týsdagur 19. september 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
ORÐ OG MYNDIR:
JAN MÜLLER
Leygardagurin 16. septem-
ber 2000 kemur helst at
standa sum ein minniligur
og týðandi dagur - varði - í
søguni hjá fólkinum í
Kirkjubøar-Velbastaðar
sókn. Henda dagin varð
nevniliga nýggi skúlin í
sóknini tikin alment í
nýtslu.
Tað er so avgjørt ikki
nøkur gerandishending, at
ein nýggjur skúli verður
tikin í brúk her á landi. Í
syndarligu kreppuárunum
fyri meira enn 10 árum síð-
ani varð gongdin júst hin
øvugta. Tá fluttu so mangar
familjur av landinum, at tað
eisini fór at merkjast í skúla-
stovunum. Tað at ein nýggj-
ur skúli nú verður tikin í
brúk í eini sókn nærhendis
Havnini eru væl eini týð-
andi tekin um, at tað grør
um gangandi fót - at tað er
við at gerast meira liviligt
aftur í landinum.
Tað vóru eisini tær betr-
aðu tíðirnar, sum vórðu or-
søkin til, at fólkið í Kirkju-
bø og á Velbastað tóku stig
til at fáa sóknarbørnunum
ein nýggjan, rúmligan og
tíðarhóskandi skúla.
Barnatalið veksur
Á samkomu á skúlanum
leygardagin segði bygda-
ráðsformaðurin, Annfinn
Brekkstein, at kommunan
gjørdi av at fara undir at
byggja skúlan, tí at hon
ásannaði, at barnatalið í
kommununi er vaksið mun-
andi og framvegis veksur.
Seinast í 1997 varð gjørt av
at fara undir at projektera
og gera nýggja skúla.
– Vit standa so her í dag í
einum nýggjum skúla og
samkomuhúsi og eru vit
sera stolt og errin av, at
verkætlanin bleiv gjøgnum-
førd segði Annfinn Brekk-
stein, sum ásannaði, at hetta
er fyrsti skúlin í Føroyum,
sum er tikin í brúk í nýggju
øldini.
Í røðu síni fyri umleið
200 bygdarfólkum, børn-
um, ungum, tilkomnum og
eldri og umboðum fyri yms-
ar stovnar og myndugleikar
vísti bygdarráðsformaðurin
á, at Kirkjubøar kommuna
(sum fevnir um bygdirnar
Kirkjubø og Velbastað,
blaðm.) hevur tikið nógv
tung tøk í 90-unum, tí hon
hevur verið við til at gjalda
í Kreppulánsgrunnin fyri
harvið at hjálpa teimum
ringast støddu kommunun-
um.
– Og vit eru glað fyri, at
vit kundu hjálpa fyri at fáa
gongd á aftur samfelagið –
og vit eru so sanniliga eisini
glað fyri at verða fyrsta
kommunan, sum byggir
skúla, eftir at skipanin varð
broytt og landið als ikki
longur rindar til skúlabygg-
ing.
Annfinn Brekkstein vísti
á, at henda gongdin ber boð
um, at fleiri og fleiri øki
skulu leggjast út til komm-
unurnar at umsita og legði
aftrat, at Kirkjubøar komm-
una er ikki ímóti størri av-
gerðar- og ábyrgdarbýti. –
Men skal tað gerast, so er
samstundis neyðugt, at
landið letur ein størri part
av skattainntøkunum frá
sær til kommunurnar, so tær
megna at átaka sær tær upp-
gávur, sum landið áleggur
teimum, fyri at sleppa und-
an, at tað, sum er bygt upp,
syndrast.
Kirkjubøur og Velbastaður tikið lógvatak saman:
Bygt nýggjan skúla
uttan almennan stuðul
Tað var bæði hátíðar- og gerandisdámur á Velbastað leygardagin, tá nýggi
skúlin og samkomið húsið varð tikið alment í nýtslu, og bygdaráðsformaðurin
handaði nýggja skúlastjóranum lykilin til henda komandi undirvísingar og
mentanarmiðdepilin í sóknini.
