hósdagur 2. juni 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
7
Strandferðslan vil nú
hava greitt at vita frá
Landsstýrinum um
ferðafólk skulu hava
rætt til at fara á hotel
at eta og at sova, tá ið
ólag er á siglingini. Og
hon vil eisini hava at
vita, hvør skal betala
STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Skulu ferðafólk, sum
skulu
við
skipum
hjá
Strandferðsluni, hava rætt til
at fara á hotel at eta og at
sova, tá ið ólag er á sigl-
ingini.
– Tað er ein spurningur,
sum Strandferðslan nú vil
hava greitt svar til uppá frá
landsstýrinum.
Og er hetta ein rættur,
sum ferðafólk skulu hava,
vil Strandferðslan eisini
hava at vita frá landsstýrin-
um, hvør skal betala fyri
hesa nýggju tænastu.
Kristian Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
hetta eru spurningar sum
krevja greitt svar frá lands-
stýrinum og tí fer hann nú at
senda innlendismálaráðnum
ein skrivligan fyrispurning
um hesi viðurskifti.
Endaðu á
Sjómansheiminum
Tað er eftir eina hending
eitt hóskvøld herfyri, at
hesin spurningurin hevur
tikið seg upp.
Smyril hevði mist róðrið
og mátti í dokk á Skála.
Hann skuldi sigla av
Havnini
til
Suðuroyar
klokkan sjey á kvøldið,
men av tí at hann var í
dokk, fekk hann ikki siglt
fyrrenn klokkan fýra um
náttina.
Í hesum sambandi vendu
ferðafólk sær til Strand-
ferðsluna, tí tey meinti, at
Strandferðslan
hevði
skyldu til at útvega teimum
annan flutning til Suður-
oyar ella at útvega teimum
innivist.
Men Strandferðslan vísti
aftur at veita hesum fólkum
serligar sømdir.
Tað fekk ferðafólk at
venda sær til Løgmann, sum
aftur
vendi
sær
til
Landsstýrismannin í inn-
lendismálum, sum umsitur
Strandferðsluna og hann
gav Strandferðsluni boð um,
at ferðafólkið kundi fara á
Sjómansheimið at vera.
Endin var, at summi av
teimum eisini fingu kamar á
Sjómansheiminum.
Spurningurin er, so, hvør
skal betala hesa rokningina.
Eitt av ferðafólkunum, sum
var á Sjómansheiminum,
Hans Olaf Andersen í
Lopra, sigur, at hann betalir
onga rokning, so skal hann
fyrr í rættin við Strand-
ferðsluni.
Strandferðslan ongar
skyldur
Kristian Davidsen, stjóri á
Strandferðsluni, staðfestir,
at Strandferðslan hevur
ongar skyldur mótvegis
ferðafólki, tá ið ólag er á
siglingini ella á koyringini
hjá Bygdaleiðum
– Tað stendur á síðu 45 í
ferðaætlanini, at Strand-
ferðslan hevur ikki skyldu
til at skipa fyri øðrum flutn-
ingi, ella hevur endurgjalds-
skyldu, tá ið bussar ella
ferjur eru fullsett, ikki koyra
ella sigla orsaka av veðri,
seinkingum,
væntandi
samskifti, verkfallið o.s.fr.
Kristian Davidsen sigur,
at sostatt eru reglarnar púra
greiðar og hetta er eisini
tann siðvenja, sum Strand-
ferðslan hevur arbeitt eftir.
Stjórin á Strandferðsluni
nevnir at um veturin kemur
tað javnan fyri, at siglingin
verður avlýst restina av
degnum.
– Í tí sambandi hevur
Strandferðslan
ongantíð
goldið fyri innivist ella mat
til ferðafólk.
Hann sigur, at tað hevur
sína orsøk, at reglarnar eru
so greiðar og at Strand-
ferðslan frásigur sær alla
ábyrgd.
– Tað er umráðandi at
hava í huga, at ferðafólkið
keypa ikki ferðaseðil, fyrr-
enn tey eru komin umborð.
Tí kann hetta ikki sama-
berast við eina flogferð, har
ferðaseðilin verður bílagd-
ur frammanundan.
– Vit kunnu so hugsa
okkum, hvussu skilið hevði
verið, um so var, at vit
høvdu skyldu til at geva
ferðafólki mat og innivist,
tá ið ólag var á siglingini
ella koyringini.
Hann heldur, at tað verð-
ur ómetaliga torført at gera
sær eina meting av, hvørjar
avleiðingar ein slík skipan
kundi fingið fyri Strand-
ferðsluna.
Hann sipar til, at so kundi
hundraðtals fólk troppa upp
úti á Strandferðsluni og
kravt døgverða og innivist
á hotelli.
– Hetta er orsøkin til, at
ferðafólkið hevur eitt slag
av sjálvsábyrgd og at
Strandferðslan ikki átekur
sær at veita ferðafólki end-
urgjald, hóast tað sjálvsagt
er ógvuliga óheppið fyri
tey, leggur hann afturat.
