Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 Nr. 102 - 2. juni 2005 Tað er sama skilið á hvørjum ári. Norð- oyastevna er, men næmingarnir á H.F- skeiðnum í Klaksvík sita við nøsini niðri í bókunum. Próvtøk- urnar hjá 2. flokki eru nógvar og tættar, so hjá teimum má Norð- oyastevnan bíða til næsta ár NORÐOYA- STEVNAN 05 Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Bárður Lydersen Tað er ikki júst Norðoya- stevnuprát, ið setur sín dám á prátið á gongini á H.F- skeiðnum í Klaksvík hesar dagarnar. Seinastu munn- ligu próvtøkurnar hjá 2. p skulu fáast frá hondini, og hendan fyrrapartin, vit støkka inn á gólvið, eru tey uppi í geografi. Spenning- urin hongur í luftini. Við eitt fer hurðin inn til próv- tøkuhølið upp, ein løta gongur, og so hoyrist róp og eitt "Yes!". Ein genta hevur skorðað sær eitt 9 tal, og hinar á gongini leypa um hálsin á henni og ynskja tillukku, men seta seg skjótt aftur á bonkin at bíta negl ella blaða skundisliga í eini bók. Høvdið klárt Gentan við 9 talinum fer smílandi avstað - men ikki heim at halda frí. Tað er tað onki, sum eitur í hesum próvtøkudøgum, tí næsta próvtøkan er longu um tveir dagar. Men hvat við Norðoya- stevnuni? Skulu hesa ungu dámurnar slett ikki í býin, í dans ella bara út at hugna sær saman við vinfólki komandi dagarnar? - Nix! Norðoyastevnan má passa seg sjálvan. Mánadagin aftaná Norð- oyastevnu skulu vit upp í sálarfrøði, og tað krevur, at tú heldur høvdið klárt, flennir ein av gentunum. – Tað er kanska eitt sindur moðið at síggja øll hini ganga og pynta seg og fara í býin. Men eg veit ikki, eg leggi ikki so nógv í tað, tí Norðoyastevnurnar líkjast so nógv eftirhondini. Eg kann saktans bíða til næsta ár, sigur ein genta, meðan hon kannar listan fyri at vita, nær tað er henn- ara túrur at fara inn at taka ein spurning. – Hevði tað verið Summ- arfestivalurin, sum var hes- ar dagarnar, so var tað nak- að annað. So hevði man ordiliga følt, at man for- sømdi seg. Ikki tí, tað hevði verið hugnaligt at farið í býin við øllum hinum ella til kappróður, men hvør veit, kanska tað fer at oysregna, sigur ein, sum var uppi í geografi í gjár, og nú er komin at forvitnast eftir, hvussu tað gongur hjá hinum í flokkinum. Seðil á køliskápið Merry Kalsø og Gigi Stampe hoyra til í tí eldra endanum av 2. p. Tað hevur gingið væl við próvtøkun- um higartil, og soleiðis skal tað helst eisini halda fram, siga tær avgjørdar. – Vit fara stutt sagt undir jørð á Norðoyastevnu. Tað er ikki so nógv annað at gera, um man vil verða so væl fyrireikaður, sum gjør- ligt til próvtøkuna. Og tað vil man sjálvandi, tá man nú hevur valt at taka hesa útbúgvingina, siga tær báð- ar, sum eisini plaga at lesa saman. – Tað er nokk meira tey ungu, sum halda tað vera strævið ikki at kunna vera í dans til langt út á náttina. Vit eru so gamlar, so fyri okkum ger tað minni, held- ur Merry, sum allíkavæl vildi ynskt, at hon hevði betri tíð til hugna sær heima og gera mat til gest- irnar hesar dagarnir. – Men gott er. Vit seta bara ein seðil á hurðina á køliskapínum: "Gerið so væl. Fáið tykkum sjálvi", og so mugu menninir bara Próvtøkutíð: Undir jørð á Norðoyastevn Elsa Maria Simonsen var væl nøgd við 8 talið, hon fekk í geografi hendan dagin, tí hon heldur seg avgjørt ikki vera próvtøkufólk - Tað hoyrast sjálvandi onkur huff og puff, tá næmingarnir fáa at vita, nær tey skulu upp. Men tey innstilla seg skjótt uppá, at Norðoyastevnan má bíða, sigur Sigrun Skálagarð, leiðari á Klaksvíkar H.F-skeiði Sólva Petersen er ikki so ovurfegin um, at tað verður hennara túrur inn í próvtøkuhølið um eina løta Merry Kalsø og Gigi Stampe ætla sær at f tú vilt hava eitt hampiligt úrslit, siga tær