hósdagur 2. juni 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
35
Gunvá setir og
handar
Forkvinnan í mentanar-
nevndini hjá Klaksvíkar
kommunu sleppur bæði
at seta Norðoyastevnuna
og handa heiðursmerki
eftir kappróðurin.
Klokkan
19.30
fríggjakvøldið verður
Norðoyastevnan sett í
Vágstúni, og har fer
Gunvá við Keldu at flyta
fram røðu. Klaksvíkar
hornorkestur spælir til
tiltakið.
Norðoyastevnudag kl.
15.00 verður fyrstu FM-
kappróðurin í ár hildin á
vágni í Klaksvík, og
eftir róðurin fer Gunvá
við Keldu at handa
heiðursmerki til teir
vinnandi bátarnar.
Borgarstjóri á
fólkafundi
N o r ð oy a s t ev n u d a g
verður
tann
vanligi
fólkafundurin
við
skrúðgongu, og tá fer
borgarstjórin í Klaksvík
at halda røðu.
Skrúðgongan
við
Klaksvíkar
Hornor-
kestri, skótum, ítróttar-
fólkum og hestum fer úr
Klaksvíkargarðinum kl.
14.00, og gingið verður
heim í Vágstún, har
Steinbjørn O. Jacobsen
flytir fram røðu. Í Vágs-
túni
fer
Klaksvíkar
Hornorkestur eisini at
spæla.
Stjóri heldur
røðu
Norðoyastevnuaftan
verður vanliga midnátt-
arsamkoman, tá hundr-
aðtals fólk savnast í
Vágstúni til felagssang,
røðu, tónleik og fýrverk.
Hetta er tað tiltakið á
Norðoyastevnu,
sum
savnar flest fólk.
Tiltakið byrjar við
kyndlagongd í Vágstúni,
og so fer stjórin í Norð-
oya Sparikassa, Eyðfinn
Reyðberg, at flyta fram
røðu. Aftan á verður fýr-
verk og felagssangur.
Trøllini flippa út
Norðoyastevnudag kl.
16.00
verður
stórt
barnatiltak í KÍ-høllini.
Tá fara Trølla Pætur,
Trølla Omman og onnur
at undirhalda børnunum
við tónleiki, skemti og
dansi. Tað plagar at
verða lív í, tá ið trøllini
eru á ferð, og tað skuldi
verið undarligt, um ikki
garvilla Trølla Omman
ikki fær alt upp at kóka.
– Harrin er hirði mín,
tí havi eg onga orsøk
at óttast, sigur Eliesar,
sum kom til trúgv á
Jesus fyri 76 árum
síðani
ELSTUR
Snorri Brend
Klaksvík: – Eg eri ongatíð
einsamallur, tí Harrin er
altíð hjá mær!
Tað er ikki neyðugt at sita
leingi inni hjá Eliesari,
fyrrenn tú skilir, hvat hesin
maður hevur sett álit sítt á,
bæði í lívi og handan deyða.
Á
vegginum
hongur
"Ráðgevarin", á borðinum
liggur Bíblian, eins og har
liggja ymisk andalig skrift.
Og so eitt útvarpstól við
bandavspælara.
– Tað er ikki tí, eg lurti
ikki nógv eftir útvarpinum.
Men eg brúki bandupptak-
arin nógv, tá eg skal lurta
eftir Bíbliuni, sigur Eliesar.
Hann er so mikið sjón-
veikur, at hann kann ikki
lesa í Bíbliuni, hóast hann
so fegin vildi. Tí eru anda-
ligu bondini ein stór troyst
og hjálp hjá honum: Onkur
hevur nevniliga lisið partar
av Bíbliuni inn á bond,
soleiðis at Eliesar, og onnur
í somu støðu sum hann,
kann fáa andaliga føði tann
vegin.
– Hygg her. Lurta nú!,
sigur hann.
