hósdagur 2. juni 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
11
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Hjálp til Beate
Heðin Mortensen
Borgarstjóri
Beate L. Samuelsen vísir
enn einaferð sítt manglandi
innlit í arbeiðið í býráðnum
í greinini "Høgakai og
Lágakai eru ikki eftir
bókini". Hóast vantandi
hugin hjá Beate at seta seg
inn í málini, og vaksandi
hugin at flyta býráðsarbeið-
ið í fjølmiðlarnar, vil eg
fegin hjálpa við at lýsa
málsgongdina.
Høgakai og Lágakai
Tórshavnar kommuna hev-
ur gjørt eina ætlan um
ábøtur fyri økið kring
Lágukai, Høgukai og Müll-
ers Pakkhús. Her er talan
um fríðkan av økinum, um
at gera tað gangandi hjá illa
gongdum og um at knýta
verandi gongubreyt við
bátabrúgvarnar í Vágsbotni
saman við Lágukai. Hetta
síðsta arbeiðið er farið í
gongd og verður goldið av
rakstarkontoini hjá Tórs-
havnar
Havn
við
kr.
800.000. Arbeiðið er í høv-
uðsheitinum av tílíkum
slag, at tað verður bólkað
undir umvælingar og rakst-
ur, tí hevur umsitingin
mett, at eingin orsøk er til
at viðgera tað politiskt.
Restin av arbeiðinum
skal fíggjast av Tórshavnar
býráð. Á íløguætlanini fyri
2005 eru pengar avsettir til
endamálið, so tað er ikki
rætt, tá Beate sigur, at mál-
ið ikki hevur fingið polit-
iska viðgerð í býráðnum.
Havnanevndarformað-
urin hevur vegna nevndina
boðað Tórshavnar Havn
frá, at peningurin kann
brúkast til umvælingarar-
beiðið. Havnanevndarlim-
irnir eru skrivliga kunnaðir
um ætlanina, ikki bert
munnliga, sum Beate vil
verða við.
Hin parturin, sum nú skal
farast undir, stendur Tórs-
havnar
kommuna
fyri.
Hetta hevur verið til við-
gerðar í byggi- og býar-
skipanarnevndini 2. mai
2005, fíggjarnevndini 18.
mai 2005 og býráðnum 26.
mai 2005, har samtykt varð
at játta kr. 800.000 til
endamálið.
Posthúsbýgningurin
Arbeiðið við at seta post-
húsbygningin í stand, byrj-
aði í 1999. Arbeiðið skuldi
fevna um fyrisitingarhøli,
skjalagoymslu og starvs-
fólkamatstovu í kjallaran-
um. Farið var undir ar-beið-
ið, men avrátt varð ávegis
at bíða við skjalagoymsluni
og starvsfólkamatstovuni.
Seinni hevur so verið
arbeitt víðari við at betra
um umstøðurnar hjá skjala-
goymsluni, somuleiðis sum
starvsfólkainngongdin,
goymslurúm og hølir til
húsavørðarnar eru gjørd.
Arbeiðið, sum nú er eftir, er
sostatt at gera høli til
starvsfólkamatstovu liðugt
og endaliga avgreiða um-
støðurnar
hjá
skjala-
goymsluni. Arbeiðið hevur
higartil verið fíggjað av
viðlíkahaldskontoini
hjá
húsaumsitingini.
Ætlanin er, at hølini
skulu kunna nýtast til onn-
ur endamál, umframt at
virka
sum
starvsfólka-
matstova, eitt nú matstovu-
virksemi uttanfyri arbeiðs-
tíð hjá Tórshavnar komm-
unu. Sostatt kann bygning-
urin gerast eitt ískoyti til
"mentunargøtuna",
sum
kommunan vil gera í Tórs-
gøtu. Fyri at røkka tí støði,
sum ein tílík matstova krev-
ur, er tørvur á, at kr.
900.000
verða
játtaðar
afturat til arbeiðið.
Arbeiðið er byrjað á
heysti 2004 og víðkað í
byrjanini av februar mánað
2005 til eisini at fevna um
starvsfólkamatstovu. Við-
merkjast kann, at hetta var,
meðan Beate sat í sam-
gongu. Verkætlanin er við-
gjørd politiskt yvir eitt
longri
tíðarskeið,
við
byrjan heilt afturi í 1999, tá
verkætlanin varð gjørd.