Hann segði víðari, at tað
eru alt ov nógv dømi um
ógreið viðurskifti, tá talan
er um , hvat er ein lands-
og hvat er ein kommunu-
uppgáva, og hvat landið
stuðlar og ikki.
Stuðul til Tórsvøll
men ikki til skúla
-Hví er tað møguligt hjá
landinum at lata 8 miljónir
kr. í stuðuli til Tórsvøll, tá
eingin stuðul verður latin til
skúlabygging spurdi bygda-
ráðsformaðurin og helt
fram: – Hetta sigi eg ikki
fyri at øvunda Tórsvølli
stuðulin. Men vit seta
spurnartekin við lógarsmíð-
ið, tá tað er møguligt at veita
Tórsvølli stuðul, tá vit ikki
kunnu fáa stuðul til skúla-
bygging. Vit meina, at tað
ikki eigur at vera so, at ein
fær stuðul til eitt mentunar-
øki, meðan ein annar einki
fær til eitt annað mentunar-
øki. So hava vit fingið tað
sagt segði ein rættiliga av-
gjørdur bygdarráðsformað-
ur.
Skúlin, sum nú stendur
liðugur, hevur kostað bygd-
arfólkinum góðar 6,4 mill.
kr. Tvs. at eingin almennur
stuðul er latin til skúlan.
Lagalig fígging er fingin úr
Føroya Banka.
Tað hevur leingi verið ov
trongligt í gamla skúlanum
í sóknini. Nú fáa næmingar
og lærarar so góðar umstøð-
ur at virka undir. Umframt
at brúka hølini til undirvís-
ing er eisini ætlanin, at
nýggi bygningurin skal
hýsa samkomum og men-
tanarligum virksemi av
ymsum slag. Ein kann siga,
at hann er ein kombinatión
av einum skúla, einum men-
tanarhúsi, einum samkomu-
húsi og einum bygdahúsi.
Sólarmagn, sum í langar
tíðir, hevur verið karmurin
um nógv av hesum virk-
semi, er vorðið ov lítið og
ótíðarhóskandi. So umframt
at fáa eina góðan skúla til
at uppala og útbúgva kom-
andi ættarlið í sóknini hevur
alt bygdarfólkið, ið hevur
stóran alsk til mentanarlig
virði, fingið ein góðan karm
at virka undir.
Á samkomuni leygardag-
in, sum varð bæði hátíðarlig
og gerandislig við væl
nøgdum og glaðum fólkum
vórðu umboð fyri landsstýr-
ið, undirvísar- og menta-
málastýrið, fyri Føroya
Lærarafelag oo. Umframt
Tórbjørn Jacobsen, lands-
stýrismann var eisini vara-
løgmaður til steðar. Sosial-
urin, sum var á staðnum, fer
í mikudagsblaðnum at hava
eina reportasju frá hesi frá-
líku og stak livandi løtu á
Velbastað.
Lions lat tvær gávur
Lion Club í Klaksvík
markeraði byrjanina til eitt
nýtt Lions ár við at lata tvær
peningagávur til feløg í
Klaksvík.
Á eini samkomu, sum
var á matstovuni, Shaghai,
í síðstu viku, lat Hákun
Dam vegna Lions Club í
Klaksvík Klaksvíkar Horn-
orkestri
og
Klaksvíkar
Kappróðrarfelag hvør sín
kekk.
Lions Club í Klaksvík
fer nú undir sítt virksemi
aftur, og ymisk tiltøk verða
í vetur. Millum annað hevur
Lions Club fingið kendar
persónar at mála málningar,
sum skulu seljast á eini upp-
boðssølu seinni í ár.
