hósdagur 2. juni 2005síða 40
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 102 - 2. juni 2005
HUGLEIÐINGAR
Andras Sólstein
Vinmaðurin hjá mær Olli líður
av sjúkuni KPA, (Kitchen Per-
formance Anxiety Syndrom,
køksavriksangist) Hetta er ein
líðing fleiri og fleiri mannfólk
tey seinastu árini hava fingið, og
kemst hon av at hyggja ov nógv
at mat-sendingum í sjónvarpin-
um so sum Jamie Oliver, Ready
Stedy Cook, Okkara Kokkar
o.s.fr.
Vinmaðurin hjá mær er single.
Hann hevur verið single nú í eini
9 ár, frá tí hann var 27 til 36 ár,
og nú skal hann á sín fyrsta
rættuliga date í fleiri ár, og hetta
skal vera á norðoyastevnu. Og
hesaferð ætlar hann, at tað skal
vera eftir bókini. Gentan er
búgvin, ikki ein av hesum fják-
utu barokgellunum, sum hann
hevur fjasast við í styttri og
longri tíð, mest styttri, síðani
hann bleiv single. Og hann er
ósikkur og fjollutur sum ein
pirrutur tannáringur, og í hesum
viðfangi hevur hann biðið meg
um hjálp. Ein sovorðin "parfor-
holds junkie" sum tú Andy, mátti
vita onkur vinaráð at givið mær.
Við hesum boðum møtti eg í
íbúðini hjá honum eitt miku-
kvøld. Eftir at hava tosað eina
løtu saman og drukkið nakrar
veðrar komu vit til ta niðurstøðu,
at hann átti at bjóðað henni ein
betri bita, og har er nógv at velja
í.
Ein ofta nýttur møguleiki er at
fara í býin og lufta plastickortið,
bíleggja borð á einari matstovu,
og her eru royndirnar -jú dýrari,
jú betri-, tað virkar hvørja ferð.
Í Klaksvík er úrvalið av
matstøðum ikki stórt. Hereford
plagar at virka, men tað er ikki
serliga diskret, og tað er eitt av
krøvunum, hon hevur sett. Grill
er ikki nakað gott hugskot.
(Seinri, tá man hevur verið sam-
an í eina tíð, er grill og ein góður
DVD-filmur sum t.d. Sleepless
in Seattle, gott latín) Eitt
vikuskiftið í París er kanska ikki
av vegnum, men ein annar
møguleiki er at bjóðað henni
heim til eina máltíð, og so vita
hvussu leikur fer, og tað er her
KPA sjúkan kemur upp í leikin.
Kostpyramidan hjá einum
single manni er ikki serliga
spísk. Hon líkist mest av øllum
einum kassa, bygdur av Lørdags-
pizza, garnerað við fronskum hot
dogs. Alt skolað niður við øli
ella Jolly. So her er fyrsta forð-
anin. Ein skjót kanning í køkin-
um hjá Olla vísir, at nógv skal
henda, áðrenn hann kann fáa
damuvitjan. Einasta kókibók í
húsinum er ein føroysk, sum Olli
fekk í jólagávu frá mammu síni
fyri fleiri árum síðani. Men før-
oyingar, oh harragud sum vit eru
komnir stutt.
Kókaðan fisk við smelti,
garnatálg, fløt ella salttálg aftur-
við. Grunnishøvd, krympaðir
válgarar, grónseið, brakfylla og
skarngarnar. Nei, hin føroyski
køkurin er ikki serliga pikantur;
tað munna vera fáar dámur sum
blotna av slíkari matskrá. So eg
sigi við Olla, at vit mugu gloyma
alt um føroyskan mat. Vit mugu
hugsa útlendskt, franskt, itali-
enskt, ella hvat við grikskum
mati? Mat sum Homer gamli át,
ella Odyssus, Afrodita og hinir
gudarnir ótu? Tað mátti impo-
nerað og bloytt flest konufólk.
Tzatziki, pikilia, ouzo. Eg
smakkaði orðini, jú hví ikki? Hví
ikki umskapa stovuna til eina
grikska Ouzoriamatstovu. Fyri
grikkalandsfjeppara er tað at sita
á einari ouzoriamatstovu, tætt
við ein fiskamarknað, drekka
ouzo og retsina, eta grillaðar
høgguslokkar, hoyra ljóðið frá
kajini, kenna angan av høggu-
slokkinum á grillini, síggja
glæmuna av kertuljósunum
speglast í eygunum á tí útvaldu,
tá hon hyggur at tær sum einum
øðrum Zorba, ja tá er tað sjálvt
hina griksku sálina, tú hevur
rakt. Tá vit eru stødd í Klaksvík
og búgva tætt við vánna, so kann
man kanska fáa eitt sindur av
hesum grikska stemningi við at
lata vindeygað upp og hoyra
ljóðið frá útróðrarbátunum.
