179 - 19. september 2000
Nr. 179 - 19. september 2000
Verkfall um smápengar
Í gjár vóru báðir
partar í verkfall-
inum í Kollafirði
so rørandi samd-
ir um, at tað var
so lítið, sum
skilti, at tað er
bæði synd og
skomm at halda
fram við verkfall-
inum
ÁKI BERTHOLDSEN
Semingsroyndirnar, sum
skuldi fáa ein enda á tí skjótt
tríggjar viku langa verkfall-
inum hjá dagrøktarmamm-
unum í Kollafirði, kortslutt-
aðu heldur óvæntað um
vikuskiftið.
Men bæði Miriann Dam,
talskvinna hjá dagrøktar-
mammunum, og Hans Jac-
ob Hansen, bygdaráðsfor-
maður í Kollafirði, eru so
rørandi samd um, at nú er
tað so lítið, sum skilir part-
arnar, at tað er bæði synd
og skomm at halda fram við
verkfallinum.
Annars høvdu samráð-
ingarnar um vikuskiftið ført
til semju á næstan øllum
økjum og sáttmálin var
komin undir land.
Semja var bæði gjørd um
lønir, eftirlønir, arbeiðstíðir,
starvsaldur og um, nær
sáttmálin skuldi koma í
gildið og, hvussu leingi,
hann skuldi vera í gildið.
Partarnir eru samdir um,
at sáttmálin skal koma í
gildið 1. august og fara úr
gildi aftur 31. desember.
Tá leggur Kollafjørður
saman
við
Tórshavnar
Kommunu og Kollafjarðar
Kommuna sigur, at hon
hevur ikki heimild at gera
sáttmála, sum gongur long-
ur enn til nýggjárs, tí tá yvir-
tekur Tórshavnar Komm-
una málið.
Bygdaráðið hevur eisini
tvíhildið um at lønarlagið
hjá dagrøktarmammunum
skal vera á sama støði sum
í Havn.
Tað vil siga, at dagrøkt-
armammurnar skulu fáa
einar 700 krónur meiri fyri
at hava tey smærru børnini
undir trý ár, enn tær skulu
fáa fyri at hava tey størru
børnini.
Hinvegin vildi dagrøktar-
mammurnar hava tað sama
í løn fyri øll børnini, og tað
skuldi vera miðallønin av tí,
sum mammurnar í Havnini
fáa.
–Í hesari trætuni var skor-
ið mitt ígjøgnum, so at vit
nú fáa gott 3.000 krónur fyri
tey minnu børnini og knapt
3.000 fyri tey størri børnini,
so at munurin er góðar 300
krónur, sigur Miriann Dam.
Ósemja um gestabørn
Tað einasta, sum ósemja nú
er um, og sum heldur lív í
verkfallinum, er, hvørja løn
dagrøktarmammurnar skulu
hava fyri gestabørnini.
Gestabørn eru børn, sum
ein dagrøktarmamma hevur
fyri eina aðra, sum hevur
forfall av ymsum orsøkum.
–Kommunan tvíheldur
um, at dagrøktarmamman,
sum hevur forfall, skal
missa eftirlønina fyri børn-
ini, hon skuldi havt.
– Men hinvegin skal dag-
røktarmamman, sum skal
hava hesi gestabørnini, ikki
fáa eftirlønina.
– Og vit kunnu undir ong-
um umstøðum góðtaka, at
ein dagrøktarmamma skal
fáa minni fyri at hava eitt
gestabarn, enn hon fær fyri
tey børnini, hon vanliga hev-
ur, sigur Miriann Dam.
Hans
Jacob
Hansen,
bygdaráðsformaður í Kolla-
firði, heldur, at ósemja er
eisini um, hvat eitt gestabarn
er.
– Kommunan uppfatar eitt
gestabarn, sum ein dagrøkt-
armamma hevur nakrar fáa
dagar, fyri eina mammu,
sum hevur forfall av onkr-
um orsøkum.
–Hinvegin uppfata dag-
røktarmammurnar
tað
eisini sum gestabørn, tá ið
ein
dagrøktarmamma
hevur børn fyri eina aðra,
sum
er
í
barnsburðarfarloyvi í eitt
hálvt ár, men tað halda vit
er burturvið.
Bæði synd og skomm
Bæði bygdaráðsformað-
urin og talskvinnan hjá
dagrøktarmammunum eru
tó samd um, at í pengum
er hetta eitt so lítið mál, at
tað er bæði synd og skomm
at verkfallið skal halda
fram av hesi orsøk.
Og báðir partar vóna, at
nakað hendir í málinum
skjótt.
Men tey bæði, Miriann
Dam og Hans Jacob Han-
sen, eru ikki samd um, hvør
eigur at næsta útspæl.
– Bólturin liggur hjá
Kommununi, sigur Miriann
Dam.
