hósdagur 2. juni 2005síða 43
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
43
nu
fara undir jørð á Norðoyastevnu. - Tað er ikki so nógv annað at gera, um
r báðar
Tað er ikki júst Norðoyastevnudámur á gongini á Klaksvíkar H.F-skeiði hesar dagarnar
Erla Petersen syngur við í Kvinnukórinum Suð og er annars
eisini virkin í Brøðrasamkomuni. Men eisini tað má bíða á
Norðoyastevnu, tí próvtøkulesturin kemur í fyrstu røð
orðna restina, flenna tær
báðar.
Stór kabala
Sigrun Skálagarð, leiðari á
H.F-skeiðnum í Klaksvík,
heldur ikki, at tey merkja
nakað til, at næmingarnir
halda tað vera órímiligt at
ganga til próvtøku so tætt at
Norðoyastevnuni.
– Beint, tá tey fáa at vita,
nær tær ymsu próvtøkurnar
eru, hoyrast sjálvandi onkur
huff og puff. Men eg haldi,
at tey innstilla seg skjótt
uppá tað. Hin møgleikin
var, at vit kanska royndu at
trýsta próvtøkurnar meir
saman, so tey fingu onkrar
frídagar hesar dagarnar,
men tað vil ongin kortini, tí
so hevði verið uppaftur
styttri tíð at fyrireika seg
millum próvtøkurnar, sigur
Sigrun.
Alt hetta er tó ikki nakað,
tann einstaki skúlin hevur
nakra serliga ávirkan á,
sigur Sigrun. Próvtøkuætl-
anin er ein stór og fløkt
kabala, eisini tí nógvir av
próvdómararnum koma úr
Danmark. Soleiðis er tað á
hvørjum ári, so tað gongur
nokk eisini hesuferð. Sigr-
un veit í øllum førum onki
um, at Norðoyastevnan
hevur havt eina keðiliga
ávirkan á úrslitini til próv-
tøkurnar á Klaksvíkar H.F-
skeiði.
Plakatirnar av Kim Wilde og Katju K og myndin av
fyrverandi gentuni skulu burtur, og vit prenta eina mynd
av Móðir Theresu út av netinum og hanga hana í
stovuna.
Klæðir skapa fólk, og tað er av alstórum týdningi at tú
letur teg í eftir tínari persónligheit, og tá tú ikki hevur
nakra ítøkiliga persónligheit, so mást tú lána eina.
Klædningur við slips er ov fínt og Levi´s ov traditionelt,
og um tú vilt viðganga tað ella ei, so eru Miami Vice
designer-klæðini, tú keypti fyri nógvum árum síðani, og
sum enn hanga í skápinum, ikki in longur. Av eini ella
aðrari orsøk fella konufólk fyri listamanninum, hinum
loyndarfulla og hugsanarsama; so svartir skógvar, einar
svartar buksur, og svørt rullukragatroyggja er eitt sikkurt
hitt.
Ílatin listarmannin mást tú eisini tosa eitt sindur um
list. Skal tú tosa um t.d skaldskap, er tað gott at læra seg
onkrar reglur uttanat, soleiðis at tú kanst stroya um teg
við skaldsligum perlum, og tað má vera okkurt annað
enn tey ódeyðiligu citatini sum vit minnast úr filmum
sum t.d. "Yippie-kie-yae, motherfucker" (Bruce Willis í
Die Hard)" "I'll be back." - (Arnold Schwarzenegger, í
Terminator), ella "I know what you're thinking. Did he
fire six shots or only five? Well, to tell you the truth, in
all this excitement, I've kinda lost track myself. But
being as this is a .44 Magnum, the most powerful
handgun in the world, and would blow your head clean
off, you've got to ask yourself one question: Do I feel
lucky? Well, do ya punk?" (Clint Eastwood í Dirty
Harry) Dugir "My Dick’s on Fire" hjá Al Pacino ikki?