Nýggi skúlin fer at geva børnunum í sóknini sera góðar umstøður
8
9
tíðindablaðið sosialurin
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 179 - 19. september 2000
Nr. 179 - 19. september 2000
Kristiliga
útvarpsrásin,
Lindin, hevur søkt Radio-
eftirlitið um at fáa ein frekv-
ens afturat at senda á. Hetta
hevur útvarpsrásin gjørt, tí
hon ætlar at seta ein sendara
upp á Brúnaskarði oman
fyri Klaksvík seinni í ár.
– Vit hava spart pengar
upp til keyp av einum
nýggjum sendara, og so
skjótt sum vit hava fingið
ein frekvens frá Radioeftir-
litinum verður sendarin bí-
lagdur, sigur Preben Han-
sen, ein av høvuðsmonnun-
um aftanfyri Lindina.
Neyðugt er at hava ein
frekvens at senda á, tá send-
arin verður bílagdur, tí hesin
frekvensurin skal leggjast í
sendaran, áðrenn hann kann
latast. Lindin roknar við, at
hon kann fáa svar frá Radio-
eftirlitinum eina ferð í
næstu viku.
– Vit koma at bíða í um-
leið ein mánað eftir sendar-
anum, men vit ætla okkum
Lindin víðkar um sendiøkið
Seinni í ár fer útvarpsrásin Lindin eisini at senda umvegis Brúnaskarð í Klaksvík
at seta hann upp beinanveg-
in, tá vit hava fingið hann,
sigur Preben Hansen.
Lagt pengar til síðis
Í løtuni sendir Lindin á 101
MHz, og rásin hoyrist í høv-
uðsstaðarøkinum
og
á
Skálafjørðinum. Við nýggja
sendaranum fer rásin at
røkka enn fleiri fólkum, tí
tá fáa millum annað klaks-
víkinginar, fuglfirðingar,
lorvíkingar og gøtufólk
møguleikan at seta útvarps-
tólið á Lindina.
– Ætlanin hevur alla tíð-
ina verið at røkka fleiri fólk-
um, og hóast vit ætlaðu, at
tað skuldi ganga skjótari við
hesum, fegnast vit um, at
vit nú hava fingið møgu-
leikan at keypa okkum ein
nýggjan sendara, sigur Pre-
ben Hansen.
Hann sigur, at Lindin
hevur nógvar stuðlar, og at
tað er gjøgnum hendan
stuðul, at rásin hevur havt
møguleikan at leggja peng-
ar til síðis fyri at keypa ein
sendara afturat.
– Vit hava eisini verið
noydd at gera íløgur í útgerð
fyri at fáa betri góðsku á
sendingarnar, men nú hava
vit tøkan pening til at keypa
ein nýggjan sendara fyri,
sigur Preben Hansen.
Fleiri sendingar
Lindin sendir ymiskt and-
aligt tilfar - tónleik, bønar-
løtur, barnasendingar og
aðrar sendingar.
– Vit gera fleiri og fleiri
sendingar og tónleikapart-
urin er minkaður nakað
seinastu tíðina. Vit hava eis-
ini fingið nógvar stuðlar, so
arbeiðið við Lindin hevur
ment seg soleiðis, sum vit
vónaðu, at tað fór at gera,
sigur Preben Hansen.
– Vit hava givið fólki
møguleikan at ringja inn til
okkara, um tað hava tørv á
onkrum, og tað eru alsamt
fleiri fólk, sum brúka hend-
an møguleikan, sigur hann.
Lindin miðjar fram
ímóti at hoyrast í Suðuroy,
Sandoynni og Vágum eis-
ini, men tær ætlaninar liggja
longri frammi í tíðini.
Fyrsta ítøkiliga æltanin er
at fáa sendaran upp á
Brúnaskarði.
