Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-09-19, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. september 2000síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Øll málini hjá sumbingum vór›u skora› vi› høvd- inum ímóti KÍ, sum var framman- fyri vi› tveimum málum, men ikki megna›i at halda tørn Sumbingar fingu eitt stig burturúr vitjanini av KÍ. Tá teir í Sumba hugsa um vánaligu byrjanina – teir komu afturum 2–0 bein- anvegin – so kunnu teir vera nøgdir. Men fyri ta›, sum er eftir av kappingini, kann ta› hava avgerandi t‡dning, at sumbingar í sí›stu løtu ikki fingu brotssparki›, sum teir hildu seg eiga (klaksvík- ingar vóru ikki so ósamdir vi› teir). Eftir innlegg helt Marek tvørturum Hallur Dam Joensen, sum hesa fer› var í álopinum hjá sumb- ingum. Álopsma›urin end- a›i í svør›inum, men dóm- arin metti ikki, at talan var um brotsspark. He›in á Lakjuni leg›i KÍ framum beinanvegin. Eftir horna frá Arnoldi Joensen í vinstru var He›in fyrstur á vi› nærra stólpan og snitta›i vi› høvdinum í handara sí›uneti›. Eitt korter seinni økti Ove Nysted til 2–0. Talan var um innlegg úr høgru frá Arnoldi Joensen. Fró›i Mortensen tóktist hava tak á, men hann misti, og KÍ álopsma›urin var fyrstur á. Grei›a KÍ lei›slan bendi á stórsigur, men solei›is gekk ta› ikki. Vi› ídni og nærlagni, sum teir ikki hava víst í ár, spenti Sumba í. Teir vunnu nærdystirnar, teir høvdu viljan at skapa møguleikar, og teir innan- fyri ein minutt – í 26. og 27. minutti – at javna. Í bá›um førunum var Nebosja Velkovic málskjútti, og í bá›um førunum brúkti hann høvdi›. Fyrra máli› má mi›verjin Pazek taka á seg. Fyrst kiksa›i hann bóltin út til horna, og so kom Baja framum hann og stúta›i í máli›. Í seinna førinum var talan um uppspæl í vinstru. Li›- forma›urin Jan Poulsen spældi væl upplagda Eirik Joensen, sum sendi innfyri og í høvdi› á Baja. Undirhaldandi Spenningurin var tættur alla tí›ina, og ta› var sera undir- haldandi. Klaksvíkingar fingu ong- antí› fri›, men ta› eydn- a›ist teimum at koma fram- um aftur. Eftir dupult útskifting – Hjalgrím Elttør og Ey›un Klakstein komu inn í høgra bor› – enda›i uppspæl mill- um hesar bá›ar vi› innleggi til He›in á Lakjuni, sum í brotsteiginum fekk høvi at temja og smekka í kassan. Hetta var í 67. minutti. Tá ta› resta›u tíggju minuttir javna›i Sumba. Hallur Dam Joensen leg›i innfyri, og mi›verjin Bergur Vinther var púra leysur, tá hann stakk seg upp og drønstúta›i í KÍ máli›. jh Sumba-KÍ 3-3 (2-2) 0-1: He›in á Lakjuni 3 0-2: Ove Nysted 19 1-2: Nebosja Veljkovic 26 2-2: Nebosja Veljkovic 27 2-3: He›in á Lakjuni 67 3-3: Bergur Vinther 80 Sumba: Fró›i Mortensen – Bergur Vinther, Marlon Kjærbo, Nikola Biberdzic – Hans Jákup Thomsen, Jan Poul- sen, Sasa Tomajek, Spasojé Biberdzic, Eirikur Joensen – Hallur Dam Joensen, Nebosja Velkovic KÍ: Zoltan Kujundzic – Andrzej Pacek, Jan Andreasen, Sím- un