Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 102 - 2. juni 2005 17 væleydnaðari útferð í Edinburg áhugaverdir bygningar eru í Edinburg, er Edinburg Castle nakað serstakt. Hetta er ein stórur skansi ovast uppi á eini høvd – mitt í býnum, sum í sínari tíð varð bygdur til verju móti onglendingum. Og "shopping"… Ein dagur í Edinburg er ikki long tíð til at síggja seg um, men er kortini nóg langur hjá teimum monn- um, ið noyðast at "renna" aftaná konuni, sum hvørki hevur stundir til at eta ella drekka - tí nú skal "shopp- ast"… Av Edingburg Castle tóku flestu ferðandi hendan dagin sjógv á bak omaneftir Royal Mile, sum er gøtan við teimum nógvu og smáu handlunum, og tað vóru konurnar, sum vístu vegin. Um tær so høvdu havt "tev", hevði tað neyvan verið øðrvísi! Tær struku omaneftir, og skjótt vóru tær í høvuðsgøtuni við øllum teimum mongu og stóru handlunum, har nógv fólk ferðaðust aftur og fram eftir gøtuni. Tað var sum um tað stóð um "lív" hjá fleiri teirra at sleppa oman í handils- gøturnar… og aftaná gingu vit menn og stúrdu fyri, hvussu nógvar posar vit fingu at bera, sum dagurin leið. Meðan konurnar runnu frá einum stativi við klæð- um til annað - upp og niður gjøgnum trappurnar, stóðu menninir onkustaðni og hingu niður yvir onkra trappu og hugdu at klokk- uni. Nú hetta var ein útferð- artúrur, hevði onkur kanska væntað sær at fingið eina øl. Dustið frá øllum klæð- unum kendist turt í háls- inum, men vánalig útlit vóru til, at stundir vóru at sessast nakrastaðni, so- leiðis at ringasti tostin kundi sløkkjast. Onkur hevði kanska stungið sær nakrar "kyll- ingar" niður í innara lumma í flogfarinum, og hjá teim- um var hugaligari at bíða eftir konuni – og tá gjørdi tað heldur ikki so nógv, um hon bara sást strúka fram – ella upp og niður gjøgnum trappurnar – soleiðis av og á. Í onkrum førum var kanska ein lítil matstova nærindis, og neyvan legði konan til merkis, um tú vart "burtur" eitt bil… Mannbart keyp Tað vísti seg tó, tá ið saman um kom, at innkeypið gjørdist ikki so ógvuliga stórt hjá teimum nógvu, sum væntast kundi. Tí bar eisini til, tá ið klokkan nærkaðist fráferðini, at ganga niðan aftur á Edin- burg Hill – við 2, 3 ella fýra posum í hondini! Í flestu førum vóru keyp- ini mannbar, soleiðis at neyðugt ikki bleiv við hýruvogni niðanaftur til bussarnar. Fólk vóru móð og troytt í "kongunum", tá ið komið varð niðan aftur á Edinburg Castle, men øll vóru samd um, at dagurin hevði verið áhugaverdur, hóast stundir ikki vóru at vitja søvn, slott og skansar, sum eru ein týðandi partur av søguni í hugnaliga skotska høvuðs- staðnum. á Sosialinum, er saman við eini vinkonu á veg aftur til bussin Nøkur av starvsfólkunum á Sosialinum hittast í býnum til prát Tær eru á veg av flogvøllinum og inn í býin. Nú skal "shoppast"… Ábyrgdarblaðstjórin, Jan Muller, hevur sæð nøkur vøkur turriklæði í Royal Mile