– Tað eru ikki vit, sum
hava slitið semingsroyndir-
nar, sigur hans Jacob Han-
sen.
Í gjáramorgunin visti
sostatt ongin hvat fór at
henda og, nær, nakað hendi.
Og tískil heldur verkfallið
fram.
Fyribils er alt arbeiði,
sum limir í Føroya Arbeið-
arafelag gera fyri Kolla-
fjarðar Kommunu, lagt lam-
ið. Tað ber m.a. í sær, at
skúlin verður ikki vaskaður
og mitt í síðstu viku, var
hann so skitin, at undirvís-
ingin mátti halda uppat og
børnini vórðu send til hús.
Ingeborg Vinther, for-
kvinna í Føroya Arbeiðara-
felag sigur, at hendir onki
heilt skjótt, má støða takast
til, um onnur stig skulu tak-
ast fyri at leggja Kollafjarð-
ar Kommunu undir trýst.
Hóast oljuprís-
irnir eru í hædd-
ini, fer hetta ikki
at noyða SEV at
hækka streym-
prísin
ÁKI BERTHOLDSEN
Tað verður ikki neyðugt hjá
SEV at hækka prísin á
streymi, hóast prísurin á
olju er farin til himmals.
Sostatt sleppa brúkararnir
hjá SEV við skrekkinum,
hóast útreiðslurnar hjá SEV
til olju næsta ár eru tvífald-
aðar afturímóti 1998.
SEV brúkar rættiliga
nógva olju til at reka elverk-
ini við og tí hevur verið
fryktandi fyri, at teir met-
høgu oljuprísirnir eisini fóru
at føra til, at SEV fór at
hækka SEV prísirnar.
John Danielsen, fíggjar-
leiðari hjá SEV, sigur, at
SEV hevði væntað høgar
oljuprísir.
Men kortini eru prísirnir
hægri enn mett var á fíggjar-
ætlanini.
Fíggjarætlanin hjá SEV
fyri komandi ár varð løgd
longu í mai mánaða í ár.
– Komandi ár høvdu vit
væntað at brúka 38,4 milli-
ónir til olju komandi ár.
– Men sum prísirnir eru
nú, verða útreiðslurnar til
olju einar átta milliónir
hægri, ella einar 46 milli-
ónir komandi ár.
Hetta verður tvær ferðir
so nógv sum SEV brúkti til
olju í 1998, tá ið hesar út-
reiðslurnar vóru 23,3 milli-
ónir.
Í fjør brúkti SEV 25,5
milliónir til olju og í ár
verða oljuútreiðslurnar upp
á 40 milliónir.
Lækkaðir hvørt ár
Men fíggjarleiðarin hjá
SEV sigur, at hinvegin
verður streymprísurin á-
virkaður av oljuprísinum á
tann hátt, at nú fer tað
neyvan heldur at bera til at
lækka prísin.
–FSostatt fer oljuprísurin
at ávirka prísin í longdini,
tí hann fer ikki at vera so
lágur, sum hann annars
kundi verið.
– Annars hava vit lækkað
Vit sleppa við skrekkinum
Nú hevur verkfallið í
Kollafirði skjótt vart í
tríggjar vikur. í farnu viku
var fundur í Kollafirði fyri
dagrøktarmammur úr
øllum landinum og tær
lýsti starvsfeløgum sínum
fullan stuðul. Mynd: J.Kr.
Vang
prísirnar hvørt ár tey sein-
astu árini. Men næsta ár
hava vit gjørt av at varð-
veita somu prísir sum í ár,
og sostatt lækka teir ikki
komandi ár.
Fíggjarleiðarin sigur, at
hann væntar ikki, at sum
oljuprísurin er í løtuni, fer
Fíggjarstøðan hjá SEV er
so mikið góð, at tað
verður ikki neyðugt at
hækka streymprísin, hóast
oljuprísirnir eru farnir í
topp
tað at gera tað neyðugt at
hækka streymprísin.
–Hinvegin fer tað sjálv-
sagt at gera ársúrslitið hjá
SEV verri enn væntað.
Men tað hevur SEV eisini
rúm fyri, tí næsta ár er mett
at SEV fór at hava 16 milli-
ónir í rakstraravlopi. Sostatt
hevur felagið eitt sindur av
luft og teir
Teir hækkandi oljuprís-
irnir fara sostatt „bara“ at
føra til sær, at avlopið fer at
lækka niður í einar átta
milliónir komandi ár.
Í ár fer roknskapurin hjá
SEV akkurát at javnviga,
tað kemur partvís av tí høga
oljuprísinum. Men tað kem-
ur eisini av, at SEV hevur
havt óvanligar útreiðslur í
ár av at skifta rørini til el-
verkið í Botni í Suðuroy út.