hósdagur 2. juni 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hóast ein er staddur
millum høgar bylgjur,
so ber væl til at finna
sær eina unnustu á
landi. Alnótin er eitt
heppið amboð í so
máta
KÆRLEIKI
Snorri Brend
Skálaberg: – Ja, er tað ikki
løgið at hugsa sær: Eg bleiv
forlovaður umborð, hóast
einki konufólk var við skip-
inum!
Tað var ein stórur dagur á
sumri 2003, tá tann nýggi
Skálaberg kom á fyrsta
sinni til Klaksvík. Stór
móttøka varð hildin í hes-
um sambandi.
Tá Skálaberg so legði frá
landi aftur var Karl Jakob
ein av manningini, og hevur
hann verið har síðani.
Hetta skipið er rættiliga
væl útgjørt við allari út-
gerð, sum hoyrir til eitt slíkt
nútíðar fiskisfar. Og mann-
ingin er heldur ikki við
sviðusoð í so máta.
Umframt eitt stórt fit-
ness-rúm finnast eisini í
hópatali av teldum umborð.
Og ein av brúkarunum av
hesum teldum var Karl
Jakob.
Beit á
Karl Jakob dámdi væl at
sita við teldurnar, og eitt
stað har hann vitjaði av og á
var Faroese_chat.
Her hevði hann møgu-
leika at chatta við gentur og
dreingir í landi um øll
verðsins viðurskifti, - eisini
um kærleika.
Einu ferðina hann so-
leiðis sat og chattaði sat ein
onnur genta í landi á
Strondum og fekst við tað
sama, sum eitt slag av dag-
dvølju.
Tey fingu "orðið" á hvørt
annað, og byrjaðu at chatta
meiri og meiri saman, og
rættiliga
nógv
saman.
Chatturin varð síðani av-
loystur av teldubrøvum,
persónsmyndum og tele-
fonsamrøðum, og mín sann
um ikki telduposturin bar
ávøkstur:
Tey avgjørdu at hittast, tá
Karl Jakob kom í land
næstu ferð. Hetta hendi so í
januar mánaði í fjør.
Henda dagin fór Karl
Jakob yvir land og legði
leiðina út á Strendur, har
hann á fyrsta sinni sá unn-
ustuna, Kristinu standa har
og taka so hjartaliga ímóti
honum.
– Eg haldi bara, at tað
hevur riggað væl, sigur
Karl Jakob og hyggur yvir
móti Kristinu. Tey brosa
móti hvørjum øðrum.
Eygu hansara fara tó
skjótt frá Kristinu og niður
í vøgguna, har lítla dótturin
liggur í fasta svøvni við
sama lag. Hann kann snøgt
sagt ikki halda eyguni
burtur frá henni.
Vit skilja hann væl!
Nr. 102 - 2. juni 2005
39
Olivur við Neyst
í Leikalund
Á Norðoyastevnu fer
klaksvíkingurin Olivur
við Neyst, at hava lista-
framsýning í Leikalund.
Olivur við Neyst er
ein tann kendasti lista-
málarin úr Klaksvík, og
hevur málað eitt ótal av
málningum av Klaksvík,
har myndevnini sum oft-
ast eru landsløg, skip og
fólk til arbeiðis. Á
Norðoyastevnu fer Oliv-
ur at sýna fram olju-
málningar,
vatnlits-
myndir og steinprent, og
framsýningin
verður
hangandi
allan
juni
mánaða. Ferniseringin
verður hósdagin 2. juni
kl. 16.00, har kaffi og
okkurt afturvið verður at
fáa.
Olivur við Neyst er
føddur og uppvaksin í
Klaksvík. Hann er út-
búgvin á listaakademi-
num í Keypmannahavn
hjá Richard Winther og
Wilhelm Freddie í árun-
um 1975-1979, og eftir
tað fór hann á lista-
námsliga linju hjá Helge
Bertram. Umfamt at
hann hevur havt ótelj-
andi framsýningar, bæði
í Føroyum og tað mesta
av Skandinavia, hevur
hann myndprýtt nógvar
føroyskar
bøkur
og
eisini verið við til at
myndprýða
Porkeris
skúla.
ave
Friðarligt á
vøllinum
Á Norðoyastevnu er
vanliga nógvur fótbóltur
á skránni. Vanliga verð-
ur spælt fríggjakvøld,
allan leygardagin á tamb
og sunnudag. Men í ár
verður eitt sindur meira
friðarligari á vøllinum.
Orsøkin er, at Føroyar
spæla A-landsdyst ímóti
Sveis leygardagin, og tá
ið landsdystur er á
skránni,
leggur
FSF
ongar
ungdómsdystir.
