Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 11 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 179 - 19. september 2000 Nr. 179 - 19. september 2000 Landsli›sspælarar fáa onga dystarvenjing í tríggjar vikur Íslendska landskappingin enda›i leygardagin, og har- vi› hava føroysku spælarar- nir í bestu deildini í Íslandi ongan møguleika at fáa dystarvenjing, á›renn teir leygardagin 7. oktober og mikudagin 11. oktober skulu spæla landsdystir í á- vikavíst Sveis og Jugoslav- ia. – Hetta er ein sera ke›ilig stø›a. Vit kunnu renna, og ivaleyst fáa vit eisini høvi at venja í feløgunum í Føroy- um, men vit hava ikki møguleika at spæla dystir. Ta› vil siga, at dystarvenj- ingin ver›ur ikki í topp, tá landsli›i› fer av landinum til hesar bá›ar stórdystirnar. Hetta sigur Sámal Joen- sen, sum kom til Føroya í vetrarfrí í gjár. Li›felagarnir hjá honum í Leiftri, Jens Martin Knudsen og John Petersen, eru í somu stø›u sum Sámal Joensen. Uni Arge er eitt sindur ø›rvísi fyri. Hann er fram- vegis í Íslandi, har felagi › hjá honum, ÍA á Akranesi, fyrireikar seg til steypafinal- una, sum ver›ur sunnudagin á Laugardalsvøllinum í Reykjavík ímóti ÍBV úr Vestmannaoyggjunum. Høvi› hjá Una at spæla ís- lendska steypafinalu ger, at tí›in, sum hann ikki fær høvi til dystarvenjing undan landsli›sfer›ini til Sveis og Jugoslavia, ver›ur tvær vik- ur. – Eg veit ikki enn, hvussu ta› ver›ur komandi ár. Um somu spælararnir halda fram í Íslandi, sum hava veri› her í ár, og um vit framvegis ver›a á lands- li›num, so ver›a ta› fimm landsli›sspælarar, sum um eitt ár fara at vera í somu stø›u, sum vit eru í nú, vísir Sámal Joensen á. Leifturs ma›urin hugsar umframt um seg sjálvan og li›felagarnar Jens Martin Knudsen og John Petersen eisini um Una Arge og um Pól Thorsteinsson. Hesin sí›sti ver›ur eftir landsdyst- irnar í Sveis og Jugoslavia leysur av leikbanninum, sum UEFA gav honum eftir landsdystin í Kekkia fyri einum ári sí›ani. Eftir dyst- in ímóti Danmark fyri ein- um gó›um mána› sí›ani gav Allan Simonsen til kennar, at hann avgjørt ætlar at lima Pól Thorsteinsson aftur í landsli›shópin. FSF seg›i nei Sámal Joensen hev›i veri › áhuga›ur at spælt tvey tey sí›stu umførini í føroysku kappingini, og GÍ hevur veri› áhuga› at brúka mi›- vallaran. Gøtumenn royndu í juli at skipa so fyri, at Sám- al kundi spæla vi› teimum, tá íslendska kappingin var li›ug, men ta› gekk ikki. Í ásetingunum hjá FSF, sum vór›u samtyktar á sí›sta a›alfundi, og sum ta› ver›ur víst til í hesum sam- bandinum, ver›ur sagt, at “Føroyskur avtaluleikari uttanlands kann bert fáa loyvisbræv til at leika í Før- oyum, um umsókn um hetta ver›ur latin kappingar- nevndini í seinasta lagi› 28. juli í kappingarárinum. Vi › umsóknini skal fyriliggj skrivlig váttan frá avtalu- leikaranum og felagnum, hann er avtalubundin vi›, um ætla›u flytingina”. GÍ sendi undan 28. juli skrivliga váttan frá Sámali Joensen og Leiftri um, at ta› var vi› teirra samtykki, at GÍ ba› um loyvi at brúka Sámal eftir at íslendska kappingin var li›ug. Men kappingarnevndin svara›i, at ásetingin skuldi skiljast solei›is, at flytingin skuldi vera beinanvegin eftir 28. juli. Hetta var ta›, sum var umrøtt og samtykt á a›al- fundinum, og sjálvt um hetta ikki beinlei›is sæst í or›ingini, so hevur kapp- ingarnevndin valt at tulka or›ingina, solei›is sum ta› var› ætla› vi› n‡ggju