hósdagur 2. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 102 - 2. juni 2005
– Tað undrar meg, at
uppskotið frá Norð-
uratlantsbólkinum
kann koma óvart á
nakran, tí støðan hjá
landstýrinum í hes-
um málinum hevur
verið alment kend
síðani august í fjør,
sigur løgmaður, sum
stuðlar uppskotinum
hjá Norðuratlants-
bólkinum
FÓLKATINGIÐ
Eydna Skaale
Eydna@sosialurin.fo
Tey, ið hugdu at Degi og
Viku í gjár, sóu enn eina-
ferð eina andsøgn ímillum
tað, sum Norðuratlants-
bólkurin førdi fram, og tað,
sum hitt føroyska umboðið
á fólkatingi, Anfinn Kalls-
berg førdi fram.
Mótsigandi útsagnir
Lars Emil Johansen, fram-
søgumaður fyri Norðurat-
lantsbólkin, setti í gjár
fyrispurning fram um at fáa
eina kanning av, hvørjar av-
leiðingar
nýggja
ES-
grundlógin fer at fáa fyri
Føroyar. Lars Emil Johan-
sen endaði við at siga, at
hann »for en god ordens
skyld« kundi boða frá, at
bæði grønlendska og før-
oyska
stjórnin
stóðu
aftanfyri fyrispurningin, tí
bæði løgmaður og lands-
stýrisforðmaðurin í Grøn-
landi, eru samdir um týdn-
ingin av kanningini.
Løtu seinni kom Anfinn
Kallsberg á røðarapallin.
Hann segði seg als einki
kenna til hetta ynski og
vísti á, at hann bæði situr
løgtinginum og í sam-
gonguni. At løgmaður stóð
handan eitt ynski, sum
áleggur dønum at seta bæði
tíð og pengar í eina kann-
ing, sum bert snýr seg um
Føroyar og Grønland, helt
hann ikki kundi vera rætt.
Atkvøðugreiðsla verður
ikki fyrr enn hósdagin, men
alt bendir á, at uppskotið
fer
at
fella.
Annfinn
Kallsberg hevur boðað frá,
at hann atkvøður ímóti.
Løgmaður stuðlar
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður, ger tó allan iva til
skammar.
– Ja, tað er rætt, at eg
saman við grønlendska
landsstýrisformanninum
stóð aftanfyri ynski um at
fáa eina kanning í lag, um
hvørjar avleiðingar ES-
grundlógin fer at fáa fyri
Føroyar og Grønland, stað-
festir hann.
Hann greiðir frá, at tá
hann var á ríkisfundi í
august í fjør, reisti hann
spurningin um ikki ein
kanning átti at verðið sett í
verk, ið kundi kortleggja
avleiðingarnar
av
ES-
grundlógini. Hetta varð
samtykt, og fyri umleið
tveimum mánaðum síðani
kom eisini eitt rit, sum út-
greinaði løgfrøðiligu av-
leiðingarnar fyri Føroyar
og Grønland av nýggju ES-
grundlógini.
– Vit hava nú fingið lýst
løgfrøðiligu avleiðingarnar,
men eg haldi tað eisini vera
av stórum týdningi, at vit
væl og virðiliga fáa lýst
politisku og búskaparligu
avleiðingarnar, sum fara at
standast av nýggju ES-
grundlógini,
staðfestir
Jóannes Eidesgaard, løg-
maður.
Hann játtar, at tað tí er í
tráð við føroysk ynski at
fara víðari við málinum,
júst sum Lars Emil Johan-
sen og norðuratlantsbólk-
urin gjørdi tað á fólka-
tingsins røðarapalli í gjár.
Anfinn visti einki
Spurdur, hvussu tað so ber
til, at Anfinn Kallsberg
einki veit um hetta, hóast
hann er partur av samgong-
uni, svarar Jóannes Eides-
gaard, at tað veit hann ikki.
– Tað hevur verið alment
kent hvat landsstýrið heldur
um hetta málið síðani aug-
ust í fjør, tá ríkisfundurin
var. Tá ynsktu vit eina
kanning, sum eisini kom,
men sum ikki var nóg full-
fíggjað. Tað hevur síðani
verið nevnt í tinginum fleiri
ferðir, at málið hevur eina
slagsíðu, tí vit ongantíð
hava fingið klárlagt bú-
skaparligu og politisku av-
leiðingarnar av nýggju ES-
grundlógini, sigur Jóannes
Eidesgaard
og
leggur
afturat , at hann tí ikki skilir
hvussu hetta uppskotið
kann koma óvart á nakran.
Hann heldur, at Norður-
atlantsbólkurin átti at havt
kunnað Anfinn Kallsberg
betri, áðrenn uppskotið
varð lagt fram á fólkatingi.
