Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 102 - 2. juni 2005 Tvær dámur úr Klaksvík fingu høvið at síggja býin og vitja handlarnar í Edinburgh. ÚTFERÐ Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík-Edinburgh: - Hetta hevur verið ein sera góður túrur. Men hann var bara alt ov stuttur. Millum luttakararnar á serstaka túrinum til Edinburgh vóru tvær dámur úr Klaksvík – Sigrid Hansen og Maria Bjartalíð. Tá tær, og hini í ferða- lagnum, komu á flogvøllin í Edinburgh stóð bussur fyri teimum og koyrdi tey runt til ymisk kend støð í høvuðsstaði Skotlands. - Hetta var alt sera áhuga- vert, men tað tók nakað nógv av tíðini í stutta steðginum í býnum, siga tær báðar. Heldur bíligari Tær fingu kortini tíð til at vitja nakrar av mongu handlunum í miðbýnum. - Men tað var heldur lítið av tíð til at keypa nakað, siga tær. Meðan tær soleiðis vitj- aðu handlarnar í býnum kundu tær gera sínar met- ingar og sínar samanber- ingar av prísi og úrvali har, og móti tí, sum tær kenna til í handlunum í Klaksvík og aðrastaðni í landinum. - Tað var heldur bíligari her, siga tær báðar. Men so leggja tær eisini aftrat: - Ein skal so ikki fara til Edinburgh, um ein skal leita sær eftir mótaklæðum! Tær funnu tó fleiri handlar við barnaklæðum, eisini fittum barnaklæðum. - Hesi vóru ikki so dýr at keypa. Hetta er eitt gott hugskot, søgdu tey bæði Petur Juul Jacobsen og Armgarð Klein í Havn, sum vóru við á túrinum í Edinburgh seinasta leygardag. Túrurin var væl fyri- skipaður við staðkendum ferðaleiðara, sum vísti okkum søgulig støð í Edinburgh, sum er ein gamal og áhugaverdur býur. Harumframt bar væl til at uppliva nakað sjálvur eins og at vitja handilsgøturnar í býnum. Vit halda, at hetta er eitt gott hugskot og ein góður møguleiki hjá føroyingum at fáa ein annarleiðis upp- living ein leygardag. Eisini er tað ein fyrimunur at kunna fara og koma heim aftur sama dag. Gott hugskot - Alt ov stuttur túrur - Ein skal ikki fara til Edinburgh at leita eftir mótaklæðum, siga tvær klaksvíksdámur – Sigrid Hansen (vm.) og Maria Bjartalíð Mynd: Maggi Gunnarson Mynd: Magnus Gunnarsson