hósdagur 2. juni 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
9
Uppskotið hjá Norð-
uratlantsbólkinum í
Fólkatingi er at máa
støðið undan
heimildunum hjá
Føroya Løgtingi og
landsstýrið og tað vil
Anfinn Kallsberg ikki
vera við til
ES OG FØROYAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hetta er at máa støðið
undan teimum heimildum,
sum Løgtingið og Lands-
stýrið hava, og tað vil eg
ikki vera við til.
Anfinn Kallsberg, fólka-
tingsmaður, hevur boðað
frá, at hann fer ikki at at-
kvøða fyri uppskotinum hjá
Norðuratlantsbólkinum,
sum var til viðgerðar í
Fólkatinginum seinnapartin
týsdagin.
Tað er somuleiðis greitt,
at undirtøka er ikki í fólka-
tinginum fyri uppskotinum.
Norðuratlantsbólkurin
hevði skotið upp at biðja
fólkatingið seta í verk eina
óhefta kanning av, hvørja
fíggjarliga og politiska
ávirkan tað fer at fáa
Føroyar og Grønland, um
Danmark samtykkir nýggju
ES grundlógina.
– Eg havi avgjørt onki
ímóti at málið verður kann-
að. Eg haldi eisini, at tað er
uppá sítt pláss at kanna teir
spurningar, sum Norður-
atlantsbólkurin reisir. Men
eg haldi bara ikki, at tað
skal vera fólkatingið, sum
skal standa fyri kanningun-
um, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Landsstýrið skal taka
stigið
Hann sigur, at tað fyrst og
fremst vera landsstýrið og
danska stjórnin, sum fyri-
skipa eina slíka kanning.
– Tann, sum biðjur um
eina kanning er eisini tann,
sum avgerð, hvat verður
kannað. Tað, sum er mest
avgerðandi í eini kanning
er, hvussu arbeiðssetning-
urin hjá kanningarnevndini
ljoðar.
Anfinn Kallsberg heldur
tí, at tað er burturvið at
biðja fólkatingið fyriskipað
eina kanning um, hvørja
ávirkan ES grundlógin fer á
Føroyar.
– Tað er at leypa upp um
føroyskar
myndugleikar,
sum eru høvuðsparturin í
hesum máli, sigur føroyski
fólkatingsmaðurin.
– Tá hevur Norður-
atlantsbólkurin átikið sær
leiklutin sum eitt mini-
landsstýrið niðri á Fólka-
tingi og tað kann eg ikki
taka undir við.
Annfinn Kallsberg sigur,
at hetta er at máa støðið
undan teimum heimildum,
sum Løgtingið og Lands-
stýrið hava fingið og tað vil
hann ikki undir nøkrum
umstøðum vera við til.
– Sjálvandi skulu allir
spurningar kannast. Men
tað má fyrst og fremst vera
Landsstýrið, sum reisir
spurningin og tað má vera
útgangsstøðið.
Hann sigur, at so kann
støða takast til um slíkar
kanningar skulu gerast
saman við grønlendskum
ella donskum myndugleik-
um, men tað skulu vera
føroyingar, sum taka stigið
og fyriskipa arbeiðssetn-
ingin hjá eini kanningar-
nevnd.
– Annars hava føroyskir
myndugleikar sett hol á
eina ES-viðgerð og um,
hvussu vit kunnu fáa eitt
betri tilknýti til ES. Ein
partur av tí arbeiðnum er at
kanna eftir, hvussu ES
grundlógin fer at ávirka
Føroyar.
– Men fer fólkatingið at
samtykkja at samtykkja
eina slíka kanning, uttanum
føroyskar
myndugleikar,
hevði fólkatingið samstun-
dis verið við til at máa støð-
ið undan teimum heimild-
um, sum føroyingar hava og
tað høvdu føroyskir mynd-
ugleikar, ikki verið fegnir
um, sigur Anfinn Kalls-
berg.
– Vit vita, at nýggja
ES grundlógin fer at
fáa avleiðingar fyri
Føroyar, men við
miðvísum taktikki
hevur danska stjórnin
syrgt fyri, at binda
føroyingar og
grønlendingar niður,
sigur Høgni Hoydal
ES OG FØROYAR
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin
– Tað, sum fer fram í løtuni
er miðvísur taktikkur hjá
donsku stjórnini í eini
roynd at binda føroyingar
niður. Og tíverri tíverri
hjálpir Føroya løgting væl
til.
Høgni Hoydal, fólka-
tingsmaður er sjálvandi
vónbrotin av, at Fólkatingið
ikki vil samtykkja upp-
skotið frá Norðuratlants-
bólkinum um at seta eina
óhefta kanning í verk fyri at
vita, hvørjar fíggjarligar og
politiskar avleiðingar tað
fær fyri Føroyar, um Dan-
mark góðkennir nýggju ES-
grundlógina.
Frammanundan
hevði
hann eina varisliga vón um,
at fólkatingið fór at taka
undir við málinum, tí teir
vóru allir positivir.
– Men eftir at stjórnin
hevur verið í holt við flokk-
arnir, sær út til at teir hava
broytt støðu og nú er greitt,
at uppskotið verður felt.
Danir samráðast við
seg sjálvar
Høgni Hoydal sigur, at tað
er alneyðugt at kanna út í
æsir, hvørjar avleiðingar
tað fer at fáa fyri Føroyar
um ES grundlógin verður
samtykt.
Men tað er eisini neyðugt
at kanna, hvussu tað ávirk-
ar Føroyar, um Danmark
tekur av síni fyrivarni og
fer at samstarva við ES um
ein felags uttanríkispolitikk
við einum felags uttanríkis-
ráðharra, um verju- og
trygdarpolitikk, um stats-
borgaraskap og gjaldoyra.
