Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 102 - 2. juni 2005 – Vit royna at spæla eitt sindur meira festligan tónleik á Norðoyastevnu, enn vit annars gera, og tað taka fólk sera væl ímóti, sigur Heri Ellingsgaard, formað- ur í Klaksvíkar Horn- orkestur, sum nú um dagarnar gjørdist 55 ár. Orkestrið noktaði at rýma av Norðoya- stevnu, hóast tað hevði ein uppgávu á Toftum leygardagin HORNBLÁSTUR Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Myndir: Bárður Summarstevnur og horn- tónleikur hoyra óloysiliga saman. Hornblástur setir um alt landið dám á stevn- urnar, og soleiðis er eisini á Norðoyastevnu, har Klaks- víkar Hornorkestur í 55 ár hevur blást á stevnum og til onnur tiltøk. – Norðoyastevnan er ser- liga á tann hátt, at hon verð- ur mett sum endin á spæli- árinum hjá okkum. Tá ið Norðoyastevnan er liðug, kunnu vit halda frí fram til september mánað, sigur Heri Ellingsgaard, sum er formaður í Klaksvíkar Hornorkestri. Tá ið tað fyri meira enn hálvari øld síðani var upp á tal, at klaksvíkingar skuldu fáa hornorkestur úr Havn norður at spæla til Norð- oyastevnu, gjørdist tað ein viðvirkandi orsøk til, at klaksvíkingar fingu sítt egna hornorkestur. Í mai mánaði 1950 varð orkestrið veruleiki, og síð- ani hevur tað blást til hvørja Norðoyastevnu og nógv onnur tiltøk í Norðoyggjum og aðrastaðni í landinum. Vildu ikki rýma úr býnum Klaksvíkar Hornorkestur spælir til fleiri tiltøk á Norðoyastevnu. Tá ið stevnan verður sett fríggja- kvøldið, verða tónar blástir í Vágstúni, og har er or- kestrið eisini at hoyra í sambandi við midnáttar- samkomuna leygarkvøld. Sunnudag verður bæði gingið í skrúðgongu og spælt í Vágstúni, og seinnu árini hevur tað eisini verið vanligt, at orkestrið spælir umborð á Draganum áðr- enn kappróðurin leygardag. – Vit royna at spæla eitt sindur meira festligan tón- leik á Norðoyastevnu, enn vit annars gera, og tað taka fólk sera væl ímóti. Til flaggdagshald og grækaris- messu eru fleiri fastir sangir, sum vit spæla, men á Norðoyastevnu kunnu vit loyva okkum at spæla lætt- ari tónleik og eisini okkurt fjollut, um tað skal vera, sigur Heri Ellingsgaard. – Vit kenna tað sum ein skyldu hjá orkestrinum, at vit eru við til at seta dám á Norðoyastevnu. Og tí noyddust vit at geva avboð til landsdystin leygardagin, hóast vit áttu at spælt tá. Klaksvíkar Hornorkestur spælir vanliga í sambandi við a-landsdystir hjá Føroy- um, men nú mátti orkestrið siga nei, nú Norðoyastevn- an og landsdystur fullu á sama dag. – Vit kunnu ikki rýma úr býnum, tá ið Norðoya- stevnan er, so Havnar Hornorkestur loysir okkum av til dystin ímóti Sveis leygardagin, sigur Heri Ell- ingsgaard. Slúsa nógv ungfólk ígjøgnum Hóast tað er nógv lív í á summarstevnum, og øll fólk ikki eru við sítt vanliga vit, so fær hornorkestrið góðan frið at spæla. – Vit verða ikki órógvað, tá ið vit spæla á Norðoya- stevnu. Stemningurin er altíð góður, og vit fáa bara positiv orð við á vegnum, sigur Heri Ellingsgaard. Orkestrið hevur vanliga millum 25 og 30 fólk við, tá ið spælt verður á Norðoya- stevnu, og tað er ein bland- ing av gomlum kreftum, sum hava verið við í nógv ár, og so yngri fólkum, sum hava spælt í nógv styttri tíð. – Í løtuni eru nógv ung- fólk við í orkestrinum, men tað eru eisini nakrir av teimum gomlu við, og summir sum hava verið við øll árini. Ungfólkini støðast ikki altíð so væl í orkestrin- um, tí tey skulu jú burtur á skúla og so víðari, men vit royna bara at fáa so nógv fólk at spæla í orkestrinum sum gjørligt, og so vóna vit, at tey koma viðaftur seinni, tá ið tey kanska flyta heimaftur og fáa sær ar- beiði í Klaksvík, sigur Heri Ellingsgaard. Teir ungu hornblásararnir fáa undirvísing í musikk- skúlanum, og tað er ein stór hjálp hjá hornorkestrinum, at góð og skipað undirvís- ing er í býnum. Og nú bíðar enn ein Norðoyastevna eftir tí 55 ára gamla hornorkestrinum í Klaksvík. Tey blása á stevnuna Útlendski dirigenturin stendur fyri venjingunum Martin er ein av teimum eldru blásarunum í orkestrinum Andras og Eiler tosa um nótar Øssur og hini blása sum fyri lílvinum Festligur tónleikur á skránni á Norðoyastevnu