– Teir samskifta um so
nógv evni, sum koma fyri,
so eg veit ikki hví teir ikki
eisini hava tosað um hesa
kanningina, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Spurdur, um tað ikki er
hansara ábyrgd sum løg-
maður at syrgja fyri at
kunna samgongulimirnar
um, hvørji uppskot verða
løgd fram, svarar hann, at
hann nokk eisini má taka
ein part av vantandi sam-
skiftinum á seg.
– Eg má bara harmast um
vantandi samskifti bæði
ímillum meg og Anfinn og
ímillum Norðuratlantsbólk-
in og Anfinn, svarar løg-
maður.
Hann sigur víðari, at
hann týskvøldið prátaði við
Anfinn Kallsberg og fekk
greiði á málinum.
– Anfinn er ikki ímóti
eini slíkari kanning, men
hann segði, at hann ikki var
kunnaður um uppskotið,
sum Norðuratlantsbólkurin
legði fram, greiðir Jóannes
Eidesgaard frá.
Kanningarnevnd
setast
Hóast meirilutin á fólktingi
boðaði frá, at hann fer at
atkvøða ímóti, hevur Jó-
annes Eidesgaard ongar
ætlanir um at sleppa kann-
ingini.
– Eg meti tað vera av
størsta týdningi, at vit fáa
hesa kanningina í lag. Tað
segði eg í august í fjør, og
tað standi eg framvegis við.
Eg ætli mær at seta spurn-
ingin fram fyri grønlend-
ingar, um vit í felag skulu
standa fyri eini slíkari
kanning, staðfestir Jóannes
Eidesgaard.
Hann sigur, at ein kann-
ingarnevnd
má
setast,
kanska við føroyskum,
grønlendskum og donskum
serfrøðingum innan ES,
sum kunnu vísa á politisku
og búskaparligu avleiðing-
arnar av nýggju grund-
lógini.
– Tað er sera týdningar-
mikið við innliti í hetta
málið, og og tí fara vit at ar-
beiða ímóti at seta ynski
framaftur, staðfestir løg-
maður at enda.
Fakfesti-
valur um
og fyri
frítíðar-
skúlar
2005
Aftur í ár skipar Syn-
ergi, saman við frí-
tíðarskúlaleiðar-um,
fyri einum fakfesti-
vali. Hesuferð verður
hann 11. august í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði
FAKFESTIVALUR
eydna@sosialurin.fo
Saman við leiðarum á frí-
tíðarskúlum í Eystur-
oynni hevur Synergi aftur
í ár skipað fyri einum
fakfestivali. Hann verður
fyri øll, ið starvast á frí-
tíðarskúlum og øðrum,
sum arbeiða við 6-9 ára
gomlum børnum.
Í ár verður skráin serliga
spennandi. Dentur verður
m.a. lagdur á, um børn
skulu kunna siga »idiot«
ella »fuck you« við hvønn
annan, og um tað er í lagi
at burturvísa einum barni.
Spurningurin, hvørt ein
partur av uppalingini av
børnunum
liggur
hjá
starvsfólkunum á frítíð-
arskúlunum, veðrur eisini
havdur á lofti.
Fyrilestrar
Nógvir fyrilestrar verða
eisini á skránni.
Jógvan Philbrow og
Jarvin Feilberg Hansen úr
Pedagogfelagnum, fara at
hugleiða um evnið »frí-
tíðarheim – hvagar gong-
ur leiðin?«
Margrethe Brun Hansen,
cand. Psych, og rithøv-
undur fer at tosa um
»Hvør hevur ábyrgdina av
uppvøkstrinum hjá børn-
um í dag?«
Emely Næs, pedagogur,
hevur ein fyrilestur við
heitinum »Marte Meo –
høvuðsprinsippið aftan-
fyri arbeiðsháttin«.
Birk Christensen, lærari,
rithøvundur og leiðari
fyri Børns Vilkår, fer at
hugleiða um, »Hvat er ein
góður dagur fyri eitt barn
frá 6–9 ár?«
Anna Louise Stevnhøj,
ið er útbúgvin journalist-
ur, men sum eisini er rit-
høvundur og frosprákari
fyri Børns Vilkår, fer at
tosa um evnið »Tá børn
skeldast«.
Elin Winther Poulsen,
journalistur í ÙF, verður
orðstýrari.
Meira um fakfestivsalin
kann
lesast
á
www.synergi.fo.
Ávirkan av ES-grundlógini:
Løgmaður ynskir eina kanning
løgmaður undrast stórliga á, at Anfinn Kallsberg ikki visti av, at løgmaður stuðlar uppskotinum, sum Norðuratlantsbólkurin setti fram á fólkatingi í gjár. – Tað
hevur verið alment kent síðani august mánað í fjør, at eg ynski eina slíka kanning, sigur hann