áset- ingini. – Vit í Íslandi halda, at hetta er ein trupulleiki fyri okkum og eisini fyri lands- li›i›. Ta› eru tveir mátar at loysa trupulleikan uppá. Annar er, at eingir lands- dystir ver›a lagdir seinni enn í september. Tí er FSF og føroyskur fótbóltur ikki harri yvir. Hin mátin er at geva okkum loyvi at spæla sí›stu umførini í Føroyum. Ta avger›ina eiga føroysku fótbóltsfeløgini einsamøll. Ta› eru jú tey, sum mynda Fótbóltssambandi›, heldur Sámal Joensen. Er eingin møguleiki fyri, at tit kunnu fara a›ra sta›ni at spæla aftaná at íslendska kappingin er li›ug? – Ta› gera fleiri íslend- ingar, og vit hava eisini dømi um, at føroyskir spæl- arar hava veri› í feløgum a›ra sta›ni. Men ta› er ikki sum at siga ta›, og ta› hev›i ivaleyst kenst undarligt, um vit rokna›u vi›, at útlendsk feløg skuldu givi› okkum kjans, tá føroyska lands- kappingin ikki vil vita av okkum. Men í Sveis og Jugoslavia fara øll at vóna og rokna vi›, at vit vera væl fyri, sigur Sámal Joensen, sum komandi vikurnar fer at venja vi› GÍ og sum fer at hyggja at, tá teir sunnudagin fara at spæla á heimavølli ímóti FS Vágum og annan leygardag fara á Svanga- skar›. jh Uppskoti› um at avmarka møguleikarnar í føroysku landskappingini hjá før- oyskum avtaluleikarum utt- anlands var grunda› á ta›, sum kom fram, tá Fótbólts- sambandi› og feløgini í november í fjør hildu fund fyri at eftirmeta farna kapp- ingarári›. Hetta sigur Ísak Mikladal, a›alskrivari í FSF. – Nevndin í FSF samtykti at leggja eitt uppskot um hetta fyri a›alfundin, og fel- øgini samtyktu uppskoti›. Ta› var› ikki mett at ver›a rætt, at fótbóltsútisetar broyttu fyritreytirnar hjá feløgunum so seint í kapp- ingini. Ta› var› nevnt, at hetta kendist kappingarav- lagandi, sigur Ísak Mikla- dal. A›alskrivarin í FSF sigur, at n‡ggja avmarkingin líkist nógv henni, sum danir hava, tá ta› ræ›ur um norskar spælarar: – Í Danmark er ein regla komin um hetta. Danska kappingin endar seinni enn norska kappingin, og ta› ver›ur mett, at ta› hev›i veri› óheppi›, um fleiri spælarar frá t. d. Rosenborg høvdu hjálpt einum donsk- um felag sí›stu umførini undan vetrarste›ginum og fyrstu umførini eftir vetrar- ste›gin, á›renn ta› aftur ver›ur fari› undir lands- kappingina í Noreg. Ísak Mikladal kennist væl vi› royndina hjá GÍ at tryggja Sámali Joensen loyvi at spæla vi› GÍ í tveimum teimum sí›stu um- førunum. – Vit søgdu teimum, at talan skuldi vera um eitt ak- tuelt mál solei›is at skilja, at flytingin skuldi vera í mesta lagi› einar tíggju dagar eftir 28. juli. Vit søgdu í skrivin- um, at teir vóru vælkomnir at kæra okkara avger› til dómsnevndina, men ta› hevur GÍ ikki gjørt. jh Byrgja uppfyri avlagandi kapping Sámal Joensen er harmur um, at útisetarnir í Íslandi ikki fáa dystarvenjing upp undir komandi landsdystirnar Føroysku landsli›sspælararnir í Íslandi eru harmir um broytingina í FSF reglunum, sum feløgini samtyktu á a›alfundinum í februar Ta› var eftir ynski frá feløgunum, at FSF leg›i uppskoti› um at avmarka møguleikarnar í føroysku landskappingini hjá føroysku avtaluleikarunum uttanlands Lesi› eisini Ítróttasosialin á alnetinum www.sosialurin.fo Viðmerkingar: Er Skálatrøð vorðin friðhalgað? Eg taki sum givið, at Odd- vør Johansen dugir at lesa ein einfaldan tekst, so tá hon álíkavæl lesur burtur úr mínum greinastubba 13/9 í Sosialinum, at føroyingar fáa gratis