Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 2. juni 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 2. juni. Marcellinus, prestur í Róm, sum varð hálshøgdur umleið ár 300. Mikudagin 1. juni varð Hildebrand Midjord, sum tann 1. juli hevur koyrt bý- buss í Havn í 25 ár, heiðr- aður av Tórshavnar Komm- unu. Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði hon- um blómur og gávur frá býráðnum. Heðin segði m.a. at teir vóru báðir komnir sum ungir til Havnar úr Suðuroy í 50-unum, Hildebrand úr Lopra í 1952, og hann av Tvøroyri í 1956, og báðir høvdu teir búð her síðan tá. Hann segði eisini, at í dag er tað ikki so vanligt, at fólk eru so leingi í sama starvi. Og at tað má vera eitt krevjandi arbeiði at vera bussførari í nógvu ferðsluni í býnum. Hildebrand, sum verður 67 ár í september, byrjaði at koyra býbuss 1. juli 1980, tá P/F Bil rak Bussleiðina. Mynd: Jens Kristian Vang Bussførari í 25 ár: Hildebrand Midjord heiðraður Rætting Í gjár skrivaðu vit, at Andr. William Restorff byrjaði at handla í 1994. Sjálvandi skal tað vera 1894. Vit biðja orsaka mistakið. Sosialurin Andlát & jarðarferðir Jóhann Hermansen á Tvøroyri, vanliga nevnd- ur Hanniba, andaðist sunnudagin 29. mai, 89 ára gamal. Kistan fer úr sjúkrahúskapellinum mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju fríggja- dagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jóhann, kunnu lata Tvør- oyrar kirkju eina pen- ingagávu. Konto í Føroya Sparikassa. Elsa Mittelstein, ættað úr Sandavági, búsitandi í Havn, andaðist sunnu- dagin, 85 ára gomul. Kistan fer úr Lands- sjúkrahúskapellinum mikudagin klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju hósdagin klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Elsu, kunnu lata Lágar- garði eina gávu. Konto í peningastovnunum. Lis Nolsøe í Klaksvík andaðist 29. mai, 80 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Christianskirkj- uni hósdagin klokkan 13.30. Jákup Eli Steffensen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin, 73 ára gam- al. Kistan fer úr kapell- inum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Chris- tianskirkjuna hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Jákup Eli, kunnu lata kirkjuni í Árnafirði eina peningagávu. Ragnhild Olsen í Rituvík andaðist á Landssjúkra- húsinum mánadagin 30. mai, 67 ára gomul. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Otto Kruse av Eiði andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi 31. mai, 82 ára gamal. Kistan fer av Røktarheiminum í Runavík í dag klokkan 17 í Eiðis kirkju. Jarðarferðin verður kunngjørd seinni. Kelda: Útvarp Føroya Ja, nú eru tit bæði farin, tit bæði á Byg- marksvej 18, har man altíð var so væl- komin og hevði tað so gott. Hans fór 14. juni 2001 og Majan fór 4. apríl 2005. Tit giftust í Sands kirkju 26. mars 1947, stórkavi lá um alt landið, so brúð- urin vassaði í kavanum í gummistyvlum og brúðarstási út í kirkjuna. Tit búsettust í Mykinesi, tey fyrstu árini, fingu tit tvær gentur, Kristinu í 1947 og Bergit í 1948. Tá tær komu til skúlaaldur, fluttu tit til Havnar, Hans var sjómaður, men hann arbeiddi eisini á landi, á heilsøluni hjá Poul Hansen og á Bacalao, meðan hann bygdi húsini í Mortanstovubrekku. Men sjógvurin dróg, fór at sigla við Tjaldrinum, tann fyrsta túrin var saman- stoytur í Oyrasundi millum Tjaldur og Colorado, tá kom hann ikki til skaða, men nøkur ár seinni misti hann tveir fingrar, tá teir skuldu loysa av Havnini, tað var ringt hjá honum, eg minnist hann sat við hesum stubbunum í sápu- vatni og bloytti, so tolin sum hann altíð var, segði hann bara »hetta man fara at laga seg«. Majan var røsk at binda, tað eru ikki fá eygu ið hon hevur latið av stokkum. Tá Kristina og Bergit vóru lítlar, bleiv alt bundið, frá innast til uttast, ja um tað so vóru kavadraktirnar so blivu tær eis- ini bundnar, ja flottir vóru kjólarnir, ið hon bant teimum, og tað var ikki bara uppá tey hon bant, men eisini uppá tey nærmastu. Tað var saknur hjá Maju tá eyguni fóru at bila, og hon ikki sá at binda meir. Í 1967 fingu tit Jóhannes, tá var frøði, vit fingu øll ein lítlabeiggja, annars høvdu tit forkela mínar dreingir, sum um tit áttu teir sjálvi, teir vóru jú eisini góðir við tykkum, bæði mostur og gubba. Vit hava so nógv at takka tykkum fyri, og øll tey góðu minnir vit eiga um tykk- um. Saknurin er stórur. Hvíl í friði. Johanna Maria Týsdagin 31. mai 2005 fór flyvespecialist Frede Jen- sen í Havn frá við pensión hjá Færøernes Kommando eftir 38 ára tænastu í Før- oyum. Frede Jensen varð kallað- ur til hertænastu í hjá danska flogvápninum í 1964. Eftir at grundskúlin var liðugur, var hann í tæn- astu á Flyvestation Karup. Í januars 1965 kom hann til Flyverdetachment 605 – sum seinni kom at eita Flyvestation Tórshavn og Eskadrille 605, og síðan 2001 Færøernes Komman- do. Í síni tænastu í Føroyum gjørdi Frede sáttmála við flogvápnið, og varð hann í 1965 settur sum hermaður. Tvey ár seinni fór hann aftur til Danmarkar og gavst í herinum í 1967. Hann var tó so væl nøgdur við tíðina í Føroyum, at hann aftur setti seg í sam- band við flogvápnið, gjørdi sáttmál við teir, og kom aftur til Føroyar í 1968. Her hevur hann so verið øll hesi árini, til hann nú bleiv pensioneraður. Hann hevur arbeitt undir øllum stjór- unum í Mjørkadali uttan tí fyrsta. Frede er giftur Mensy, sum er føroysk, og tey eiga tríggjar vaksnar døtur: Ann, Osvør og Jorita. Frede Jensen pensioneraður Ole Friederich, stabschefur, (h.m.) takkar Frede Jensen fyri góða og trúgva tænastu Minningarorð um Hans og Maju Heðin Mortensen og Ingrid og Hildebrand Midjord Mynd: Jens Kr. Vang