– Trupulleikin er, at Dan-
mark umsitur nøkur máls-
øki vegna Føroyar og verða
tey málsøkini løgd undir
ES, fer tað sjálvsagt at fáa
avleiðingar fyri okkum.
Høgni Hoydal nevnir
nøkur dømi, sum kunnu
elva til trupulleikar, men
sum als ikki eru lýst.
– Hvat hendir nú um ES
fær ein felags hvalaveiði-
politikk? Hvat so við Før-
oyum og Grønlandi, verða
vit umfatað av honum?
Hvat nú um Danmark situr
við formansskapinum í ES
og skal samráðast við
Føroyar og Grønland um
hvalaveiðimál. Skal Dan-
mark og samráðast við seg
sjálvt?
– Hvat hendir um ES
lýsir handilsbann ímóti t.d.
íslendingum, fyri hvala-
veiði?. Eru vit so umfatað
av tí?
– Hvat hendir um ES
lýsir kríggj? Verða Føroyar
og Grønland so umfatað av
krígnum og verða okkara
land og sjóøkið til taks í
krígnum?
Og hvat við útlendinga-
politikkinum og visareglum
og reglum um, hvør sleppur
inn og út í ES? Verða
Føroyar eisini umfatað av
teimum reglunum?
Løgtingið hjálpir væl
til
Høgni Hoydal sigur, at alt
hetta, og nógv annað, eru
ivamál, sum tað er alneyð-
ugt at fáa lýst.
– Gongdin er tann, at
fleiri og fleiri málsøki
verða løgd undir ES og tí er
alneyðugt at vit kanna,
hvussu hetta ávirkar okkara
støðu.
Høgni Hoydal sigur, at
sum er heilt burturvið í
hesum máli, er, at sam-
stundis sum Danmark er í
ferð við at leggja uttanríkis-
politikk, verjupolitikk og
gjaldoyramál undir ES,
hevur Løgtingið samtykt í
yvirtøkulógini og uttanrík-
ispolitisku heimildarlógini,
at hetta eru málsøki, sum
vit ikki kunnu yvirtaka.
– Tað er ongin ivi um, at
danska
stjórnin
hevur
strongt á fyri at fáa Løg-
tingið at samtykkja hesar
báðar lógirnar fyri at
sleppa undan at fáa trupul-
leikar av føroyingum og
grønlendingum, nú teir
sjálvir eru á veg longur inn
í ES.
– Tað er heilt burturvið,
at føroyingar skulu vera so
góðtrúgvnir, at vit hava
slept okkum øll kort av
hondini, samstundis sum
danir eru áveg longur inn í
ES, uttan at avleiðingarnar
fyri Føroyar eru lýstar.
Miðvísur taktikkur
Høgni Hoydal sigur, at
hetta er einki minni enn ein
fólkaræðilig vanlukka fyri
Føroyar.
– Tað er ongin ivi um, at
hetta er miðvísur taktikkur
hjá donsku stjórnini fyri at
sleppa undan trupulleikum
við Føroyum og Grønlandi
og fyri at forða fyri, at
danska ríkið syndrast.
– Fleiri røddir í Grøn-
landi hava boðað frá, at
leggur ES gjaldoyra, uttan-
ríkispolitikk o.s.fr, undir
ES, mugu føroyingar og
grønlendingar sjálvir yvir-
taka hesi málsøki at umsita.
– Men nú hevur løgtingið
samtykt at vit kunnu ikki
yvirtaka hesi málsøki og
tað er miðvísur taktikkur
hjá donsku stjórnini fyri at
binda Føroyar og Grønland
niður fyri at sleppa undan
trupulleikum í rikisfelags-
skapinum, nú ES verður
meiri og meiri saman-sjóð-
að.
Serliga heldur Høgni
Hoydal, at Anfinn Kalls-
berg hevur verið eitt vón-
brot á fólkatingi.
– Hvørja ferð, hann er á
Fólkatingið, hevur hann
stuðlað donsku stjórnini.
Høgni Hoydal sigur, at
Anfinn Kallsberg hevur
ongantíð givið sína støðu til
kennar í hesum máli, fyrr-
enn á fólkatinginum týs-
dagin, tá ið hann vísti mál-
inum frá sær.
–Tað var kærkomið hjá
donsku stjórnini, tí hon
vísti fleiri ferðir til Anfinn
Kallsberg, tá ið hon skuldi
grundgeva fyri, at vísa
uppskotinum
um
eina
kanning frá sær.
Høgni Hoydal sigur, at
heldur Anfinn Kallsberg at
tað er landsstýrið, sum
eigur at taka stig til eina
slíka kanning, kundi hann
havt tikið stig til at gjørt
eina slíka kanning,. hann
kundi eisini havt boðað frá
síni støðu frammanundan,
so at føroyingar kundu
sloppið undan at farið í
tvíningar
á
fólkatingi
týsdagin.
Hetta er at leypa uppum
føroyskar myndugleikar
– Norðuratlantsbólkurin hevur átikið sær leiklutin sum eitt
mini- landsstýrið niðri á Fólkatingi og tað kann eg als ikki taka
undir við, sigur Anfinn Kallsberg
Miðvísur taktikkur fyri
at binda føroyingar niður
– Danska stjórnin ger alt fyri at binda føroyingar niður, nú teir
sjálvir eru á veg longur inn í ES og tað eydnast væl, við góðari
hjálp frá løgtinginum, sigur Høgni Hoydal