Waag Høgnesen – Har- ley Bertholsen, Jan Joensen, Marek Vierzbicki, He›in á Lakjuni – Ove Nysted, Ar- nold Joensen, Rógvi Jac- obsen Magni Eystan Á st‡rdi sumbingum sunnudagin, og samstavi› vi› Milan Cimburovic er hildi› uppat Sumbingar høvdu n‡ggjan íblásara á beinkinum, tá KÍ vitja›i á Krossinum sunnu- dagin. At siga, at hann var á beinkinum, er ikki rætt. Magni Eystan Á hev›i ábyrgdina, men hann sat líti› ella einki á beinkinum. Í sta›in stó› hann uppi og koyrdi nógv undir sínar menn. Ta› tóktist at hjálpa væl. Jonhard Vestergaard er forma›ur í Sumbiar Ítróttar- felag. Hann váttar, at nevnd- in leygardagin bo›a›i Milan Cimburovic frá, at sam- starvi› teirra millum var hildi› uppat. – Ta› er luturin hjá nevnd- ini at taka avger›irnar – eis- ini tær ke›iligu. Spælararnir góvu fríggjakvøldi› til kennar, at teir vóru ikki nøgdir vi› stø›una. Nevnd- in vi›gjørdi spurningin, og vit gjørdu av at ste›ga vi› samstarvinum og at heita á Magna Eystan Á um at taka sær av li›num. Forma›urin vil ikki siga meiri um hetta. Men vit skilja, at spælararnir hava ikki veri› nøgdir vi› tann leiklutin, sum venjarin hev- ur havt á beinkinum, og summir hava undrast á, at teir í Sumba bara hava vant tríggjar fer›ir um vikuna. Magni Eystan Á var venj- ari hjá Sumba fyrrapartin av níti árunum. Hann stó› á odda, tá Sumba í 1991 royndi seg í 1. deild. Í 1998 hev›i hann ábyrgdina á beinkinum í seinastu umfør- unum, tá ta› ráddi um at bjarga plássinum í bestu deildini. Ta fer›ina eydna›- ist ta›. Milan Cimburovic hevur veri› venjari í Sumba sí›ani eftir summarste›gin í fjør. Hann er næsti venjarin, sum fær sekkin í ár. Fyri stuttum seg›i B36 sínum venjara úr starvi. jh Sumba hevur skift venjara Sumba brúkti høvdi› KÍ líkist langt ífrá li›num, sum í fjør vann gullmerkini, og sunnudagin bleiv aftur talan um stigamiss, tá teir vitja›u á Krossinum Mynd: SJH 14 15 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 179 - 19. september 2000 Nr. 179 - 19. september 2000 Eftir at teir hava veri› púra sørir sí›ani summar- steg›in, bragda›i endiliga hjá vága- monnum, sum vi› sigrinum á B71 lyftu seg av botn- inum Jákup Mørk FS Vágar-B71 2-1 (0-1) Undan dystinum skriva›u vit her í bla›num, at talan eftir øllum at døma var um seinasta útkall fyri FS Vág- ar. Enn er kappingin ikki li›ug, men fingust stig ikki burtur úr heimadystinum móti B71, tóktist ilt at síggja, hva›ani stigini skuldu koma. Í fyrra hálvleiki var tó líti›, sum bendi á, at ta› júst var í hesum dysti, at ein møgulig bjarging skuldi finnast. Heimali›i› byrja›i kanska betri, men so vi› og vi› tóku gestirnir yvir, og hóast ta› sum so ikki gjørd- ist talan um nakrar stórar málmøguleikar, so áttu sandoyingarnir alt tr‡sti›. Um mi›jan fyrra hálvleik gav tr‡sti› eisini úrslit, men sum skilst á lagnum fingu sandoyingarnir tá eisini gó›a hjálp frá Remigius Mikocionis. Julian Florescu dróg