FSF heldur fast um prin-
sippið, at øll skulu
kunna fara til ein lands-
dyst í Føroyum.
Hetta merkir, at eingin
ungdómsfótbóltur verð-
ur um vikuskiftið. Eisini
1. deild hjá monnum
liggur still, men leygar-
kvøldið kl. 18.00 fara KÍ
og HB at spæla steypa-
dyst.
Nógvir
stevnuleikir
Fleiri talvkappingar eru
á skránni á Norðoya-
stevnu, og kappingarnar
eru bæði fyri børn og
vaksin.
Hóskvøldið
verður
kapping í snartalvi, og tá
kappast børnini frá kl.
17.30 og tey vaksnu frá
kl. 20.30. Kappingin
verður í Skákinum, sum
er felagshøli hjá Klaks-
víkar
Talvfelag
við
Akursmørk.
Fríggjadagin verður
aftur talvkapping kl.
19.00, og tá verður
kappast á talvborðinum í
Vágstúni ella í Skákin-
um, um tað ikki viðrar at
telva úti.
Norðoyastevnuaftan
kl. 19.00 fara bestu lið-
ini hjá Klaksvíkar Talv-
felag og Havnar Telv-
ingarfelag at dystast í
Skákinum.
Arga og
undirhalda
Klaksvíkar Sjónleikar-
felag fer aftur í ár at
spæla Norðoyastevnu-
teitið.
Frumsýningin
verður fríggjakvøldið kl.
20.00, og síðani verður
eisini spælt hinar Norð-
oyastevnudagarnar og
dagarnar eftir Norðoya-
stevnu.
Í teitinum verða ymisk
aktuell mál tikin upp,
men meira tíðarleysir
smáleikir eru eisini á
skránni. Undirhaldandi
er tað í øllum førum, og
nógv fólk plaga at fara
til teitið.
List í skúla
Norðoya Listafelag hev-
ur sína árligu listafram-
sýning
á
Norðoya-
stevnu.
Framsýningin
verður í ár í skúlanum
við Ósánna. Tað eru
fyrst og fremst lokal
listarfólk,
sum
sýna
fram á hesari framsýn-
ing, men onnur listar-
fólk eru eisini við. Lista-
framsýningin letur upp
norðoyastevnuaftan kl.
17.00 og hevur eisini
opið frá kl. 15.00 Norð-
oyastevnudag.
hava tey beint nú - dagin
fyri at barnið kom í verðina
– yvirtikið eini hús við
Stoksoyrarvegin í Klaks-
vík.
– Vit sleppa tó ikki inn í
tey beinanvegin, tí okkurt
skal gerast við tey fyrst.
Men um einar tveir til
tríggjar mánaðir, so flyta
vit inn í tey.
– Tað verður ordiliga
gott, sigur Karl Jakob.
Í løtuni er helst óvist, um
Karl Jakob sjálvur verðir
við til innflytingina. Hann
er fast við Skálaberg, men
var heima henda túrin, nú
hann skuldi gerast pápi á
fyrsta sinni.
Sleppur hann at vera
heima allan túrin, so skal
hann ikki avstað aftur fyrr-
enn einaferð í juli, men
verður tað bara til ein hálv-
an túr, er ikki óhugsandi, at
hann longu skal avstað um
miðjan juni.
Svav og svav
Tá vit vitjaðu nýggju for-
eldrini fríggjadagin - dagin
eftir føðingina - stóð væl
til.
Fyri okkum sum umboð
fyri tíðindatænastuna var
bert eitt at kæra okkara
neyð um: Lítla dótturin
svav og svav alla tíðina
undir vitjanini.
Hóast nógv arbeiði og
larm í samband við mynda-
tøkuna, so eydnaðist okk-
um ikki at fáa eitt einasta
brá av vøkru barnaeygun-
um á hesum fitta nýføðing-
inum.
Hon lat myndamann vera
myndamann og tíðinda-
mann vera tíðindamann.
Eingin skuldi órógva hana í
hennara væl uppiborna
svøvni.
Vit gera okkum til at fara
víðari, - hesaferð til tann
elsta borgaran í Klaksvík,
tann skjótt 100 ára gamla
Eliesar Sørensen.
- Er hon ikki ótrúliga
fitt?, sigur Karl Jakob brád-
liga, beint sum vit eru kom-
nir í jakkarnar og eru á veg
út í gongina.
Tað, eru tað ikki fleiri
meiningar um!
Chattaðu seg til kærleikan
- Vit hava ikki avgjørt nakað navn enn til dóttrina. Men hon verður helst uppkallað eftir
onkrum í familjuni, siga foreldrini bæði, Kristina og Karl Jakob
Mynd: Bárður