Ella hvat við at hugsað franskt,
bouillabaisse, kryddað fronsk
fiskasúpan við hvíttleykssmøri
og flutes afturvið? Halt kjaft,
sum fransmenn duga, hugsi eg
við mær sjálvum. Omma plagdi
antin at stoyta fiskasoðið burtur
ella seta tað fyri kúnna, so
primitiv vóru føroyingar.
Sjálvandi er tað mest nátúrliga
at eta fisk, tá man er í Klaksvík,
fiskivinnuhøvuðstaðnum í
Føroyum. Lætt er at fáa hendur á
rávøruni: tari, goggur, øður, ráur
fiskur, igulker, alt kveikjandi fyri
kynstrongdina hjá henni, og gera
tað sum ein japanskan rætt. Tað
hevði imponerað (og scorað), og
sjálvandi skal ein royna at fáa
hendur á tí vandamikla og
eitrandi Fugu-fiskinum, sum skal
hagreiðast á ein heilt serligan
hátt. Tað skal kitla so merkiliga í
tunguni av eitrinum, tá ið ein
etur tann fiskin. (Fugu rubripes
er 1250 ferðir eitursterkari enn
cyanid, og blandað við sake er
tað besti kærleiksdrykkur í heim-
inum. Nakað sum hjá Ólavi
Riddararós, ið drakk av drykki-
steypinum og "eiturkornið í tí
fleyt" og "hon kysti hann so
mjúkan" osfr., osfr.)
Men alt hetta skal matgerast,
meðan ein gongur og melur í
einum silkikimono og drekkur
heitt sake og tosar um samuo-
raiar og ninja. Serliga gott er at
læra seg væl at eta við pinnum,
og um hon ikki dugir, kann ein
imponera við at geva henni
smáar lekrar útvaldar sushi bitar
í munnin við pinnunum.
Ella flamberað okkurt. Tað er
nakað frumkent við at flambera,
frummaðurin sum hevur tamar-
hald á eldinum, kvinna sum
hugtikin hyggur at við stórum
eygum, blotnar o.s.fr. Ansa tó
eftir ikki at hava høvdið útyvir
pannuna, tá fest verður í, vit
takast við høg oktantøl her!
Skal tað vera føroyskt, kann
man nýta t.d. lunda. Lomvigi er
eisini góður. Fuglur verður
viðfarin og hagreiddur à la
"American Psycho". Tað vil siga
at tú skalt skera høvdið av og
kryvja hann eftir rygginum. Brett
á bringubeinið. Tak innvølin út
og tak livur og hjarta til varða.
Kann steikjast í ovni ella í grýtu.
Ella er tað lomvigi, ber til at
skrædla hann, og steikja
bringurnar. Sós og brúnkað epli
afturvið.
Eitt týdningarmikið at minnast
til er, at alt skal ikki vera liðugt,
tá hon kemur, fleiri konufólk
dáma væl at fáa eitt vínglas í
køkinum og so bara standa og
eygleiða "la Chef", meðan hann
fær tað seinasta frá hondini í
køkinum.
Vit koma rættuliga í gongd við
at fyrireika hugnakvøldið hjá
Olla! Til ein romantiskan døg-
urða er tónleikur og stearinljós
eitt "must". "Black Sabbath live
evil" ella "Queen live killers" eru
ikki hóskandi. ABBA gold er ov
didduligt, men "The best of
Leonard Cohen", Sting ella
Frank Sinatra skuldi verið hóski-
ligt.
Eitt er at eta, men ein skal
eisini duga at práta, leiða eina
samrøðu, so ein sleppur undan
teimun pínligu løtunum, har
hvørgin sigur nakað. Gloym alt
um at siga frá filmum, tú hevur
sæð. Hvør kvinna tímir at lurta
eftir tær siga frá um ein mann,
sum rennur runt við berum yvir-
belti og einari bazooka undir
arminum í Vietnem? Lítið nyttar
eisini at tosa um útróður (hóast
vit eru í Klaksvík) ella hina
ferðina, tá ið tú vart so skít eina
ólavsøku, at tú vaknaði, liggjandi
mitt á tinghúsvøllinum ólavsøku-
morgun í ongum buksum.
Nei skalt tú scora, mugu vit
finna upp á okkurt heilt annað.
Keypa eina bók so sum Simple-
living, Feng Shui og leggja hana
í stovuna, ikki ov sjónska, men
soleiðis at hon sær hana og hugs-
ar við sær sjálvari, at her býr ein
maður, sum er komin víðari við
lívinum. Inni á kjakinum á
heimasíðuni kvinna.fo er eitt gott
mið at finna uppá evnir at tosa
um: øll tey bleytu virðini,
urtagarðar, sorg, klænking, út at
eta við børnum, barnapengar til
einligar mammur osfr. Alskyns
evnir, sum konufólk tíma at
kjakast um.
Vegurin til kvinnuna
gongur umvegis góman
Framhald á s. 43