Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagin var al- menn móttøka á dag- stovninum Sólareyg- að í Havn. Á stovn- inum eru fýra vøggu- stovur við 12 børnum á hvørjari stovu MÓTTØKA Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Sólareygað liggur ovara- laga á Sundsvegnum, og ikki kann sigast annað, enn at staðið er sera væl egnað til ein dagstovn. Ferðslan framvið stovninum er av- markað, og ikki minst er tað sera hugaligt fyri bæði børn og starvsfólk, at nærmasti granni er hagin. Hetta ger tað sera høgligt at fara ein túr út í náttúruna. Málningurin vendi á høvdinum Sólareygað lat upp um miðjan januar mánað, og síðani fyrsta februar hava 48 vøggustovubørn havt sína dagligu gongd á stovn- inum. Seinni er ætlanin, at tvær av stovunum á stovninum verða gjørdar um til barna- garðsstovur, og av tí at fleiri børn eru á barnagarðsstov- um enn á vøggustovum, fer barnatalið í Sólareygað eisini at vaksa samsvarandi. Nógv fólk var komið sam- an á móttøkuni fríggjdagin. Fleiri røður vóru eisini á skránni, og millum talarar- nar vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Hildur Eyð- unsdóttir, forkvinna í ment- anarnevndini, og Mirjam Johannesen, stovnsleiðari. Heðin Mortensen og Jan Christiansen handaðu vegna býráðið stovninum eina gávu, og var tað ein stórur málningur, ið Anker Mortensen hevur málað. Málningurin eitur "rógva út á Balta" eftir einum goml- um skjaldri. Eitt sindur av látri var eisini, tá ið Mirjan Jo- hannesen fekk málningin handaðan frá borgarstjór- anum og undangongu- manni hansara, tí teir báðir vendu málningin á høvd- inum, tá ið teir skuldu handa hann. Fegin um stovnin Leiðarin á Sólareygað, Mirjam Johannesen, segði í røðu sínari, at hon og hini starvsfólkini á stovninum vóru sera fegin um stovnin, og at tað nú var upp til tey at fylla tær frálíku rammur- nar við tí rætta innihald- inum. Á móttøkuni undirhildu tvey av starvsfólkunum, Kristina Dalsgarð og Jan Jacobsen, annars við frálík- um sangi, og nøkur av teimum elstu børnunum vóru eisini við í fram- førsluni av kenda barna- sanginum "eg banki, eg buki.." Fleiri enn 100 fólk vóru komin saman til móttøk- una, og tað vóru bæði foreldur, ommur og abbar, býráðslimir, umboð fyri aðrar stovnar, grannar og umboð fyri umsiting bý- ráðsins. Nr. 102 - 2. juni 2005 15 Hagin er nærmasti granni Tvey av starvsfólkunum á stovninum, Kristina Dalsgarð og Jan Jacobsen, undirhildu við frálíkum sangi Bæði børn, foreldur, ommur og abbar vóru komin saman til móttøkuna fríggjadagin Mirjam Johannesen, stovnsleiðari, takkaði fyri ein frálíkan stovn, har bæði børn og starvsfólk trívast væl Fitt av fólki lýddu á frálíka sangin í stóra felagshølinum í miðjuni av Sólareygað. Jákup er eitt av yngstu børnunum á stovninum, og hjá honum vóru bæði babba og stórasystir komin við til móttøkuna - Hvønn veg skal hesin venda???, tykjast Heðin Mortensen og Jan Christiansen at spyrja Nøkur av teimum størstu børnunum vóru við í framførsluni av kenda barnasanginum "eg banki, eg buki..."