nak- a› vi› bóltinum, á›renn hann sendi tvørbólt til Høgna Hansen. Remigius var ávegis út eftir bóltinum, og allarhelst hev›i hann fingi› fatur á honum, men brádliga skifti hann ætlan, og bakka›i inn aftur í máli›. Úrsliti› var›, at Høgni brád- liga gjørdist púra leysur og einsamallur vi› málverjan- um kundi hann senda bóltin í neti›. Naka› seinni hev›i Eli Hentze ein líknandi møgu- leika, men hann varna›ist ov seint, at Remi var komin í millumstø›u, so tá Eli royndi at lobba, var Remi komin aftur upp á pláss. Hvat vágamenn høvdu fingi› at vita í hálvleikinum, er ilt at siga, men undir øll- um umstø›um tóktist li›i› fulolkomuliga broytt, tá teir fóru á vøllin til seinna hálvleik. Í nærdystunum tóktust teir nú nógv grammari, og ta› at Birgir var› settur í álopi› vi›førdi, at heimali›- i› fekk betri tak á luftrúminum. Ta› var eisini úr luftrúm- inum, at útjavnandi máli› há heimali›num kom. Hornaspark var› sent inn- fyri, og Birgir fekk sett pannuna á, so bólturin fór sendandi í máli›. Naka› seinni fekk heima- li›i› avgerandi máli›, og hóast ta› tóktist heldur rótut, so man ta› ikki nerta vi› gle›ina um sigurin. Eftir at fríspark var› sent innfyri, var› bólturin fyrst sendur høgt upp loft, og tá hann so datt ni›ur millum vinir og fíggindar, var Hannus Olsen skjótur at smekka til. Waldemar sá valla, hvat gekk fyri seg, og spurningurin er helst, um ta› hev›i hjálpt naka›. Málini øktu sjálvsagt um sjálvsáliti› hjá vágamonn- unum, og eftir hvat skilst, var ta› nærri vi›, at heima- li›i› økti um munin, heldur enn at gestirnir minka›u. Bjargingin hómast At kalla sigurin fyri til- trongdan, man helst vera ein undirmeting av teimum heilt stóru. Hóast dystirnir ikki ver›a spældir á pappírinum, so mundi hetta vera dysturin, har vágamenn sóu sær størstan møguleika at vinna stig, og fyri bjargingar- royndina var ta› tí av alstórum t‡dningi, at sigurin kom til høldar. Styrktir í stø›u síni kunnu vágamenn nú gera seg til teir bá›ar seinastu dystirnar, og hóast hvørki GÍ ella KÍ ljó›ar av eini lættari upp- gávu, so kann ta› tó vera til fyrimuns fyri vágamenn, at hvørgin av hesum hevur naka› at spæla. Harafturat skal leggjast, at júst KÍ og GÍ hava havt ta› sera trupult móti FS Vágum, og henda sann- roynd eigur í øllum førum at stu›la upp undir trúnna um yvirliving hjá vágamonn- um. Ein t‡dningarmikil li›ur í øllum hesum er tó eisini, um Tór-Ingar Akselsen ver›ur førur fyri at taka lut í teim- um bá›um seinastu dystun- um. Sunnudagin var hann enn ikki komin fyri seg eftir ska›an, sum hann fekk móti B36, men sum skilst, vóna vágamenn, at hann ver›ur førur fyri at spæla komandi vikuskifti›. FS Vágar-B71 2-1 (0-1) 0-1: Høgni Hansen 28 1-1: Birgir Joensen 59 2-1: Hannus Olsen 68 FS Vágar: Remigius Mikicionis – Ey›- finn Fjalsbak, Zylvanius Zudis, He›in Joensen – Kim Poulsen, Hannus Olsen, Igoris Kirillovas, Albert Ari Thomassen, Rimvydas