Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 102 - 2. juni 2005 Tað má ásannast, at spurningurin um avleiðing- arnar fyri Føroyar og um avleiðingarnar fyri ríkisfelagskapin av nýggju ES grundlógini er ein viðkomandi spurningur. Tað er tí skilagott av Norðatlantsbókinum at reisa hendan spurning. Hetta er avgjørt eitt mál, ið hevur al- mennan áhuga í Føroyum. ES grundlógin uttan mun til hvørja lagnu, ið hon fær, má hava nakrar viðfevndar avleiðingar, tí talan er um ein sáttmála, ið røkkur langt inn á suverenitetin hjá øllum limalondum. Ein kan siga, at tað í grundinier spell, at fólka- tingið ikki tók hesa avbjóðingina upp. Hinvegin kann tað eisini vera nakað um sjónarmiðið hjá fyrreverandi løgmanni um, at hetta mál meira hoyrir heima á løgtingi enn á fólkatingi. Spurn- inguirn er eisini, um ikki hetta mál júst hevði verið í betri hondum á løgtingi enn á fólkatingi. Men vit halda, at tað er skeivt at lasta Norðatlantsbólkin fyri at hava tikið hetta mál upp. Bólkurin arbeiðir á sínum øki,sum er fólkatingið og tað er einki at finnast at. Hinvegin er málið fallið, men tað eigur ikki at detta burtur úr almenna orðaskiftinum fyri tí. Landsstýrið eigur tí at taka stig til, at tann kanning, sum talan hevur verið um, verður framd. Løgtingið eigur at seta pengar av og landsstýrið eigur at seta kanningina í verk. Tað ber til at finna ein bólk av føroyskum og út- lendskum serfrøðingum at gera hetta arbeiðið. Hesum eiga allir partar at vera áhugaðaðir í - andstøða eins væl og samgonga. Tað ber ikki til í einum fólkaræði at forkasta alt, sum and- støðan kemur við. Takið tí málið upp, har tað hoyrir heima, nevniliga her á landi. DAGSINS MEINING Sosialurin Eitt viðkomandi mál Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Natusan og børn BRÚKARASAMTAKIÐ Natusan verður nú næstan dagliga viðgjørt av brúk- araráðunum í granna- londunum, men sær hetta ikki út til at rína við hjá SCA Hygiene Products, ið stendur fyri marknaðarfør- ing av Natusan um okkara leiðir. Til pinkubørnini bjóða tey papírsklútar at vaska endan við undir navninum Natusan Baby Wipes. "Reint sum tað reinasta vatn" siga tey sjálvi. Alt er skjalprógvað, men tað er ikki tøkt fyri almenningin- um, sigur kunningarstjórin í SCA Hygiene Products A/S, Ulla Rode. Sannleikin vísur seg at liggja nakað burturi frá tí, ið SCA Hygiene Products boðar frá. Klútarnir inni- halda nevnliga parabenir, ið eru undir illgruna fyri at órógva hormonini. Júst somu hálovandi orð verða brúkt í marknaðarfør- ingini av Natusan Baby Top-To-Toe Wash, hóast sápan inniheldur bæði par- abenir og parfumu. Afturat tí skaðiliga árin- inum á børnini, vísa fleiri umhvørvisfelagsskapir á, at evnini eisini eru skaðilig fyri náttúruna. Eitt nú hev- ur norski umhvørvisfelags- skapurin Grønn Hverdag (www.gronnhverdag.no), og danski brúkarafelags- skapurin Danmarks Aktive F o r b r u g e r e (www.aktiveforbrugere.dk) leingi ført eina miðvísa herferð ímóti fleiri Natus- anvørum frá SCA Hygiene Products. Danska Brúkararáðið (www.forbrugerraadet.dk) hevur melda SCA Hygiene Products til donsku um- hvørvismyndugleikarnar fyri villeiðandi marknaðar- føring. Trupulleikin við tí marknaðarføringarhátti, ið verður brúktur um Natusan er, at vøran verður lýst sum sera rein og náttúrlig, og tí gevur eina mynd av, at vøran mestan er góð fyri barnið at nýta. Hetta er eisini tað, ið tey flestu for- eldur hugsa. Men bara við at hyggja at vørulýsingini, sæst ein annar sannleiki. Afturat hesum vísur ein kanning hjá danska brúk- arablaðnum Tænk (www.taenk.dk), at teir vátu papírsklútarnir inni- halda 57 ymiskar heilsu- skaðiligar evnafrøðiligar samansetingar. Millum annað Idoproponyl Butyl- carbamate (IBC). Hetta evnið er til dømis ikki loyvt at nýta í varrastift, tí varrar- nar tola tað ikki. Ella Butylparaben, sum er skrá- sett sum sera vandamikið fyri umhvørvið. Natusan Kids Seinasta nýggja frá SCA Hygiene Products er Natu- san Kids. Ein røð av lit- ríkum dunkum við alskins sløgum av smílandi fruk- tum. Eisini ein marknaðar- føring, ið lættliga villeiðir foreldur til at hugsa, at vøran einans er gjørd úr tí besta, ið náttúran kann bjóða. Aftur her er málbólkurin tey smæstu, og aftur her leggur SCA Hygiene Pro- ducts líka í, hvørji skaðilig evni verða blandaði í sáp- una. Millum annað Para- benir, litevni, parfuma og ymisk haldevni, ið kunnu elva til ovurviðkvæmi. Kortini breggja tey sær í marknaðarføringini av tí skjalprógvaða mildni, ið vøran stendur fyri. Hetta er tí fallið mongum fyri bróst- ið, og í Svøríki hevur Svenska Naturskyddsför- eningen (www.snf.se) melda SCA Hygiene Pro- ducts fyri villeiðandi marknaðarføring, meðan Danmarks Aktive Forbru- gere hevur gjørt tað sama í Danmark. Á føðideildum í Dan- mark og Norra hevur í langa tíð verið vanligt at bjóða teimum nýggju mammunum ymiskar vørur frá Natusan. Men í Norra siga jarðamøðurnar nú stopp. Serliga tí at SCA Hygiene Products heldur seg langt burturi frá øllum heilsu og umhvørvis merk- ingum. Ístaðin vilja tær hava Svanamerkta merkið Babyline frá donsku fyri- tøkuni Derma Pharm. Í Føroyum fáa nýklæktu mammurnar ein pakka frá apotekinum. Har lova tey, at pakkin inniheldur hvørki Natusan, luktilsi ella para- benir. Stóru handilsketurnar Coop og Matas standa fyri einum stórum parti av søl- uni av Natusan. Væl vitandi um vandan, ið okkara smæstu verða sett í, vilja tey ikki taka vørurnar av hyllunum. Tó hevur Coop lagt trýst á SCA Hygiene Products um at finna onnur evni ístaðin fyri tey skaði- ligu, meðan Matas hevur heitt á tey um at fáa vør- urnar til børn Svana- merktar. Svanamerkið, ið er eitt norðurlendskt góðsku- merki, veitir trygd fyri, at vøran er framleidd so rein og umhvørvisgóð sum møguligt. Men SCA Hygiene Pro- ducts staðfestir, at ongar ætlanir eru um at broyta samansetingina í vørum til børn. Hetta hava tey eisini loyvi til, tí eingin lóg bann- ar ávísum evnum til henda málbólk. Hetta hóast evnini eyðsæð gera nógv størri skaða á børn enn vaksin. Lesið Sosialin - so eru tit við