Ljósið og samfelagið
Við fingrunum finnur hann
á play, og ein myndig mans-
rødd byrjar at lesa klárt og
týðiligt: - Vit lesa nú úr
fyrsta brævi Jóhannesar.
Kapittul 1 og frá vers 1.
Eliesar setur seg væl aft-
ur á í stólin, hann faldar
hendurnar saman og lurtar
við andakt. Hetta eru væl
kend ørindi fyri hann, um
at ganga í ljósinum og um
at
hava
samfelag
við
Harran.
Maðurin á bandinum les-
ur nøkur vers, og Eliesar
lurtar
framvegis,
uttan
nakra minu. Nú byrjar
hann, fyrst varliga at flyta
varrarnar við somu orðum
sum upplesarin, og tá hann
er komin nøkur ørindi út í
henda fyrsta kapittulin lesa
teir báðir í takt.
Hetta er ikki bara ein
vanlig ramsa fyri hann,
men hetta er nakað sum
hann kennir, nakað sum
hann hevur sannað í lívi
sínum, og nakað sum kem-
ur beina leið úr hjartanum.
"Játta vit syndir okkara,
er
Hann
trúfastur
og
rættvísur, so Hann fyri-
gevur okkum syndirnar og
reinsar okkum frá allari
órættvísi", ljóðar úr band-
upptakaranum.
– Ja, soleiðis er tað. Har
er hvørt orð satt, sigur
Eliesar.
Til minnis um seg
Sunnudagurin er fyri Eli-
esar ein serstakur dagur,
sum hjá so mongum øðrum
trúgvandi fólki.
Dagurin byrjar við morg-
unmøtinum í Betesda -
hetta møtið, sum Eliesar
heldur vera tað besta møtið
av teimum øllum.
Serliga væl dámar hon-
um breyðbrótingina, har
hann og øll hini á møtinum
fáa loyvi til at minnast Jesu
verk á ein serstakan hátt.
– Hann segði jú við okk-
um, at vit skuldu gera hetta
til minnis um seg. Og tað
gleðist eg um, sigur hann.
Tá bønarmøti er mána-
kvøld er Eliesar altíð við,
og tað sama á uppbygging-
armøtinum mikukvøld.
Men aftur til sunnudagin.
Sjónvarpið
Inni í sovikamarinum hevur
hann nevniliga eitt tól
aftrat, - sjónvarpstólið.
Hann plagar at hyggja eftir
tíðindasendingini,
men
sunnudag kl. 4 er hann fast-
ur frammanfyri sjónvarpið.
Tá er ein andalig sending
á skránni - annaðhvørt upp-
tøkur frá onkrum møti ella
frá onkrari gudstænastu.
Hetta er eisini ein góð løta
fyri Eliesar.
Henda sendingin varir í
ein tíma ella so, og tá fer
hesin 99 ára gamli maðurin
at gera seg kláran til tað
næsta andaliga tiltakið:
Kvøldmøtið í Betesda.
Hetta møtið varir vanliga
í hálvanannan tíma, og
hóskar hetta seg sera væl
inn á skránna hjá hesum
kvika gamla manninum.
Hann má náa heim, og
fáa sær ein nátturðabita,
áðrenn
klokkan
gerst
19:50.
Ein andakt við andakt
Kl. 19:50 kemur nevniliga
enn ein sending, sum er
millum favorittar hansara:
Andaktin í sjónvarpinum.
– Tað plagar vanliga at
passa so øgiliga væl, at eg
eri akkurát liðugur við nátt-
urðan, tá andaktin byrjar,
sigur hann.
Tað er ikki altíð at
Eliesar kennir tey, sum
hava andaktina. Men fyri
hann hevur tað ikki so
stóran
týdning.
Tað
týdningarmesta er at fáa
boðskapin um Jesus fram.
Og Eliesar lurtar altíð við
andakt og við áhuga eftir
andaktini.
