hósdagur 2. juni 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
5
UTTAN ÚR HEIMI
Læna ov nógv
Norges Bank ávarar nú um, at norðmenn læna ov
nógvar pengar, og at fólk hava ikki tryggjað seg nóg
væl ímóti, at rentan kann fara upp í komandi árum.
Seinastu árini hava norðmenn lænt nógvar pengar til
privata nýtslu, og Norges Bank roknar við, at lántøkan
fer at halda fram tey næstu árini. Tøl hjá bankanum
vísa, at í løtuni í dag er gjaldsbyrðan hjá hvørjum
húsarhaldi 1,7 ferð størri enn tann tøka inntøkan. Fyri
fimm árum síðani var gjaldsbyrðan 1,2 ferð størri enn
tann tøka inntøkan, og bankin roknar við, at um tvey
ella trý ár verður hon tvær ferðir størri.
Men rentan er ein vandi, sigur Norges Bank. Bankin
vísir á, at í dag brúka fólk fýra prosent av lønini til at
gjalda rentur við, men í 2008 skulu tey brúka næstan
sjey prosent til rentur, og hesum hava bara tey fægstu
tryggja seg ímóti, sigur bankin.
Stríðast um stuðul
Seinastu tíðina hava USA og ES stríðst um tann al-
menna stuðulin til flogverksmiðjurnar Boeing og
Airbus, men nú hava amerikanararnir mist tolið, og teir
hava gjørt av at leggja málið fyri altjóða handilsfelags-
skapin WTO. Tað gjørdu teir mánakvøldið.
Amerikanski umboðsmaðurin í WTO, Rob Portman,
sigur, at ein samráðingarloysn hevði verið tað besta,
men at partarnir koma ikki á mál, nú ES aftur hevur
latið Airbus-verksmiðjuni stuðul. Handilskommiser-
urin hjá ES, Peter Mandelstam, sigur seg vera vón-
sviknan av amerikonsku avgerðini at biðja WTO taka
støðu til málið. Hann vísir á, at ES hevur júst lagt eitt
semingsuppskot fyri amerikonsku stjórnina, men at
Washington hevur ikki svarað tí.
USA legði málið um stuðulin til Airbus-verksmiðj-
una fyri WTO í oktober í fjør, og stutt eftir ákærdi ES
USA fyri at lata Boeing-verksmiðjuni stuðul. Tær báð-
ar verksmiðjurnar eru í sera harðari kapping um at
smíða ferðamannaflogfør.
Eingin nazilóg í Ísrael
Í sambandi við eina húsarannsókn í Jerusalem hevur
ísraelska løgreglan avdúkað ein nýnazistiskan felags-
skap.
Løgreglan hevði fingið frænir av, at ein maður hevði
smuglað rúsevni, og tá løgreglan fór at kanna hús hans-
ara, kom hon fram á eina teldu við nógvum nýnazist-
iskum tilfari. Harafturat vísti tað seg, at maðurin hevði
eitt av teimum kendu naziteknunum á øðrum arminum.
Løgreglan í Jerusalem sigur við AP, at umleið 20 fólk
eru limir í felagsskapinum, og at talan er um fólk úr
gamla Sovjetsamveldinum, sum hava búsett seg í
Ísrael. Ein talsmaður hjá løgregluni sigur, at málið er
trupult, tí Ísrael hevur onga lóg, sum bannar nazist-
iskum stuðulsfelagsskapum.
- Fleiri lond í Evropa hava tílíka lóg, men hvør skuldi
trúð, at vit skuldu fáa trupulleikar av hesum slagnum
her í Ísrel, sigur talsmaðurin.
Kann fáa risabót
ES hóttir við at geva geva Microsoft stóra bót, um
fyritøkan ikki letur aðrar framleiðaar sleppa fram at
marknaðinum.
Herfyri avgjørdi ein ES-nevndin, at Microsoft skal
gera eitt Windows-forrit uttan Windows Media Player,
soleiðis at aðrir framleiðarar kunnu fáa tann partin av
skipanini, sum er at finna í umleið 90 prosentum av
øllum teldum í heiminum. Microsoft kærdi avgerðina til
dómsvaldið, men tapti, og rætturin álegði fyritøkuni at
laga seg eftir úrskurðinum í seinasta lagi tann 31. mai.