læknahjálp í Dan- mark, so sigur hon ósatt við beráddum huga í Dimma- lætting og Sosialinum 15/ 9. Tað er ódámligt. Og tá ið hon lýgur um onnur, sam- stundis sum hon fýlist á teirra vápn, sigur hetta mær, at hon er blottað fyri sjálv- kritikk. Jú, sanniliga gjalda føroyingar fyri tænastur í Danmark - við donskum blokki. Handa familjusøgan í endanum á greinini hevur Til Oddvør Johansen rithøvund Fólkaræði merkir, at eitt fólk fær innlit í og tekur støðu til allar týdningar- miklar avgerðir í sínum samfelag. Eisini um hern- aðar- og verjumál. Vit hava ikki veruligt fólkaræði í Føroyum - enn. Tí kundu Føroyar og før- oyingar brúkast sum týdn- ingarmikil finna í kalda krígnum og herstøðir leggj- ast her, uttan at føroyska fólkið fekk nakað innlit ella slapp at taka støðu. Tí kundi danska stjórnin leggja líka í, at Føroya Løg- ting umboðandi Føroya fólk einmælt mótmælti hesum. Tí kann danska stjórnin í dag bera rangar upplýsingar og nokta Føroya Landsstýri at fáa okkara møguleikar fram á borðið. Tí kunnu føroyskir and- støðupolitikarar, uttan nakra sum helst ábyrgd, bera rangar upplýsingar, stuðla stjórnini og gera gjøldur burtur úr teimum, sum hava stríðst fyri veruligum fólk- aræði í tí sinnissjúka kalda krígnum. Ósannindi prógvað Vit hava í dag fingið fleiri frágreiðingar, sum prógva allar teir varhugar og spurn- ingar, sum vórðu settir í mótmælunum móti NATO- støðini. Í Grønlandi er sama søga prógvað í ólukkumát. Hartil er prógvað, at før- oyskir løgmenn góðtóku at vera meira loyalir mótvegis donsku stjórnini enn móti løgtinginum og tí fólki, sum hevði valt teir. Vit hava nú fingið prógv fyri, at somu ósannindi og rangir upplýsingar verða førd fram í ár 2000. Kortini síggja vit føroysk- ar andstøðuleiðarar og odd- agreinar í okkara størstu bløðum, sum skíra lands- stýrið at vera ódemokratiskt og leggja persónar og flokk- ar undir at leypa frá sam- tyktum. Tá er talan um serliga grova villeiðing, sum ikki sømir seg einum fram- komnum samfelag. Ein fólkaræð- islig avgerð Tær einmæltu tingsamtykir, ið eru gjørdar undir heima- stýrinum, vórðu rættar og eru sjálvsagt galdandi til ein nýggj rættarstøða og ein fólkaræðislig avgerð er tik- in. Heimurin er broyttur, og tað snýr seg nú um at fáa samstarv á hernaðarøkinum millum tey gomlu stórveld- ini og at forða fyri nýggjari dubbing og køldum kríggi. Hetta kann eitt nú gerast gjøgnum skipanina Partner- ship for Peace, har flestu londini, ið fyrr lógu handan jarntjaldið, eru limir. Einar sjálvstøðugar Føroyar mugu taka ábyrgd og avgerð um okkara verj- Fólkaræði og verjumál upolitisku viðurskiftir. Ein- ar ósjálvstøðugar Føroyar kunnu slettis ikki verða lim- ir í nøkrum felagsskapi ella taka nakra avgerð, tí tað er einvíst eitt danskt mál. Fólkaræði ella sjónleikur Tí mugu vit tosa við okkara grannalond og við NATO um okkara støðu í verjupol- itikki. Síðani má Føroya Løgting og Føroya fólk taka støðu til, hvørjar avtalur vit gera. Til tess er neyðugt at fáa allar upplýsingar fram og leggja málið til fólkaræðis- liga viðgerð. Hetta fyrireik- ingararbeiðið er langt síðani farið í gongd og er væl og virðiliga kunnað til uttan- landsnevndina í Løgtingi- num og viðgjørt á Løgtingi. Tað er fólkaræði. Tað er virðing fyri løgtingi og fólk- aræðinum. Tað er erligt. Tann sjónleikur, vit aftur nú hava sæð í hernaðarmál- inum, snýr seg tíverri