– Eg veit ikki, hvør tað
var sum hevur havt tvær tær
seinastu andaktirnar. Men
eg haldi, at tað var sera gott
tað, sum hann segði.
– (Vit hava síðani fingið
uppspurt í Sjónvarpi Før-
oya, at hann, ið hevði hesar
andaktirnar sunnukvøldini
15. og 22. mai, var bygdar-
maður hansara, Egil Joen-
sen úr Klaksvík).
– Jú, jú. Tað var rætt sum
hann segði, sigur hann.
Rørdir
Vit hava sitið eina góða
løtu inni hjá Eliesari, og nú
er tíðin komin at fara
víðari. Vit siga farvæl, og
ynskja honum ein góðan
dag við gomlu føroysku
heilsanini: Jesus fylgi tær.
Men Eliesar vil fegin
hava eitt orð inn aftrat -
eina serstaka til heilsan til
okkum báðar frá tíðinda-
tænastuni.
Hann fer á føtur, stillar
seg mitt á gólvið, faldar
hendurnar og fer at syngja
ein vakran sálm í tveimum
ørindum um tað at hava álit
á Harran. Vit gerast báðir
rørdir av vakra sanginum -
so rørdir at vit ikki fingu
navnið á sanginum við.
– Havið tað gott, tit báðir.
Og takk fyri í dag, sigur
Eliesar.
Tað var ikki hann, sum
skuldi takka, men vit báðir.
Vit, sum hava verið saman
við einum manni, sum, at
síggja til, kann sita einsa-
mallur í einum stóli í køki-
num. Men sum hinvegin
ongatíð følir seg einsamall-
an, tí Harrin er honum so
nær.
Gamli maðurin og orðið
einki at betýða, sigur 99
ára gamli maðurin.
Rabarbu-súltutoy
Dagurin hjá Eliesari hevur
stórt sæð eina fasta rútmu.
Hann fer upp, og fær sær
fyrst av øllum eina skál av
havragreyti og seinni eisini
eina fransbreyðflís við
súltutoy á. Serliga væl
dámar honum rabarbu-
súltutoy.
Tá komið er nakað út á
fyrrapartin setur hann seg í
stólin við vindeygað. Og
ikki leingi aftaná kemur so
heimahjálpin á gátt.
Síðani skal døgurðin
kókast
og
ein
væl
uppiborin døgurðaslangur
stendur fyri framman.
– Um seinnapartarnar
plagi eg bara at hygga mær,
sigur hann.
– So gangi eg bara
Hóast hann er komin høgt
til aldurs, so er hann
kortini lættur á beinunum.
Er veðrið til vildar, er
ikki óvanligt at síggja
Eliesar fara út fyri dyr, og
ganga sær ein túr inn eftir
og inn á Shell-støðina, har
hann plagar at keypa okk-
urt.
– Hetta er bara smákeyp,
tí eg orki ikki so væl at
bera stór og tung ting heim
til hús. Tað kann t.d. vera
ein
mjólkarpakki
ella
okkurt tílíkt.
– At ganga inn hagar og
útaftur, er ein passaligur
túrur fyri meg, sigur hann.
Júst hetta við at ganga
túrar, er ikki ókent fyri
Eliesar. Sum greitt er frá í
hinari greinini, so er hann
ein trúfastur møtigangari í
Betesda.
Vanliga
plagar
ein
maður,
ið
býr
nakað
norðari at taka hann við á
møtini, ella at sonurin
ringir og spyr um hann
hevur fingið fart.
– Men er eingin bilur,
tja, so gangi eg bara til
møtið, sigur Eliesar.
Eliesar vildi fegin kunnað lisið í Bíbliuni, men sjónin forðar honum í hesum. Ístaðin er bandupptakarin eitt heppið amboð í so
máta: Ein partur av Bíbliuni er lisin inn á band, og at lurta eftir teimum er til stóra gleði og uppmuntring fyri henda gamla
trúgvandi mannin
Mynd: Bárður