Bakus – Sonni Johansen, John Johansen B71: Waldemar Nowicki – Berg- leif Sólsker, Jón Brekku, Jógvan Jón Petersen, Bern- hard Petersen – Kári Niel- sen, Julian Florescu, Bjørn Thorsteinsson – Machael Jørgensen, Eli Hentze, Høgni Hansen Vónin kom aftur til Vágoynna Hóast B71 í fyrra hálvleiki var omaná móti vágamonnum, so eydna›ist ta› illa sperdu heimamonn- unum at venda dystinum til egnan fyrimun Mynd: Edvard Joensen Fuglfir›ingar eru best fyri í strí›num um møgu- leikan at spæla um eitt pláss í bestu deildini. Teir í Fuglafir›i vóru í bestu deildini í fjør. Mótsatt flestu av hinum li›unum í næstbestu deildini hava teir í ÍF leikskrá, sum iva- leyst gevur eitt fitt íkast til raksturin og sum bo›ar frá eitt sindur av 1. deild- arsni›i. Áhugin fyri leygar- dagsfótbólti tykist vera lítil í Fuglafir›i, og avrik- i› ímóti Royn bo›a›i avgjørt ikki frá 1. deildar- stø›i. Allan 1. hálvleik vóru hvalbingar bara tíggju á vøllinum. Teir høvdu ongan á beinkinum, og sí›sti útispælarin, sum ikki tóktist hava vant í heilt langa tí›, kom ikki á vøllin fyrrrenn eftir ste›gin. Ivaleyst kunnu hvalb- ingar skemta sær vi›, at teir áttu at spælt vi› tíggju monnum alla tí›- ina. Tí so leingi, sum teir vóru undirmanna›ir, gekk heilt væl. ÍF hev›i bóltin mest sum allan 1. hálvleik. Teir løgdu stórt tr‡st á mi›verjuna hjá Royn, sum var manna› vi› Óla Jensen, Tóroddi Niclasen og Regini Thomsen, og teir høvdu eina rúgvu av møguleik- um ímóti málinum hjá Bjarna á Hólalagi, men heimali›i› fekk ikki hol á. Og so hendi ta›, sum er so væl kent í fótbólti. Royn fekk fimm minuttir undan ste›ginum bóltin fram ímóti ÍF málinum, og ta› eydna›ist Allani Michelsen at fáa mál. Í 2. hálvleiki royndi ÍF at toga spæli› út í sí›ur- nar í sta›in fyri bara at oysa bóltin í brotsteigin, og tá sekundvísarin var á veg runt a›ru fer›, var javnt. Ey›un Ryggsham- ar streyk ígjøgnum í høgru, og Rúni Petersen, sum á ÍF mi›vøllinum hev›i størstu tyngdina, inntil hann eitt korter undan leikloki var› skift- ur út, smekka›i úr tólv metrum flatt í máli›. ÍF kom framum, tá ein tími var farin. Vongverjin í høgru, Torstein Joensen, heilflukta›i vi› nærra stólpan, eftir at Bár›ur á Lakjuni hev›i lagt neyvt innfyri úr høgru. Níggju minuttir seinni sta›festi Mortan Thomsen heima- sigurin vi› skoti úr 22 metrum. Stø›an uppstó›, eftir at Royn verjan hev›i roynt at rekja eitt tvey samanspæl millum Bár› á Lakjuni og innskifta Høgna á Lakjuni upp. Bólturin sat dygst undir samankomingini. Í 2. hálvleiki hev›i Royn ein møguleika. Stø›an var 1–1, tá spæl- andi venjarin, Zoran Mancic kom leysur, men Erling Joensen bjarga›i. jh ÍF–Royn 3–1 (0–1) 0–1: Allan Michaelsen 40. 1–1: Rúni Petersen 47. 2–1: Torstein Joensen 60. 3–1: Mortan Thomsen 69. Hóast hvalbingar vóru sera illa manna›ir, so tók ta› sína tí›, á›renn fuglfir›ingar fingu sett hol á málskjótingina Líti› sannførandi hjá ÍF