bert um at skýggja sannleikan. Høgni Hoydal Summarið er við at halla, býurin verður ruddaður og er reinur og nosligur, gras- vallir verða slignir, ikki eiti á, við »gamla kirkju- garð«, trýkanturin, tey kalla, verður sligin og bed- ini verða lúkað o.s.fr. Men, men, Skálatrøð stendur við sviðusoð, grasið grør yvir ta rás, sum er gjørd har. Tá tað regnar, kanst tú ikki ganga turrskøddur eftir hesi rás. Hvørt ár mást tú BIÐJA um at fáa tað sligið, og við tógvið stríð koma teir at sláa, tað sum skuldi verið ein sjálvsøgd uppgáva hjá Tórshavnar Býráð, og sum eisini er kommunal ogn. Trøini standa í hyljum, tá ið tað regnar, tí einki frá- rensl er av nøkrum slag, so at røturnar rotna, hesi søgu- ligu trø, sum M. C. Restorff innflutti úr Noregi og plant- aði, fjálgast skuldi eisini um økið, beinkir setast upp o.t., men einki er hent enn, hóast fleiri ár eru síðan hetta varð sagt. Við hesum vóni eg, at nakað fer at henda. Tórshavn 18. sept. 2000 Stig Andrias Restorff onki við málið at gera. Eg veit so mikið um arbeiðs- býtið í landsstýrinum, at tað eru ikki landsstýrismenn, sum eginhendugt sita og gjalda rokningar. So handa forðingin hjá Oddvør í 1995 stavar frá umsitingarligum slendrian. Og slíkt ger meg ikki júst tryggari við loys- ingina. Og heldur onkur, at hann kann leggjast inn á hospital í USA, ella hvar fullveldið ætlar at senda sín- ar sjúklingar, og gjalda aft- aná, so fer hann grúsommi- liga skeivur. Tað er mín fasta sannfør- ing, at Høgni Hoydal er ein fantastur, sum í ringasta føri kann forkoma okkara sam- felagi. Hetta havi eg skyldu sum javnaðarmaður at berj- ast ímóti. Og hví skuldi alt Føroya fólk blivið loysing- arfólk, fyri tað um hasin æv- intýrarin trein inn á pallin? Eg vóni sanniliga ikki, at ta snævurskygni og inntol- eransa, sum Oddvør, Stein- bjørn og Árni geva til kenn- ar eru representativ fyri teirra stætt. Ikki at kunna góðtaka og ikki skilja at onnur hava eina aðra áskoð- an er rætt og slætt stupidi- tetur. So er tað sagt. Dan R. Petersen javnaðarmaður Føroyskt mál í Danmørk Í einum greinastubba um málstríðið, sum nú tók seg upp, setir Róland Waag Høgnesen mær hendan spurning: Er føroyskt mál í Danmark ikki minniluta- mál, sum tú eigur at verja við sáttmálanum? Svarið er jú. Eg síggi føroyskt mál sum mítt málsøki — og tað uttan mun til, um tað verður tal- að í Føroyum ella aðra- staðni. Ein føroyingur uttan- lands er líka nógv ein partur av føroysku tjóðini sum ein føroyingur, ið býr í Føroyum. Og at føroy- ingar uttanlands tala før- oyskt er minst líka týdn- ingarmikið fyri varð- veitsluna av okkara størsta mentunararvi sum tað, at føroyskt verður tal- að í Føroyum. Tí er tað av størsta týdningi, at vit royna at tryggja føroyskum góð kor uttanlands. Føroyskt eingi rættindi Tann altjóða sáttmáli um mál, sum Danmark her- fyri setti í verk ímóti okk- ara vilja, ásetir, at stjórnin sjálv kann velja at lýsa málini á sínum landøki sum antin minnilutamál, landspartamál ella al- menn mál. Tá sáttmálin varð settur í gildi, kundi danska stjórnin velja at lýsa føroyskt sum alment mál í Føroyum. Tað vildi hon sum kunnugt ikki. Tí hev- ur føroyskt í dag støðu sum landspartamál í Før- oyum. Her eru 45.000 danir, ið tosa føroyskt. Og danska stjórnin helt hesar danir hava so nógv máls- lig rættindi frammanund- an, at her var ikki tørvur á fleiri tiltøkum. At føroyingar