Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 102 - 2. juni 2005 Konsert og handan av virðislønum í Miðla- húsinum Hósdagin 2. juni kl 19 fáa 12 føroyskir musikk- skúlanæmingar hand- aðar tær virðislønir, sum teir vunnu við Ber- lingske Tidendes Klass- iske Musikkonkurrence í Keypmannahavn í apríl ár. Hetta fer fram saman við eini konsert í Miðla- húsinum, har næming- arnir m.a. spæla tey musikkstykki, sum viss- aðu teimum 1., 2. og 3. virðisløn í kappingini. Tað var eitt sera læru- ríkt námskeið, ið næm- ingarnir høvdu í Keyp- mannahavn, har teir, umframt sjálvir at lut- taka í kappingini, fingu høvi at hoyra fleiri javn- aldrandi gávuríkar danskarar. Harafturat fingu tey tíð til at fylgja frálæruni á Det Kgl. Danske Musikkonserva- torium og at geva eina konsert í Føroyahúsin- um. Næmingarnir eru úr Havn, Gøtu, Runavík, Vestmanna, Oyndar- firði, Vágunum, av Sandi og av Toftum. Tey, ið spæla eru: Saga Kapnas, Margit S. Mikkelsen, Marita Jo- hansen, Jákup H. Lüt- zen, Høgni R. Hansen, Kristina Heinesen, Mattias Kapnas, Katrin H. Petersen, Oluf Dam, Rebekka Hjørleivsdóttir, Jósef Olsen og Kamilla Ravnsfjall. Birgitte Schnakenburg hevur klaverfylgispælið. Ókeypis atgongd til konsertina. Saybia á MjúS MjúS festivalurin á Sandi hevur gjørt avtalu við danska bólkin Saybia um at spæla á ársins festivali. Um- framt danska bólkin váttar Katrin Petersen samskipari, at 200, Lama Sea, Týr og Lena fara at spæla. Hon sigur eisini, at at- gongumerkini til festi- valin verða at fáa á Stat- oilstøðum og kunning- arstovum kring landið, og at okkurt sertilboð verður kunngjørt í vikuni. Saybia hittaðu stórt í 2002 við lagnum "The second you sleep". Hetta lagið lá á 15 teimum bestu í 38 vikur, og gjørdist næst besta lag í listanum yvir 15 tær bestu í 2002. Nýggjasta fløgan hjá bólkinum hevur eisini gjørt um seg á donsku útvarpsrásunum og hitt- listunum. nud Havfrýr selja væl TÓNLEIKUR Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Sølan av atgongumerkj- um til konsertina við teimum trimum havfrú- unum Eivør, Lenu og Guðrun í Keypmanna- havn gongur so væl, at fyrireikararnir umhugsa at flyta konsertina í størri sal. Sunnukvøldið vóru einans 77 atgongu- merki eftir. Nú verður skrivað upp á bíðilista, fer hesin upp um 250 fólk, verður konsertin flutt. Salurin, har konsertin verður hildin, tekur 750 fólk, men møguleiki er at fáa størri sal, sum tek- ur 1800 fólk. Ein annar møguleiki er at skipa fyri eykakonsert í sama sali. Tað er kvinna.fo, sum skipar fyri tiltakinum, og donsku fjølmiðlarnir geva tí veruliga gætur, bæði Eivør og Guðrun eru vælkend nøvn á danska tónleikapallin- um, og kanska serliga Eivør hevur fingið fram- úr góða umtalu í donsk- um fjølmiðlum seinastu tíðina. BT skipar í morgin fyri kapping, har nøkur atgongumerki til kon- sertina verða burtur- lutað, og møguleiki er at vinna eina ferð til Før- oyar. Somuleiðis verða tær tríggjar havfrýrnar Guðrun, Lena og Eivør við í Musikmagasinet á P4 hjá Danmarks Radio kl. 14.00 til 15.00 miku- dagin. SLUPPFERÐ Tíðindaskriv Í ár eru 60 ár liðin síðan Seinni Heimsbardagi end- aði. Leikluturin hjá Føroy- um, føroyingum og før- oyskum fiskiførum kenna vit flest øll. Tær føroysku sluppirnar vóru við til at sigla fisk úr Íslandi og Før- oyum (sum sluppirnar antin fiskaðu sjálvar ella reiða- ríini keyptu) til Skotlands, og millum hesar sluppir var sluppin Johanna TG 326 úr Vági. Nú 60 ár eru liðin síðan Seinni Heimsbardagi endaði er gjørt av, at Jo- hanna TG 326 ger