Nei, tú mást læra teg okkurt hjá Jóanes Nielsen ella
Steintór Rasmussen, Kirkegaard, ella hvat við nøkrum
reglum úr tí nýggjasta yrkingasavninum hjá Kim
Simonsen? Skal tað vera filmur, so kundi ein nýtt hetta
"All the gin joints in all the towns in all the world, and
she walks into mine." Ella "here´s looking at you kid"-
(Humphrey Bogart í Casablanca).
Og minst til, um tað skuldi komið so langt, far so
spakuliga fram, ikki skræða klæðini av henni! Tað kann
væl vera at Michael Douglas sleppur óforskammað væl
frá tí í fleiri filmum. Men tað er í filmum, vit eru til í
veruleikanum, og har eru tað tær fægstu, sum eru
áhugaðar í, at hin nýggja skjúrtan ella blusan verður
skrødd sundur.
Kama Sutra, Tantra, Svanin o.s.fr. skulu eisini
gloymast í fyrsta umfari! Tað er alt, alt ov tíðliga at
koma við á fyrsta ástarfundinum.
Aftaná er ikki neyðugt at tosa um tey Punisku kríggini,
diskursgreining av bundnum lýsingarorðum (har tað ber
til at hava eitt bundið lýsingarorð og navnorð, uttan
nakað kenniorð), Nietzsche ella uttanríkispolitikkin hjá
USA. Í staðin kann man bara balla seg, liggja tætt og
teska banalitetir og sovna í ørmunum hvør hjá øðrum.
Og hevur hon sovið hjá tær, mást tú fyrireika
morgunmat!
Fyrr høvdu tey ábit fyrst á morgni, tí eingin mátti fara
fastandi av húsum. Ábit var sum oftast okkurt lítið upp í
munnin, ein drýlabita og ein mjólkasopa, ein dropa av
súpan ella okkurt annað frá kvøldinum fyri. Morgun-
matur kundi vera drýlur og onkur viðskeri, onkuntíð
bakaðu tey okkurt í drýlin, t.d. tálg ella livur. Her mugu
vit sjálvandi eisini hugsa franskt, teir eru komnir nógv
longri. Hevur kvøldið verið succes, hví ikki borðreiða
við jarðberum og champagnu, Dom Perignon sjálvandi
(Richard Gere og Julia Roberts í Pretty Woman) ella
kanska grikskum morgunmati, t.d. ostapie (Tiropitakia)
og frappé kaffi, og kanska luska ein einkultan ouzo í fyri
at styrkja løgin og tendra í aftur stemningin, og eftirsum
tað er norðoyastevna?
Hetta er alt ein meting, sigi eg við Olla, tú mást lesa
løtuna og stemningin rætt av, ella kann koma gangur
burturúr.
Er alt hetta ov nógv roks at gera burturúr fyri at fáa
hendur á einari dámu, segði eg við Olla, so kanst tú altíð
taka eina øks og høgga lítlafingur av, stappa hann í
munnin, drøna út á sjúkrahúsið og fáa tey at seyma hann
uppá aftur. Tá tú so liggur í hospitalssongini, kann man
so royna hina klassisku Florence Nightengale effektina,
tvs sjúkrasysturin sum verður forelskað í sjúklinginum
og tú í henni, hon tekur náttarvaktir og krýpur upp í
sjúkrasongina og vice versa, à la filmin "The english
patient."
Olli segði við meg, beint áðrenn eg fór út gjøgnum
dyrnar, at hann skuldi umhugsa støðuna og hvussu
kvøldið við damuni skuldi verða; men hann ætlaði sær
fanin í galið hvørki at verða Zorba, samureið, listamaður
og so slettis ikki "The english patient" á norðoyastevnu.
Tað var tað mest tápuliga, hann hevði hoyrt í longri tíð!
Vegurin til kvinnuna gongur umvegis
góman…
Framhald av s. 40