hósdagur 2. juni 2005síða 38
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 102 - 2. juni 2005
– Hetta er einki minni
enn tað størsta upp-
livilsið, sum man
kann hava. Og so eg, -
eg, sum ikki ætlaði
mær at vera inni, tá
hon átti, sigur Karl
Jakob Ósá Eliasen,
sum saman við unn-
ustuni Kristinu í
Króki eru foreldur til
yngsta barnið í Klaks-
vík
NÝBORIN
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Stova 11 stendur
á vegginum beint við hurð-
ina. Úr stovuni hoyrist ikki
eitt einasta ljóð, hóast ein
nýføðingur liggur har.
Vit banka spakuliga upp-
á, og frammanfyri okkum
situr eitt nýklakt foreldra-
par og - í teirra eygum -
heimsins elskuligasta barn
og svevur trygt í eini
vøggu.
Júst 24 tímar framman-
undan kom hetta gentu-
barnið í verðina, og nú sita
tvey brosandi foreldur og
kunnu snøgt sagt ikki fáa
nóg mikið av hesum vid-
undrinum av einum barni.
Í vøgguni liggur tann
fasti ljósareyði seðilin, har
øll fakta um barnið standa
á: Gentubarn, fødd 26/05-
05 kl. 11:48. Longd: 52 cm.
Vekt: 4050 gram. Foreldur:
Kristina í Króki og Karl
Jakob Ósá Eliasen.
Men fyri tey bæði er
hetta barnið alt annað enn
dato og tøl: Hetta eru heim-
sins eydnusamastu foreld-
ur, sum nú hava fingið
heimsins besta barn.
– Jú, eg eri sera stoltur
ídag, sigur 30 ára gamli
pápin, Karl Jakob.
Gleðin yvir barnið lýsir
eisini út úr eygunum á 28
ára
gomlu
mammuni,
Kristinu. Hon kann eisini
fegnast um, at alt gekk væl
við sjálvari føðingini -
henda føðingin, sum var
sama dag sum Fríðrikkur
krúnprinsur hevði føðingar-
dag, og sama dag sum ein
fastir Karl Jakob fylti 50.
– Vit hava ikki avgjørt
nakað navn enn. Men hon
verður helst uppkallað eftir
onkrum í familjuni, siga tey
bæði.
Størsta upplivilsið
Allir pápar munnu hava
verið stoltir yvir sítt fyrsta
barn.
Men fyri Karl Jakob var
tað somuleiðis ein heilt ser-
støk løta, tá hann hósdagin
á fyrsta sinni, og við tárum
á kinn, kundi taka sítt egna
barn upp í føvningin og
siga: – Hetta er mítt barn!
– Hetta kann simpelthen
ikki sigast við orðum. Hetta
er einki minni enn tað
størsta upplivilsið, sum
man kann hava.
– Og so eg, – eg, sum
ikki ætlaði mær at vera
inni, tá hon átti, sigur
eydnuríki pápin og ristir
við
høvdinum
at
sær
sjálvum, samstundis sum
hann er eitt stórt smíl um
alt andlitið.
Eingin ivi er um, at her
inni í stovu 11 er eydnan og
gleðin hjá faðir og móður
yvir eitt nýføtt barn, tað
fyrsta ein møtir, tá ein
trýnir innar.
Verkir og fótbóltur
Tað gekk rættiliga skjótt
fyri seg, tá hesin - fyribils -
yngsti klaksvíkingurin sá
dagsins ljós á fyrsta sinni.
Mikukvøldið
byrjaði
Kristina at merkja teir
fyrstu verkirnar. Og nú visti
hon, at um ikki so langa tíð
fór føðingin at fara í gongd.
– Eg sat og hugdi eftir
sjónvarpinum, tá Liverpool
og Milan spældu dyst. Ikki
tí, eg haldi ikki við nøkrum
av liðunum.
– Hetta varð ein spenn-
andi dystur, havi eg seinni
skilt, men eg fekk ikki alt
við. Mitt undir dystinum
byrjaði nevniliga verkirnir,
og so mátti eg bara upp at
ganga, sigur Kristina.
Hon royndir at fáa ta trý
ára gomlu dóttrina til song-
ar, samstundis sum verkir-
nir byrjaðu at gera alt meiri
og meiri um seg, og sam-
stundis sum alt Liverpool
stóð á øðrum endanum, tí
lið teirra hevði vunnið.
Og tá so nakað av vatnin-
um fór um midnáttarleitið
var einki annað at gera enn
at fara á Klaksvíkar
Sjúkrahús.
– Eg varð so kannað,
meðan Karl Jakob fór til
hús at verða. Eg fekk okk-
urt at sova av, og eg skal
siga tær, at eg svar sum ein
steinur alla náttina.
– Ikki fyrrenn klokkan
var farin av átta vaknaði eg,
og ringdi tá eftir Karl Jakob
og eini jarðarmóður. Og
síðani varð eg beinanvegin
koyrt inn í føðistovuna,
greiðir Kristina frá.
Glaður og stoltur
Karl Jakob var sum vera
man eisini sera spentur
uppá alt tað sum henda
skuldi, men hetta varð helst
í so nógv fyri hann.
Tey sendu so boð eftir
einari vinkonu, sum var hjá
Kristinu allan fyrapartin,
meðan Karl Jakob sjálvur
gekk óróligur og spentur úti
á gongini.
– Eg hoyrdi út á gongina,
hvussu hon gav seg og
hvussu ilt hon mundi hava
tað við verkjunum. Tað var
gott, at onkur var hjá henni,
sigur hann.
Tá klokkan var farin at
líða til 11:30 var føðingin
komin so langt, at skuldi
hann síggja sítt barn koma í
verðina, so mátti hann inn í
føðistovuna.
– Síðani gekk alt so
skjótt fyri seg, at tá klokkan
var 12 minuttir í 12, - tá var
dótturin fødd, sigur nýggi
pápin í Klaksvík.
– Hetta kann ikki sigast
við orðum. Og eg er tí sera
glaður fyri at eg var við til
tað. Ja, eg eri faktiskt stolt-
ur av tí.
Og sum myndirnar vísa,
so hevur hann eisini alla
orsøk at vera bæði fegin og
stoltur av dóttrini!
Egin hús
Hetta at verða vorðin pápi
er stórt, men setur eisini
nøkur krøv til gerandisdag-
in hjá foreldrunum.
Hetta vit tey bæði, Karl
Jakob og Kristina, og tí
– Eg eri stoltur av at vera pápi
Kristina og Karl Jakob funnu hvønn annan umvegis alnótina. Nú eru tey vorðin foreldur til – ja, heimsins fittasta barn
Mynd: Bárður