hósdagur 2. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 102 - 2. juni 2005
Seinasta leygardag
vóru haldarar, sum
vóru nóg skjótir at
tekna seg og starvs-
fólk á Sosialinum við
makum, á útferð í
skotska høvuðsstað-
num, Edinburg. Málið
við ferðini var at
síggja nakað av hes-
um søguríka býi og
annars at "shoppa",
sum konufólkini rópa
tað
ÚTFERÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Vilmund Jacbosen
Á øðrum túrinum á nýggju
farleiðini hjá Atlantsflogi
millum Vágar og Edinburg
vóru flestu setrini í flogfar-
inum
bíløgd
til
Klub
Sosialin, sum eru haldarar
hjá Sosialinum. Við í
ferðalagnum hendan dagin
vóru eisini 29 starvsfólk og
makar hjá starvsfólki á
Sosialinum.
Seinastu árini hevur verið
fastur táttur hjá Sosialinum
at gera eina árliga útferð
vestur í Vágar tíðliga á
sumri. Á hesum ferðum
hevur verið gingið um dalar
og fjøll. Um kvøldið hevur
verið óføra gott "kalt" borð
á Hotel Vágum – við
góðum undirhaldi, og síðan
hava starvsfólkini við mak-
um hugnað sær við dansi
og gist á hotellinum um
náttina.
Sum árini eru liðin, eru
hesir túrar vorðnir so nógv-
ir, at neyvan nakar "pakki"
er eftir, sum Sosialurin ikki
hevur roynt.
Hetta hava verið frálíkir
túrar, sum vit øll minnast
aftur á við gleði og takk-
semi.
Klub Sosialurin og
starvsfólk
Í ár avgjørdi tí leiðslan á
Sosialinum
saman
við
starvsfólki at gera eina ferð
til Edinburg, nú Atlantsflog
er farið undir nýggja rutu
millum Vágar og skotska
høvuðsstaðin.
Klub Sosialurin er eisini
"stovnaður", og í hesum
sambandi bjóðaði Sosial-
urin "gomlum" eins og
nýggjum haldarum at verða
við á hesi ferðini – fyri ein
tilboðsprís.
Stórur áhugi var millum
haldarar at sleppa við til
Edinburg, og á skrivstovuni
hjá Sosialinum siga tey, at
tað eisini vóru fleiri, ið
teknaðu seg sum haldarar
undan fráferðini og tískil
fingu høvi at sleppa við
Klub Sosialinum til Edin-
burg.
So stórur var áhugin, at
tað tíverri vóru nøkur, sum
høvdu teknað seg sum
haldarar, men sum kortini
ikki sluppu við hesaferð.
Tey fáa so høvi eina aðru
ferð, nú tey eru vorðin
"limir" í Klub Sosialinum.
Onkur haldari helt fyri á
ferðini, at Klub Sosialurin
átti at gjørt fleiri slíkar
túrar, og hendan áheitanin
er við hesum farin víðari til
marknaðardeildina
og
leiðsluna á Sosialinum.
Og hvør veit, um Klub
Sosialurin ikki fer at skipa
fyri øðrum tiltøkum av
líknandi slagi?
Vit, sum starvast her,
vilja øll, at tað skal loysa
seg at vera haldari av okk-
ara blaði!
Sight-Seeing
Klub Sosialurin og starvs-
fólk við makum fóru hend-
an leygardagin úr Vágum
klokkan 9.15 og lendu í Ed-
inburg Airport umleið ein
tíma og eitt korter seinni.
Av flogvøllinum fóru vit í
tveir bussar; ein bussur, sum
Aberfoyle
Coaches
í
Edinburg eigur, fór avstað
við haldarunum saman við
ferðaleiðaranum,
Maju
Jackson, sum veit óføra
nógv at siga frá um gamla,
skotska høvuðsstaðin. Klub
Sosialurin koyrdi ígjøgnum
býin, og har fingu tey eina
holla kunning um kendu og
áhugaverdu støðini í býnum.
Starvsfólkini hjá Sosial-
inum fóru við sínum mak-
um í ein annan buss, sum
Douglas
McKay
eigur.
Hóast stundir ikki høvdu
verið til at fáa fatur á ser-
støkum ferðaleiðara til
hendan bussin, var buss-
førarin sjálvur óførur at
greiða frá teimum mest
týðandi støðunum á veg inn
í og gjøgnum býin.
Í bussinum útaftur á flog-
vøllin høvdu vit ferðaleið-
ara við okkum, sum greiddi
okkum frá ymiskum, ið vit
ikki høvdu fingið at vita á
ferðini um morgunin.
Sum fyrraparturin leið,
steðgaðu báðir bussarnir
við endan av gøtuni, Royal
Mile, har Edinburg Castle
liggur hægst uppi á Castle
Hill.
Hóast nógvir elligamlir,
søguligir og serstakliga
Klub Sosialurin og starvsfólk á v
Her eru flestu haldararnir, sum vóru við í ferðini, savnaðir frammanfyri Edinburg Castle – á veg aftur í bussin.
Onkur vantar tó á myndini
Magnus Gunnarsson prátar við ferðaleiðara og bussførara
Hóast annað knæið nýliga er skift, stóð ikki á at vinna
niðanaftur brekkuna. Annelisa fekk ferðina í føðingardagsgávu
Jóhanna, sum starvast á skrivstovuni hjá