kravdu at fáa sítt mál staðfest sum alment mál og tjóðarmál, helt stjórnin sum kunnugt vera láturligt. Føroyska tjóðin er jú ikki til í al- tjóða rætti. Hvussu kann nakað tjóðarmál vera, har eingin tjóð er? Viðvíkjandi føroyskum í Danmark, so kundi stjórnin velja at lýsa hetta sum eitt minnilutamál, og soleiðis tryggja tí góð rættindi í Danmark. Tað vildi hon heldur ikki. Før- oyskt mál í Danmark — sum eftir mínum tykki er eitt ”minnilutamál” — er als ikki vart av sáttmála- num. Tað var bara týskum í suður-slesvík, stjórnin valdi at geva støðu sum minnilutamál, og harvið tey rættindi, sum fylgja við tí. Havi reist málið Tá Føroyar gerast sjálv- støðugar, verða vit til sum tjóð í altjóða høpi. Tá nýt- ist okkum ikki at dúva uppá, at danir hjálpa okk- um. Tá fáa vit sjálvi am- boðini í hondini. Tá kunnu vit sjálvi tryggja føroyskum støðu sum tjóðarmál. Og tá skulu vit, eftir mínum tykki, gerast sjálvstøðugur partur av hesum sáttmálanum. Tá verður danskt minn- ilutamál í Føroyum, og tess rættindini skulu eftir mínum tykki tryggjast við sáttmálanum. Á sama hátt skulu vit við sáttmálanum tryggja rættindini hjá føroyskum í Danmark. Men hóast føroyingar sum er ikki hava mynd- ugleika at gera stórvegis við hetta, so eiga vit kort- ini at gera tað, vit kunnu. Eftir at danska stjórnin hevði skúgvað bæði løg- ting og landsstýrið til viks, og noktað at lýst før- oyskt sum tjóðarmál, sendi eg tí danska menta- málaráðharranum eitt drúgt bræv, har eg m.a. setti henni hesar spurn- ingar: - Hvat hevur tú gjørt fyri at virka fyri, at eitt av teimum málum, tú sum danskur menta- málaráðharri umboðar — føroyskt — fær eina góða rættarstøðu? - Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyskum eina góða rættarstøðu? - Í hvønn mun sært tú tað sum tína uppgávu at tryggja føroyskum máli eina rættarstøðu, sum er í samsvari við tann ment- anarliga veruleikan? - Danir í Føroyum hava ógvuliga víðfevnd máls- lig rættindi — og soleiðis vilja vit, at tað eisini skal vera framyvir. Hvat ætlar tú at gera fyri at tryggja føroyingum í Danmark málslig rættindi? Eg sendi henni brævið hin 1. september, men havi framvegis ikki fingið svar. Meira havi eg ikki gjørt higartil, Róland. Men so skjótt svar kemur, skalt tú frætta meira um, hvat hendir í málinum. Vinarliga Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður — ein gestur, sum er settur uttarliga! Svar til Róland Waag Høgnesen Vistfrøðílig framleiðsla Føroyingar gera framstig innan vistfrøðiliga framleiðslu Leiðandi fyritøkur og stovnar innan matvøru- framleiðslu og landbúnað hava tikið stig til at kanna, hvørjir møguleikar eru í vistfrøðiligum framleiðsl- uháttum og hvørjar fyri- munir føroyski brúkarin og framleiðarin kunnu fáa burtur úr hesum. Við pen- ingaligum stuðli frá NORA er samband knýtt ímillum Føroyar, Ísland og Grønland. Tað er váttan- arstovnurin TÚN í Íslandi, sum er verkætlanarleiðari. Vistfrøðilig framleiðsla er í stórari øking í Europa. Eisini føroyingar brúka vistfrøðiligar vørur, og eft- irspurningurin er vaks- andi. Eingin framleiðari ella fyritøka í Føroyum er vistfrøðiliga góðkend, tessvegna er neyðugt at innflyta slíkar vørur. Tað er í hesum sambandi, at MBM hevur sæð møgu- leikar fyri at kveikja áhuga í millum framleiðarar og gera tað møguligt fyri brúkaran í framtíðini at fáa føroyskar vistfrøðiligar vørur til keyps.