hósdagur 2. juni 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
33
Norðoyastevnan og
Summarfestivalurin
eru tvær heilt ymisk-
ar stevnur, og sjálv-
andi skulu vit hava
báðar. Men vit eiga
avgjørt at dagføra
Norðoyastevnuskrán
na, eisini tí tunnilin
skjótt verður veru-
leiki, sigur Dávur
Winther, mentanar-
leiðari í Klaksvíkar
býráð
NORÐOYASTEVNAN 05
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Nógva kjakið um framtíð-
ina hjá bygdastevnunum,
nú festivalarnir gerast al-
samt fleiri og størri, hevur
ikki fingið Dávur Winther,
mentanarleiðara í Klaks-
víkar býráð, at ivast í,
hvønn leiklut Norðoya-
stevnan skal hava framyvir.
– Norðoyastevnan er
okkara lokala tjóðarhátíð
her norðuri og kann als ikki
samanberast
við
onnur
tilboð. Hon er ein partur av
okkara lokalu søgu og nógv
av tí, sum er á skránni, hev-
ur røtur í aldargomlum sið-
venjum, sum vit eiga at
standa saman um at varð-
veita, sigur Dávur.
Tað fólksliga fremst
Dávur vísir á, at á Norð-
oyastevnu koma fólk fyrst
og fremst saman um tað
fólksliga, har tey sjálvi føla
seg sum ein part av tí, sum
gongur fyri seg. Markið
millum "yder og nyder" er
lágt, og soleiðis skal tað
eisini vera, tí vit eru øll
saman um at skapa Norð-
oyastevnuna.
– Tað kann vera, at alt
ikki er so professionelt,
men vit eiga at minnast til,
at tað í høvuðsheitum eru
áhugafeløg, sum skipa fyri
og leggja eitt stórt sjálv-
boðið arbeiði, bæði í stevn-
una men ikki minst í virk-
semið hjá felagnum restina
av árinum. Á Norðoya-
stevnu hava fólk so møgu-
leika at stuðla feløgunum,
og familja og onnur kunnu
nýta høvið at síggja, hvar
tað er, tey ungu halda til í
frítíðini. Hetta er alt nakað,
sum er við til at skapa ein
felags trivnað í lokalsam-
felagnum, sigur Dávur.
Eftir hansara tykki nøktar
Summarfestivalurin
ein
heilt annan tørv, har miðað
verður ímóti at geva fólki
eina stórfingna og intensa
tónleikauppliving her og
nú.
– Tað er eydnast festival-
inum at skapa fíggjarligar
karmar fyri einum tiltaki á
hægsta professionella støði,
og sum vit øll fegnast um
og eru stolt av. Men tað er
ikki uppgávan hjá festival-
inum at skapa eitt høvi hjá
eitt nú teimum smáu áhuga-
feløgunum at gera vart við
seg ella at markera gamlar
siðir. Tann leiklutin eigur
Norðoyastevnan framvegis
at hava, sigur Dávur.
Lokal tjóðarhátíð
Dávur heldur, at Norðoya-
stevnan uppá nógvar mátar
er ímyndin av nøkrum
gomlum føroysku siðvenj-
um, sum vit ikki rættiliga
uppliva á sama hátt í sam-
band við onnur tiltøk. Til
dømis hetta, at vinir og
kenningar koma at gista í
nakrar dagar, og at fólk
annars nýta høvið at ganga
húsagongd.
– At hava serliga góðan
mat inni og kanska gera
eina stóra grýtu við onkrum
góðum er jú fastur táttur í
heiminum hjá nógvum á
Norðoyastevnu. So tú kanst
siga, at pallurin á Norðoya-
stevnu røkkur heilt úr
stovunum hjá fólki og út til
Kunoyarnes, har kappróð-
urin byrjar, sigur Dávur.
Kappróðurin er, sum vera
man, hæddarpunktið hjá
teimum flestu á Norðoya-
stevnu. Fá munnu duga at
ímynda sær eina Norðoya-
stevnu uttan ein túr oman á
keiina at fylgja við, hvussu
tað gongur hjá teimum
ymsu bátunum og at hitta
fólk.
– Um veðrið er til vildar,
er hetta eisini løtan, tá nógv
nýta høvið at fara út at
spáka í føroyskum klæðum.
Hetta er eisini ein avger-
andi munur millum tær
báðar stevnurnar, tí ongin
hevði funnið uppá at latið
seg í føroysk klæðir og
farið oman í Vágsbø at
lurta eftir Shakin’ Stevens,
sigur Dávur.
- Norðoyastevnan er eitt
slag av tjóðarháðtíð hjá
okkum
norðoyingum.
Børnini hava føroysk fløgg
við, tá tey fylgja Klaks-
víkar
Hornorkestri
og
skrúðgonguni, tey vaksnu
fara á midnáttarsamkomu
at lurta eftir eini røðu, sum
oftast fyrst og fremst snýr
seg um tey sjálvi, syngja
Klakvíkssangin, sum eitt av
okkara lokalu skøldum
hevur yrkt, og seinni fara
tey kanska uppá gólv. Hetta
alt nakað, sum styrkir okk-
ara
samleikakenslu
og
minnir okkum á okkara fe-
lags røtur.
Framtíðin
Í løtuni er tað okkurt, ið
bendir á, at hetta kanska
verður seinasta Norðoya-
stevnan, áðrenn Norðoya-
tunnilin letur upp. Í øllum
førum er ongin ivi um, at
tey, sum skipa fyri, mugu
fyrireika seg uppá, at
munandi fleiri avbygdafólk
fara at leita sær til Klaks-
víkar
á
Norðoyastevnu
framyvir.
– Hetta fer at seta nøkur
onnur krøv til Norðoya-
stevnuna, men tað er ikki
einasta orsøkin til, at vit
eiga at dagføra Norðoya-
stevnuskránna. Hvussu tað
skal gerast, verður upp til
nevndina í NFÍ - bara vit
tryggja okkum, at tað fólks-
liga og tað siðsøguliga
framvegis verður høvuðs-
eyðkennið við Norðoya-
stevnuni,
sigur
Dávur
Winther.
Dávur Winther, mentanarleiðari:
– Sjálvandi skal Norðoya-
stevnan varðveitast
- Tíðin er avgjørt komin, at vit mugu dagføra Norðoyastevnuskránna, men tað fólksliga og tað siðsøguliga eigur framvegis at verða høvuðseyðkennið við Norðoyastevnuni í framtíðini, sigur Dávur
Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar býráð