Microsoft hevur gjørt eina Windows-skipan uttan
Media Player, men sambært ES er hon ikki nóg góð. Tí
hóttir ES nú við at krevja dagbøtur frá fyritøkuni. Og
hetta eru ikki smáar bøtur, tí sambært reglunum kann
ES krevja fimm milliónir dollarar um dagin, men
sambært Reuters ætlar ES at royna okkurt annað
revsitiltak fyrst.
Gøran Persson, for-
sætisráðharri, er und-
ir stórum trýsti, tí
hann sýtir fyri at lata
sviar taka støðu til
ES-grundlógina. Tað
kann fáa avleiðingar
fyri stjórnina
SVØRÍKI
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
- Frakland eigur at fáa
somu møguleikar, sum
Danmark og Írland fingu,
tá tey vrakaðu Maastricht-
sáttmálan og Nice-sáttmál-
an, og tí skulu fransmenn fá
stundir til at hugsa seg um,
til hini londini hava staðfest
ES-grundlógina,
sigur
svenski forsætisráðharrin.
Gøran Persson heldur
fast um, at svensku veljar-
arnir sleppa ikki at siga
sína hugsan um grund-
lógina. Tað skal Ríkisdag-
urin gera í desember, og
franska úrslitið fær onga
ávirkan á hesa avgerðina,
sigur Persson.
Men kravið um fólka-
atkvøðu herðist í hvørjum.
Í sosialdemokratiska flokk-
inum
hjá
forsætisráð-
harranum eru fleiri, sum
krevja fólkaatkvøðu, og tað
ger Vinstriflokkurin eisini.
Flokkurin tryggjar stjórnini
parlamentariskan meriluta,
og formaðurin, Lars Ohly,
hóttir nú við at taka stuð-
ulin undan stjórnini.
- Eg vóni, at stjórnin
skilir álvaran í hesum,
sjálvt um einki tykist benda
á, at so er. Eg eri sannførd-
ur um, at støðan verður ein
onnur aftan á ríkis- og
stjórnarleiðarafundin um
fjúrtan dagar. Hendir einki
tá, fær Gøran Persson eina
álvarssama innanríkispolit-
iska keppu, sum hann sjálv-
ur hevur elvt til, sigur Lars
Ohly við tíðindastovuna
TT.
Fyri tveimum árum síð-
ani tapri stjórnin eina
fólkaatkvøðu um at seta
evruna í gildi ístaðin fyri
krónuna, og eygleiðarar
siga, at tað er orsøkin til, at
Gøran Persson ikki vil hava
fólkaatkvøðu
um
ES-
grundlógina, tí hann er
bangin fyri at tapa eina ferð
afturat.
Sosialdemokratar, sum
eru ímóti grundógini, eru í
ferð við at fáa flokslimir at
skriva undir eitt krav um
fólkaatkvøðu. Eydnast tað
at fáa fimm prosent av lim-
unum at skriva undir, hevur
forsætisráðharrin einki í alt
velja, tí tað siga reglurnar
hjá flokkinum. Samstundis
hava
meiningakanningar
víst, at 65 prosent av veljar-
unum vilja hava fólka-
atkvøðu um ES-grund-
lógina.
Ein av teimum
størstu gátunum í
altjóða tíðindaheim-
inum er nú loyst
WATERGATE
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann 17. juni í 1972 tók
amerikanska
løgreglan
fimm menn, sum royndu at
bróta inn í høvuðsstøðina
hjá demokratiska flokkin-
um í Watergate í Washing-
ton. Kanningarnar hjá løg-
regluni avdúkaðu, at Hvítu
Húsini høvdu verið uppi í
innbrotsroyndini, og endin
varð, at Richard Nixon
mátti leggja frá sær sum
forseti.
Men hvør var tað, sum
leidi løgregluna á sporini úr
Hvítu Húsunum? Blað-
menninir Bob Woodward
og Carl Bernstein, sum
feldu Nixon, hava øll árini
síðani sýtt fyri at avdúka,
hvør kelda teirra, sum gekk
undir navninum "Deep
Throat", var, og gitingarnar
hava verið nógvar.
Men nú er gátan loyst.
Tann 91 ára gamli Mark
Felt, sum var varastjóri í
FBI, váttaði fyrrakvøldið,
at tað var hann, sum gav
teimum báðum blaðmonn-
unum upplýsingarnar, og
seinni váttaði blað teirra,
Washington Post, at tað er
so.
Harvið er ein av teimum
størstu gátunum í altjóða
tíðindaheiminum loyst.
Sviar vilja hava
fólkaatkvøðu
Hann var "Deep Throat"
Tann 91 ára gamli Mark Felt váttar nú, at han var "Deep Throat"