Býráðsumsitingin hevur
heitt á Guttesen og Staks-
berg um at gera seinasta
part av arbeiðinum. Gutte-
sen og Staksberg hava gjørt
fyrru umbyggingina lidna
og kenna sostatt bygningin
og umstøðurnar. Vit hava
gjørt hetta fyri at spara tíð
og pening.
Vónandi kann henda lýs-
ing av hesum málum greiða
nakrar av teimum spurn-
ingum, sum Beate sat við.
VIÐMERKINGAR
Soleiðis kann rytmiskur tónleikur eisini vera
Ólavur Hátún
Ikki vóru nógv fólk møtt til
konsertina hjá bólkinum "A
KIND of B....Quartet" í
Norðurlandahúsinum sein-
asta leygardag, og tað var
spell, tí vit, sum vóru har,
fingu eina ógloymandi tón-
leikauppliving. Ikki tí, her
var ikki talan um Bach,
Mozart, Brahms og teir,
sum liggja mínum hjarta
næstir, men um rytmiskan
tónleik hallandi mest til
jazzin
Framførslurnar vóru tó
so heilt øðrvísi, enn ljóð-
førissamansetingin
el-
guitar, el-bass, ljómborð og
slagverk vanliga býðir til.
Onki niðrandi skal sigast
um tann tónleikaliga ovur-
huga og tey ógvisligu orku-
tøk, sum á okkara tónleika-
pøllum eins og eisini aðra-
staðni fáa ungdómsligar
áhoyrarafjøldir upp at darta
og sveiggja og skapa eina
felags kenslu og tilvitan, ið
eisini hevur varandi virði.
Ivaleyst hava tær ungu
genturnar í Fuglafirði, sum
Sosialurin endurgav so
negativt um teirra uppliv-
ing av kvartettini, væntað
sær slíka eggjandi løtu, har
tónleikurin í sjálvum sær
ofta kann vera heldur
lættisoppakendur. Men teir
fýra ungu spælimenninir
Leo úr Argentina, Marco úr
Napoli,
Frederico
úr
Venezia og Bjarki úr Havn,
ið hava lisið saman á
heimsgitna
tónlistarsetr-
inum Berklee College of
Music í Boston, eru komnir
longur enn til at hava tað
sum eitt høvuðsendamál
við sínum spæli at fáa salin
upp at kóka. Hjá mær, sum
fekk tvey høvi til at fáa
latið upp fyri hesum mær
so fremmanda tónleika-
heimi, gekkst tað so, at eg
sum frá leið gjørdist meira
og meira hugtikin av hesum
sublima, impressionistiska
samanspæli.
Ofta var tað so, at el-
bassurin - stillisliga, so tú
neyvan varnaðist, at hann
var byrjaður - legði støðið.
Ljómborðið kundi so bera
fram ein lagastubba, hand-
fara hann eina løtu og síðan
lata hann yvir til el-guit-
arin, sum sat til reiðar at
lofta og spinna víðari. Slag-
verkið tók undir, og meðan
temaið nú ferðaðist frá
ljóðføri til ljóðføri, stuðlað
av viðkvæmum fylgispæli
frá hinum, mentist heildin,
dynamiskt skiftandi frá
einum pianissimo og upp til
eitt munandi forte. Eins og
við virðiligari føroyskari
kvøðing ella einari fuga hjá
J.S.Bach vórðu vit lurtandi
meira og meira drigin við í
hesum so væl samansjóð-
aða tónleikatoymi.
Bygnaðurin var ymiskur
frá ferð til ferð, og eisini
upplivdi tú beinleiðis im-
provisatión, har musikarnir
vakið og neyvt góvu gætur
hvør eftir øðrum; men aðal-
eyðkenni var eitt tónlistar-
ligt støði, hvørs fortreytir
umframt viðføddar gávur
eru hollur teoretiskur kunn-
leiki, fullkønur spælifør-
leiki, listarligur disiplinur
og eitt opið skapandi sinni.
Vegurin til slíkt støði er
áralangt slit á hægri læri-
stovni, tí tónlistargávurnar
eru bara fyrsta fortreytin.