Seinni í ár fer
útvarpsrásin, Lindin, at
senda umvegis
Brúnaskarð. Nýggjru
sendari verður bílagdur í
næstum
Klaksvík: Seinnapartin
leygardagin ýldi óført í
gøtunum í Klaksvík, har
allir sløkkiliðsbilarnir í
býnum vóru á ferð. Or-
søkin var hvørki eldur ella
nøkur vanlukka, men hin-
vegin ein hátíðardagur hjá
sløkkiliðnum.
Klaksvíkar
Sløkkilið
gjørdist í gjár fimti ár, og
hendan stóra dagin hildu
sløkkiliðsmenninir leygar-
dagin.
Børnini í býnum vórðu
boðin á sløkkiliðsstøðina
og upp í bilarnar, og nógv
vóru tey, sum gjørdu sær
dælt av hesum. Eini 500
børn vóru ein túr við onkr-
um av sløkkiliðsbilunum,
og fitt av foreldrum høvdu
eisini leitað sær fram við
sløkkiliðsstøðini, har eitt
kaffiborð var sett upp.
Seinni í hesi vikuni fer
sløkkiliðið at hava eitt
borðhald fyri sløkkiliðs-
monnunum og ymsum
stovnum og feløgum, sum
sløkkiliðið samstarvar við.
Trúfastir
Síðani Klaksvíkar Sløkki-
lið var stovnað fyri 50
árum síðani, hava 72 mans
- og eingin kvinna – verið
í sløkkiliðnum.
– Sløkkiliðsmenninir
hava verið sera trúfastir,
og tí hevur lítil útskifting
verið í sløkkiliðnum, sigur
Kári Kjelnes, leiðari.
– Tað eru vanliga hond-
verkarar í býnum, sum
hava verið í sløkkiliðnum,
men vit seta krøv til allar
okkara mans, um at teir
taka roykkavaraskeið, og
summir hava tikið ymisk
onnur skeið.
Umframt at verða boð-
sent til eldsbrunar í Norð-
oyggjum, verður sløkki-
liðið í Klaksvík eisini boð-
sent til vanlukkur á sjógvi
og landi. Í sløkkliðnum
eru froskmenn, sum verða
sendir út til vanlukkur á
sjónum, og sløkkiliðið
hevur eisini útgerð, sum
kann brúkast í sambandi
við ferðsluvanlukkur. Har-
afturat er sløkkiliðið eisini
altíð á ferð, tá ódn ger um
seg.
Nýggjan bil
Klaksvíkar sløkkilið hev-
ur tríggjar sløkkiliðsbilar,
sum verða brúktir í sam-
bandi við uppgávurnar hjá
teimum, men ein gamal
sløkkiliðsbilur er eisini
framvegis at finna á
sløkkiliðsstøðini, og leyg-
ardagin var hann tikin út
at halda føðingardagin.
Hesin bilurin er gamal,
men er í góðum standi.
Ein nýggjur bilur er á
veg til sløkkiliðið í Klaks-
vík, og hann skal millum
annað brúkast í sambandi
við vanlukkur á sjónum
og stormskaðar.
Hesin bilurin skal av-
loysa ein annan av teim-
um gomlu bilunum hjá
sløkkiliðnum.
Børn og ba-bu
Sløkkiliðið í Klaksvík helt 50 ára
dagin hjá sær saman við børnuum
leygardagin
JÚSTINUS
LEIVSSON
EIDESGAARD
Landnyrðingurin liggur so
tráður yvir Havnina við
regni, vindi og kulda mána-
morgun og Martin Eliassen,
59 ára gamal, ættaður úr
Klaksvík, er framvegis
heimleysur í vælferðarsam-
felagnum Føroyar ár 2000.
Ein góður máni er farin síð-
an hann trein fram í Sosial-
inum og greiddi frá síni
vána støðu, at hann ikki
passaði inn í ta føroyska
samfelagið. Hann er ikki
nógv broyttur síðan tá, uttan
at ein nýggj greflig skruða
prýðir høgu pannuna.
