hósdagur 2. juni 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
TÓNLEIKUR
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Føroya fólkakærastu punk-
arar, bólkurin 200 spæla
hóskvøldið
konsert
á
Meiarínum. Talan er ikki
bert um vanliga konsert,
men eisini um upptøku,
sum kann enda sum live-
fløgan "200 Decibel". Við
sær á Meiarínum hava teir
festliga punkkenda popp-
bólkin Lama Sea.
200 hava vunnið nógv
hjørtu við tí argandi og
kontantu punkrokkfløguni,
"Viva La Republica". Um-
mælini bæði innanlanda og
uttanlanda hava verið sera
góð, og á 15 teimum bestu
hevur bólkurin kroyst seg
upp á ovastu rók.
Móttøkan er sambært
Niels Arge Galan sangara
og gittarleikara heilt ótrú-
lig. Hann heldur, at á hesi
fløguni eru teir bæði grov-
ari og frekari enn nakrantíð
fyrr. Teir høvdu væntað at
fingið av grovfílini, men
ístaðin eru teir nummar eitt
á einum hitlista, verða
bjóðaðir við á Atlantic
Music Event, og spæla enn-
tá konsert í SMS.
Fyrsta fløgan hjá bólkin-
um "200%" varð útseld, og
seldi millum annað væl í
Íslandi. Íslendska punk/
rokk
halgimenni
Siggi
Punk, segði um fløguna, at
man hevði ikki hoyrt punk,
áðrenn man hevði hoyrt
200. Eisini í Føroyum vóru
ummælini sum heild góð.
Men nógv vóru illa for-
nermaði av argandi tekst-
unum og sterkt litaða full-
veldisboðskapinum. Mill-
um annað fór Dimma næst-
an í herna ímóti bólkinum,
og tingmenn funnust enntá
at teimum á tingsins røð-
arapalli.
Men Føroyar hava flutt
seg. Viva La Republica er
enn meira argandi, orða-
valið er grovari, men mót-
tøkan er heit og vinarlig.
Fólk
tykjast
at
skilja
skemtiligu tekstirnar, og
børnini elska fløguna. So
nógv er broytt, at sjálvt
Dimma
hevur
ummælt
bólkin við lovprísan.
Men kanska er tað ikki
bara Føroyar, sum hava
flutt seg. 200 hava eisini
flutt seg tónlistarliga, punk-
urin er ikki líka punkuttur,
og fleiri av løgunum eru
heldur rokkur enn punkur.
Eisini er ljóðblandið av
fløguni nógv vakrari. Óli
Poulsen og hansara popp-
fingrar, hava altíð dugað at
snarað knøttarnar á einum
miksipulti á popkendan
hátt. Hetta hevur hann
eisini gjørt á Viva La
Republica. Tá man megnar
at gera 200 til pop, so
dugur man okkurt sum
onnur ikki duga.
4
Nr. 102 - 2. juni 2005
KAWASAKI VN 1500 TIL SØLU
Árgangur 1998. Nógv eykaútgerð. Bert koyrt 10.900 km.
Tel. 223366
200 decibel á Meiarínum
Sunnudagin 12. juni letur
Frits
Johannesen
upp
málninga- og vatnlitsfram-
sýning í Bagsværd kirkju,
Keypmannahavn.
Fram-
sýningin letur upp kl.
11.00 eftir gudstænastuna
og hongur uppi fram til 1.
september.
Frits
Johannesen
í Bagsværd
kirkju