Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 102 - 2. juni 2005 Rættur hátíðardámur var í Gøtu týsdagin 31. mai í samband við at Anna Maria Mikkelsen í Syðru- gøtu fylti 100 ár. Umleið 500 fólk vóru til føðingardagin, sum varð hildin í Filadelfia við Gøtu- gjógv FØÐINGARDAGUR Myndir: Bárður Lydersen 100 ferðir takk fyri, segði Anna Maria Mikkelsen, ella Mia á Støðini, sum hon verður rópt, tá Jóannes Eidesgaard løgmaður heils- aði upp á hana og ynskti henni tillukku við 100 ára føðingardegin. Umleið 500 fólk vóru til føðingardagin, sum varð hildin í Filadelfia við Gøtu- gjógv. Umframt bygdar- fólk, familju og kenningar vóru eisini umboð fyri fleiri almennar stovnar. Av teimum hildi hesi talu: Jóannes Eidesgaard. løg- maður, Hans Pauli Strøm. landsstýrismaður, og Petra Jónsdóttir, stjóri á Al- mannastovuni. Eisini vóru fleiri onnur sum hildu talu. Anna Maria var sera væl nøgd og takksom fyri dag- in. Alt eydnaðist væl og veðrið var av tí besta. Mia er ikki tann einasti í fam- iljuni sum hevur fylt hundr- að ár. 19. 1977 fylti mamma hennara, Jóhanna, eisini hundrað. Her hava vit nakrar myndir frá hátíðarhaldinum. Anna Maria Mikkelsen 100 ár: 100 ferðir takk fyri NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.