Vilja hava greið boð
Kristian Davidsen sigur, at í
hesum serliga føri, tá ið
Smyril misti róðrið, varð
tann avtala gjørd, at tey
kundu fara á Sjómansheim-
ið at fáa ein drekkamunn og
sita heitt innandura.
– Men vit hava ongantíð
góðtikið at gjalda fyri gist-
ing og tað undrar okkum, at
tey skulu hava fingið til-
søgn um gisting fyri okkara
rokning.
Stjórin á Strandferðsluni
sigur hann vil nú hava greiði
á um Landsstýrið ætlar, at
Strandferðslan skal broyta
siðvenju á hesum øki.
Og hann fer nú at skriva
til landsstýrið fyri at vita,
hvussu
galdandi
reglar
skulu vera á hesum øki.
– Seta vit eina slíka skip-
an í verk fyri Strandferðsl-
una, verður tað sjálvandi
eisini ein fíggjarligur spurn-
ingur og vit mugu eisini fáa
at vita frá Landsstýrinum,
hvussu tað skal fíggjast,
sigur Kristian Davidsen.
Strandferðslan vil hava greið boð
frá landsstýrinum
– Ferðafólkið hjá Strandferðsluni hevur sjálvsábyrgd, tí vit
kunnu hugsa okkum skilið, um so var, at vit høvdu skyldu til
at geva ferðafólki mat og innivist, tá ið ólag var á siglingini
ella koyringini, sigur Kristian Davidsen, stjóri
Stranda Máling keypt
Beckers Máling
- Vit fara framhald-
andi at selja Beckers-
máling, sum er eitt
kent dygdarmerki,
men sum frá líður
verður samlaða út-
boðið størri við tað,
at handilin eisini fer
at selja Stranda Mál-
ing. Hetta verður tó
ikki sama úrval av
Stranda Máling, sum
Balslev selir fyri
okkum, sigur Jógvan
Óli á Fríðriksmørk
EIGARASKIFTI
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
P/F Stranda Máling á
Strondum hevur keypt Spf.
Litbúðina í Niels Finsens-
gøtu í Havn, sum er kend
fyri at selja Beckers Máling.
Jógvan Óli á Fríðriks-
mørk, sum saman við Eiv-
indi Jacobsen eigur Stranda
Máling, sigur, at handilin
framhandandi fer at selja
Beckers Máling, sum er eitt
kent dygdarmerki, ið hevur
nógvar "stam-kundar", sum
hann tekur til.
- Útboðið av Beckers
Máling verður eins stórt og
higartil, men sum frá líður
fara vit at veksa um útboðið
av máling við tað, at vit
eisini fara at selja Stranda
Máling.
Hann vísir á, at Balslev
seinastu árini hevur verið
og framhaldandi fer at
verða teirra umboð í høv-
uðsstaðnum - við øllum
teimum
vørum,
sum
Stranda Máling hevur.
- Sum frá líður verða
okkara vørur eisini at fáa í
Beckers Máling, men hetta
verða ikki somu vørur, sum
Balslev selir.
Jógvan Óli leggur dent á,
at góða samstarvið, sum
Standa Máling hevur við
Balslev, fer at halda fram
óbroytt.
- Balslev fer framhald-
andi at verða okkara "fulla"
umboð í høvuðsstaðnum,
sum hann tekur til.
Standa Máling hevur
keypt Beckers Máling frá
dananum, Joen Eriksen,
sum hevur verið leingi í
Føroyum og skilir føroyskt.
- Joen fer framhaldandi
at reka handilin í Niels
Finsensgøtu, men nú verður
tað so við okkum sum eig-
arum, sigur Jógvan Óli.
Størri hølir
Hann vísir á, at Stranda
Máling sum frálíður ætlar
at útvega sær eini størri høli
í Havn, tí hølini, sum fel-
agið við keypinum nú leig-
ar í Niels Finsensgøtu, eru
ov trong.
- Vit hava smáar 100 fer-
metrar at ráða yvir, men
hetta verður heldur lítið, nú
vit fara at veksa um útboðið.
Jógvan Óli á Fríðriks-
mørk heldur, at Stranda
Máling fær brúk fyri høl-
um, sum eru umleið 200
fermetrar til støddar.
- Við keypinum av Lit-
búðini og Beckers Máling
vilja vit styrkja um okkara
støðu á marknaðinum.
Hann sigur, at Stranda
Máling hevur gjørt onkra
roynd upp ígjøgnum árini
við sølubúð.
- Men eg vil siga, at hetta
er okkara fyrsta veruliga
royndin í so máta, sigur
Jógvan Óli á Fríðriksmørk.
Eivind Jacobsen og Jógvan
Óli á Fríðriksmørk, sum eiga
Stranda Máling, hava nú
keypt Litbúðina og Beckers
Máling í Havn. Joen Eriksen,
sum seinastu árini hevur átt
fyritøkuna, heldur fram sum
dagligur leiðari
Mynd: Jens Kr. Vang