hósdagur 2. juni 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 102 - 2. juni 2005
Børnini í 6. flokki í Fugla-
fjarðar skúla høvdu nátt-
úrutøkni fríggjadagin 13.
mai tá tey saman við lær-
ara, gartnara og hjálpar-
fólki vóru í Miðstaðarlund-
ini og plantaðu summar-
blómur. Tey skuldu læra eitt
sindur um planting, og var
tað eitt gott høvi at hava tey
við. Veðrið var av tí allar
fagrasta, og hýrurin sum
vera man góður.
Eftir at hava tosað eitt
sindur um planting av
summarblómum, var farið í
gongd. Dreingirnir fóru í
gongd beinanvegin og vóru
skjótt lidnir, meðan gent-
urnar høvdu nógvar spurn-
ingar og fingu eitt gott prát
um
summarblómur
og
planting. Eftir tveimum
tímum vóru tey liðug og
Miðstaðarlundin var nú
prýdd við summarblómum,
sum øll kunnu njóta sýnið
av langt út á heystið.
Fuglafjarðar skúli:
6. flokkur plantar summarblómur
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í
Dreingirnir í 6. flokki í Fuglafjarðar skúla saman við Jonsvein Poulsen, lærara, og Eyðun Larsen frá Fuglafjarðar kommunu
Genturnar í 6. flokki í Fuglafjarðar skúla
Komandi dagarnar
vitjar føroyavinurin
Karsten Vogel í
Føroyum við bólki
sínum Birds of
Beauty, ið sum
kunnugt eisini
hevur havt eina før-
oyska grein, Fagrir
Fuglar, ið eisini
góvu plátu út. Bird
of Beauty vitja í
Havn, á Tvøroyri og
í Skálavík
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
Karsten Vogel og hansara
Birds of Beauty vitja í
Føroyum í hesum døg-
um. Tann 3. juni spæla
tey í Norðurlandahúsin-
um í samaband við, at
Summarframsýningin
letur upp. Leygarkvøldið
4. juni eru tey í Tvøroyr-
ar Klubba klokkan 21 og
sunnukvøldið 5. juni
klokkan 19 eru tey í
Skálavík.
Føroyavinur
Karsten Vogel er gamal í
garði innan tónleik og
hevur eisini mangar ferð-
ir vitjað í Føroyum.
Bólkurin Birds of Beauty
hevur eisini eina serstaka
føroyska grein, nevniliga
Fagrir Fuglar, sum eisini
á sinni gav plátu út,
nevnd Veðurløg.
Søgan um Vogel, fødd-
ur í 1943, er long, tí hann
hevur verið og er sera
virkin maður.
Heilt stutt kann sigast,
at Vogel grundlegði stór-
ar og ódeyðiligar bólkar
sum Burnin Red Ivanhoe
og Secret Oyster og ar-
beiddi eisini nógv saman
við Frits Helmut. Hans-
ara fjølbroytta virksemi
hevur ført hann kring
heimin og til Føroya
fyrstuferð í 1971 við
Burnin Red Ivanhoe.
Hann hevur arbeitt innan
mong tónleikasløg og
innan mong vikisøki.
Vogel hevur fingið heið-
ursgávur og eisini lívs-
langa listalegatið. Hann
hevur innspælt fleiri enn
50 útgávur.
Fuglarnir
Á ferðini í Føroyum
spælir Karsten Vogel
saman við Heidi Peter-
sen, fødd 1971, og før-
oyska guitarleikaranum
Heðin Z. Davidsen.
Heidi er kend sum
trummuleikari
í
Big
Bandinum Wonderbra og
sum trummuleikari til
fleiri danskar sangleikir.
Hon hevur leikt við rock-
bólkum
sum
Uncle
Frank’s Rash og Kin-
guru. Hon hevur fingið
undirvísing á AM linjuni
á Kgl. Konservatoriinum
og hevur eisini nomið
sær kunnleika í Los
Angeles, har m.a. Ralph
Humphfrey
og
Joe
Pocarro undirvístu.
Heðin Z. Davidsen
verður mettur sum ein av
dugnaligastu yngru tón-
leikarunum í Føroyum
og hevur spælt innan
mong tónlistaøki.
Lesið
-so eru tit við!
Birds of Beauty
í Føroyum