hósdagur 2. juni 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 102 - 2. juni 2005
Hóast Eliesar Søren-
sen í Klaksvík er 99
ára gamal, so sæst
hetta nærum ikki á
honum. Hann livir
sítt stilla lív heima við
hús. – Onkran seinna-
partin plagi eg at
ganga mær ein túr
inn á Shell-støðina at
keypa mær okkurt
smáting, sigur elsti
maðurin í Klaksvík
ELSTUR
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: – Brend?, sigur
tú. Er tað so tú, sum hevur
verið í Afrika?
Tað var avgjørt ikki fyrsti
spurningurin, sum umboð-
ini fyri tíðindatænastuna
høvdu væntað frá einum
manni, sum hevur minni
enn hálvt ár til tey eitt-
hundrað.
Vit eru komin á gátt í ein-
um heimi á Stangavegnum,
har hin nú 99 ára gamli
Eliesar Sørensen býr.
Avtala um eitt prát er
gjørd við hann framman-
undan. Hann helt tað vera
best, um vit møttu nakað
eftir døgurða, tí so hevði
hann tíð at fáa sær ein
døgurðaslang.
Klokkan er nú hálvgum
trý, og vit banka spakuliga
uppá, men eingin svarar.
Hann svevur kanska enn.
Myndamaðurin
heldur
seg vita, at hann er nakað
deyvur, og at tað tí ikki er
vist, at hann hoyrir at vit
eru komnir. Vit taka í eina
hurð, men har er eingin at
síggja.
So er bert tann eina hurð-
in eftir í gongini, og harinni
situr so hesin likamligi
gamli, men kortini í sinna-
lagi so ungi maðurin í ein-
um stóli.
Vit eru komnir inn í
køkin, har Eliesar situr ein
stóran part av degnum.
Skápini eru har og vaskið,
borðið er ruddiligt, og
nærhendis
stendur
eitt
køksborð við einum útvarpi
á.
– Kom bara innar, og fáið
tykkum ein stól við borðið,
sigur hann.
Einsamallur í húsi
Eliesar er borin í heim í
Kirkju fyri skjótt 100 árum
síðani, og flutti til Klaks-
víkar sum 32 ára gamal.
Sum so mangur annar tá,
fór hann eisini til skips sum
ungur - ella sum hann sigur
tað so rámandi: – Tað eru
85 ár liðin síðani eg fór
fyrstu ferð til skips!
Hann fekk sær konu av
Viðareiði – Hannu, sum var
fødd í 1909 og doyði í mai
mánaði 1997. Tey fingu ein
son, Líggjas – Líggjas í Bø
– sum er føddur í 1938.
Hesi seinnu árini hevur
Eliesar tí búð einsamallur í
húsunum á Stangavegi,
uttan tó at hann hevur følt
seg einsamallan á nakran
hátt, eins og greitt er frá
aðrastaðni á hesari síðuni.
Hóast sín høga aldur, so
fylgir hann væl við tí, sum
hendir rundan um hann. Og
líkt er til, at hann eisini
minnist væl nøvn, - eisini á
fólkum, hann hevur lært at
kenna fyri stuttum.
Í Senegal
– So tað er tú sum hevur
verið í Afrika?, spyr hann
fyrstur av okkum báðum.
Svarið er sjálvandi játt-
andi, og hann fær síðani at
vita eitt og annað um tað at
virka sum trúboðari í
Afrika.
Tað vísir seg, at móðir
blaðmansins hevur verið
heimahjálp hjá Eliesari og
hevur greitt honum frá tæn-
astuni í Mali.
– Men tú - kennir tú so
eisini hasa Lív, sum somu-
leiðis er har í Vesturafrika?,
spyr hann aftur.
Hana kenni eg eisini, tí
eg var sjálvur við, tá henda
gentan, Lív Poulsen úr
Porkeri varð send út sum
trúboðari til Senegal úr
samkomuhúsinum Betania
í Porkeri í februar mánaði í
ár.
Jú, Eliesar fylgir væl við
tí, ið fer fram rundan um
hann.
Restin
Hvønn fyrrapart kemur ein
heimahjálp á gátt hjá hon-
um. Hetta er tann sama
hvønn dag mitt í viku,
meðan tær plaga at skiftast
um vikuskiftini.
Tær koma altíð áðrenn
døgurða, og flysa so eplini
og gularøturnar sum hann
skal brúka til døgurðan.
Tær skera honum eisini
breyðflísar og koyra við-
skeran á.
– Men restina, tað klári
eg sjálvur, sigur Eliesar.
Og "restina" tað er ikki
einki: Hvønn dag ordnar
hann sjálvur fyri døgurðan-
um.
Kjálkar
Úti í gongini stendur ein
stór frystiboks og í henni
goymir hann tað, sum etast
skal til døgurða.
Í hesi boksini er nógvur
fiskur, skipaður soleiðis, at
tað er einfalt hjá honum at
koyra tað í eina grýtu og
kóka sær ein døgurðabita
við eplum og gularót aftur-
við.
– Alt liggur so passaligt í
boksini, og er so hóskiligt
at koyra í grýtuna, t.d.
feskir kjálkar.
– Nei, at kóka sær ein
døgurðabita,
tað
hevur
– At kóka ein døgurðabita
hevur einki at betýða
Friðarlig Norðoyastevna
– Her hjá mær er Norðoyastevnan altíð friðarligt.
Eliesar Sørensen býr nakað uttarlaga í Klaksvík, og nú
Norðoyastevnan stendur fyri durum, er natúrligt at
spyrja hann um hesa stevnuna.
– Her er altíð friðarligt. Faktiskt ongatíð so friðarligt
sum júst, tá stevnan er, sigur hann.
Hann plagar at lurta eftir útvarpinum, tá kappróðurin
er. Úr køksvindeyganum sær hann næstan á málið, men
má hoyra bátarnar taka tey seinastu tøkini umvegis
útvarpið.
– Tað vísir seg,at tá teir seinastu bátarnir eru farnir inn
um her hjá mær, tá er friður.
– Alt virksemið í sambandi við stevnuna er jú harinni,
og tí koma bert fáir bilar út aftur her á Stengurnar, sigur
hann.
– Eg plagi bara at hygga mær um seinnapartarnar, sigur Eliesar
Mynd: Bárður
"Ráðgevari mín" hevur verið
ein fastur táttur í lívinum
hjá Eliesari. – Eg eigi enn
næstan allar, sum eru
komnir út, sigur hann
Mynd: Bárður