-Eg var so óheppin eina
náttina, eg svav úti, at eg
datt av bonkinum, og pann-
an tók, sigur Artin og tekur
um ennið.
-Hetta er av hundanum
til, eg trúði ikki, at man
kundi koma so illa fyri í
Føroyum. Eg kenni meg
sum ein útstoyttan, sum
ongin vil hava nakað við at
gera, sigur Martin Eliassen
og er í døpurhuga.
-Eg leiti eftir einum kam-
ari, allar helst í Klaksvík,
men gongur hetta ikki, so í
Havn ella onkra aðrastaðni.
Eg havi pengar, eg kann
rinda upp til 2000 krónur
um mánaðin fyri eitt kamar..
Eg drekki næstan ikki fyri
tíðina og ætli mær at vera
friðaligur, gera lítið um
meg. Er tað ongin, sum vil
hýsa mær, sigur Martin
Eliassen, bønandi.
Gjørdist landskendur
Martin gjørdist landskend-
ur,tá hann trein fram í Sosi-
alinum herfyri. Men tað at
gerast ein almennur persón-
ur er bæði gott og ringt.
Martin er í øllum førum enn
heimleysur og hann hevur
enn bara møtt levittum og
prestum, ongum sameritan-
ara.
-Fleiri hava sýnt mær
samkenslu, men tað kemur
ikki longur enn til føgur orð.
Varandi hjálp havi eg ikki
fingið. Onnur eru ógvuliga
bevíst um mína støðu og
vita akkurát hvussu eg skal
gera. Tey fortelja mær inni-
liga, at eg sjálvur havi alla
skuldina og biðja meg fara
til arbeiðis aftur sum øll
onnur
í
samfelagnum.
Kanska hava tey rætt, men
eg eri tíverri ikki førur fyri
at arbeiða í løtuni, eg eri
avlamin, sigur Martin Elias-
sen.
-Uppaftur onnur biðja
meg gera sjálvmorð, men
tað havi eg nú ikki ætlanir
um í løtuni, sigur Martin
Eliassen
- Í Sosialinum kom eisini
fram, at eg plagdi at sova á
Skansanum. Men tað ber
ikki til longur. Nú kemur
politiið á hvørji nátt við
hundum og rekur meg og
onnur heimleys burtur av
Skansanum. Gera vit mót-
støðu, so enda vit á støðini
og fáa bót dagin eftir. Vit
eru heldur ikki so fá heim-
leys í Havnini. Eg kenni eini
50 fólk, sum javnan búgva
úti.
Vónbrotin av
heimbygdini
-Tað sum eg eri mest harm-
ur um er viðferðin eg havi
fingið
av
Klaksvíkar
kommunu. Eg veit, at eg
ikki eri nakað nemt menn-
iskja, men at eg skal vera
so ringur, at eg als ikki eru
verdigur at búgva í Klaks-
vík, tað er ringt at svølgja.
Eg haldi eisini tað tað er ein
falitterklering av einum
vælferðarstaði sum Klaks-
vík, at teir ikki klára at finna
eina loysn fyri øllum borg-
arum í kommununi. Vit eru
fimm klaksvíkingar sum
rekast í Havnini, tí sosialu
myndugleikarnir í Klaksvík
ikki megna sína uppgávu.
vit eru allir tvungni rat vera
í Havn, hóast vit ikki vilja
tað, sigur Martin Eliassen.
Martin býr enn á gøtuni
Seinastu mánaðarnar havi eg sovið einar 20 nætur úti. Almannastovan hevur
bjóðað mær eina ókeypis yvirlivilsisdrakt, men eg vil heldur hava eitt kamar, og
eg eigi fyri húsaleiguna. sigur Martin Eliassen
Martin Eliassen er enn heimleysur og síðan hann trein
fram alment hevur hann bara møtt prestum og levittum,
ongum samaritanara
Mynd: Jens Kr. Vang