eina ferð til Norðfjørðin í Íslandi at keypa 1 tons av fiski, og gongur leiðin so av Norð- fjørðinum til Aberdeen í Skotlandi, har fiskurin verður seldur. Henda søgu- liga ferðin verður gjørd til minnis um leiklut føroy- inga í Seinna Heimsbar- daga, og til minnis um teir føroyingar, sum lótu lív undir Seinna Heimsbar- daga. Við á ferðini við Johannu TG 326 verða 20 fólk. Millum tey verða ætlandi fólk frá Sjónvarpi Føroya og tveir íslendingar (ein myndamaður og ein ljós- myndamaður). Íslending- arnir koma til Suðuroyar at taka myndir síðst í mai mánað og fara síðani avstað við Johannu TG 326 2. juni og verða við á allari ferðini. Í sambandi við ferðina verða kunnandi skriv send út til fjølmiðlar í Íslandi og í Skotlandi, hetta í sam- starvi við fólk úr Íslandi og Skotlandi (í Skotlandi tekur Sofus Poulsen, fyrrv. Um- boðsmaður Føroya í Bret- landi, sær av hesum sam- skifti. Umboðsstovan var øll hesi 54 árini í 150 Market Street). Skipari á hesi søguligu ferðini við Johannu TG 326 verður Hans J. Joensen úr Vági, sum er abbasonur Jakke í Líð, sum var ein av skiparunum, sum førdi Jo- hannu TG 326 undir kríg- num. Í Aberdeen tekur ætlandi sami agentur, sum sluppin Johanna TG 326 nýtti undir krígnum, ímóti Johannu TG 326. Hetta felagið er til enn. Í øllum Stóra Bretlandi verður nógv gjørt burturúr VE (Victory in Europe) og VJ (Victory in Japan) døg- unum, ávikavist 8. mai og 15. august, dagarnir tá ið seinni heimsbardagi endaði í Evropa og Japan. Stór hátíðarhald verða skipað í at kalla øllum býum í Stóra Bretlandi og eisini í Aber- deen, har ein "World War II Veterans Parade" verður 11. juni, sum er tann leyg- ardagin Johanna TG 326 kemur til Aberdeen. Í hes- um sambandi er nógv á skránni í Aberdeen hetta vikuskifti, og væntandi koma nógv fólk umborð á Johannu TG 326 tann leygardagin og sunnudagin. Umborð verður, eins og í Íslandi, bjóðað ábit og har verður eisini myndafram- sýning. Tey, ið ynskja at fáa meiri at vita um ferðina, kunnu venda sær til Kunningar- stovuna í Vági. Sunnudagin klokkan 21, fáar dagar undan stórdysti- num í fótbólti millum Før- oyar og Írland, verður írskur tónleikur at hoyra í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Tað eru tey bæði, Máire Breatnach og Thomas Loefke, sum fara at spæla. Máire Breatnach spælir violin og Thomas Loefke, harpu. PIPAR OG SALT Tíðindaskriv Pipar og salt fara á pallin á Listastevnuni, við nýggjum tilfari. Skemtibólkurin hev- ur seinastu nógvu árini givið føroyingum speiskar og stuttligar lýsingar av føroyska samfelagnum, og teimum sum búleikast her. Pipar & Salt hava gjørt tilsamans 13 sjónvarps- sendingar, og tá teir eru farnir á pall, hevur verið fullsett hvørja ferð. Tónleikurin hevur altíð havt eitt týdningarmikið pláss í framførslunum, og løg sum "Eg havi tað stræv- ið", "Eg vil heldur spæla rock", "Danmark er et dejligt land", "Don't Mess With Me", "Kikki- lakkatjó", "Hvat er lívið ikki herligt" og ikki minst "Ketchup í eitt jørn", eru øll vorðin sannar landa- plágur. Framførslan við Pipar & Salt verður á Listastevnuni leygardagin 13. og sunnu- dagin 14. august. Tey, sum vilja tryggja sær atgongu- merki kunnu venda sær til Norðurlandahúsið og Kunningarstovurnar í Tórs- havn og Runavík. Atgongu- merkjasølan byrjar hós- dagin 9. juni kl. 11.00. Við Johannu TG 326 á søguliga ferð Sluppin Johanna TG 326 fer í næstum á forkkunuga ferð, har vitjað verður í bæðI Íslandi og Skotlandi Pipar & Salt krydda Listastevnuna Írskur tónleikur í Miðlahúsinum