Væl hevði eg unnað fleiri
av okkara evnaríku rytm-
isku tónleikarum at verið
við og vunnið sær íblástur
hesa minniligu tónleika-
løtuna í Norðurlandahúsin-
um, hoyrt Leo pianistin,
"one of the most talented
guy at Berklee", fara sum
hvirluvindur eftir tangent-
unum, og tónaskaldið Fred-
erico, hvørs kensluborni
tónleikur og fjøltáttaða
guitarspæl hugtók okkum,
hoyrt, hvussu Bjarki, fyrr
eitt navn í okkara popp-
tónleikaheimi, nú hevur
ment seg til búnan tón-
listamann við munandi
breiðari spektrum, og sein-
ast og ikki minst eygleitt
Marco, sum handfór sítt
slagverk so meistarliga og
so fjølbroytt, sum eg ikki
havi upplivað tað áður.
Vónandi verður høvi at
hoyra hesar tónleikasnill-
ingar aftur á okkara leiðum.
Slíkt høvi kundi verið
Listastevnan eitt komandi
ár, har listarliga dygdin jú
verður sett í hásæti.
Føroyar í 2015
Føroyar sum útbúgv-
ingardepil innan sjóvinnu
Bill Justinussen,
løgtingsmaður fyri
Miðflokkin
At leggja eina politiska
ætlan fyri komandi 10
árini er eitt skilagott stig,
sum Føroya løgmaður
hevur tikið. Politikkur
snýr seg m.a. um at síggja
frameftir og at fyrireika
seg til avbjóðingar, sum
enn ikki eru komnar und-
an kavi. Neyðugt er at
hava visiónir fyri framtíð-
ina, tí uttan visiónir doyr
fólkið, sigur Salomon í
orðtøkum sínum.
Miðflokkurin
tekur
hesa ætlan sum eina pos-
itiva avbjóðing. Vit vilja
positivt samstarva um á
politiskum støði at fyri-
reika okkara samfelag til
framtíðina. Eg fari í nøkr-
um lesarabrøvum at vísa á
nakrar gongdar leiðir fyri
okkara samfelag.
Hvat duga
føroyingar
Eg haldi, at føroyingar í
alt ov lítlan mun hava
dyrkað okkara sterku síð-
ur sum fólk. Vit eru ein
sjóvinnutjóð, og okkara
sterkasta síða er uttan iva,
at vit útbúgva og eiga
millum heimsins bestu
sjómenn. Á øllum heims-
høvunum sigla teir um-
borð á skipum úr mong-
um tjóðum, og hava teir
gott orð á sær allar staðir.
Útbúgvingin, sum teir
kunnu nema sær í okkara
egna landi, er høvuðs-
grundarlagið undir hesum
veruleika, og hon røkkur
til allar uppgávur, sum
finnast í sjóvinnuni.
Føroyar
útbúgvingardepil
Og júst á útbúgvingingar-
økinum eiga vit føroyingar
at selja okkum munandi
betri. Hví ikki gera Før-
oyar til ein útbúgvingar-
depil fyri sjófólk, so tey
kunnu koma frá nær og
fjar til land okkara at nema
sær sjóvinnuútbúgving.
Hví er tað bara náttúrligt
fyri okkum føroyingar at
fara aðrastaðir at fáa út-
búgving, meðan tað tykist
trupult at fáa onnur henda-
vegin? Hetta er ein av-
bjóðing, sum landsstýrið
eigur at taka í størsta álv-
ara og kann uttan iva ger-
ast eitt annað bein at
standa á. Vit føroyingar
duga at fiska, vit duga at
manna skipini og at út-
búgva sjófólkið. Lat-ið
okkum selja hesa vitan og
fáa okkum vinning úr
hesum møguleikum.
Tað snýr seg um at selja
"know how". Hvussu nógv
hava føroyingar fingið
burturúr at givið okkara
vitan burtur eitt nú innan
rækjuvinnuna, nótavinn-
una
og
flakavinnuna?
Hvussu nógvir føroyingar
hava ferðast kring heimin
og hildið skeið og fingið
inntøkur til landið tann
vegin? Og so kunnu vit
spyrja hinvegin. Hvussu
nógvir t.d. norðmenn hava
ókeypis givið okkum ráð
og vegleiðing innan eitt nú
alivinnuna? Og hvussu
nógvir danir eru ikki her
árið runt og selja okkum
skeið innanfyri nærum øll
lívsins viðurskifti? "Know
how" er ein søluvøra, sum
fólk vilja geva høgan prís
fyri. Her eru ótroyttir
møguleikar fyri okkum
føroyingar, serliga innan
sjóvinnuútbúgvingarøkið.