hósdagur 2. juni 2005síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50
Nr. 102 - 2. juni 2005
Fremsta uppgávan
hjá landsliðsvenjar-
anum undan dyst-
inum leygardagin er
at finna avloysararnar
til Pól Thorsteinsson
og Julian Johnsson
LANDSLIÐIÐ
Jákup Mørk
Mikukvøldið
savnaðist
føroyski landsliðshópurin
til komandi uppgávurnar
móti Sveis og Írlandi
Úr Danmark komu Henr-
ik Larsen, landsliðsvenjari,
saman við Gunnari Nielsen,
Jón Róa Jacobsen, Johan
Byrial Hansen, Andrew av
Fløtum og Claus Bech
Jørgensen, sum hevur vant í
Horsens, síðani enska kapp-
ingin endaði. Og úr Íslandi
kom Rógvi Jacobsen, sum í
ár er einasti landsliðs-
spælarin har á leiðini.
Atli ella Byrial
Sum vant, so verða nakrar
venjingar á skránni, áðrenn
landsliðsvenjararnir enda-
liga gera av, hvussu liðið
fer at síggja út, tá farast
skal inn á vøllin.
Tvær venjingar eru á
skránni bæði hós- og fríggj-
adagin, og vanliga er tað
ikki fyrr enn eftir hesar, at
gjørt verður av, hvussu liðið
fer at síggja út.
Men hóast venjingarnar
enn ikki hava verið, so kann
helst longu nú staðfestast, at
talan neyvan verður um tær
kollveltandi broytingarnar í
uppstillingini.
Nýggjur
maður skal finnast fyri Pól
Thorsteinsson
á
høgra
bakki, og á miðvøllinum er
Julian Johnsson leikbannað-
ur til fyrsta dystin, og helst
verða tað hesir báðir spurn-
ingarnir, sum landsliðsvenj-
ararnir fara at nýta mestu
orkuna til hesar dagarnar.
Tí líkist tað eini upp-
stilling við Jákup Mikkel-
sen í málinum og eini mið-
verju við Óla Johannesen
og Jón Róa Jacobsen. Á
vinstra bakki hevur Súni
Olsen ferð eftir ferð verið
millum
bestu
føroysku
spælararnar, og tó at tað
kanska kundi verið freist-
andi at flutt hann longur
fram á vøllin, so má helst
roknast við, at hetta ikki
verður gjørt. Einamest tí
hópurin ikki inniheldur so
øgiliga nógv alternativ til
plássið á bakkinum.
Á høgra bakki eru so
nakrir møguleikar at velja
ímillum, men mest upp-
lagdur av hesum tykits vera
Johan Byrial Hansen. Hó-
ast avrik hansara á lands-
liðnum hava verið nakað
misjøvn, síðani hann á
heysti 2001 debuteraði
móti júst Sveis, so er her
talan um ein spælari, sum
hvørja viku er fastur maður
hjá einum liði, sum fyri tað
mesta hevur havt beina kós
móti donsku superliguni.
Onnur alternativ kundu
her verið Atli Danielsen og
spildurnýggi Mortan úr
Hørg, eins og Christian
Høgni
Jacobsen
eisini
onkra tíð hevur verið
royndur á plássinum. Men
meðan Mortan helst er ov
feskur at tveita beint inn á
liðið, so er Atli helst meira
upplagdur sum gardering á
miðvøllinum, meðan tørvur
helst eisini verður á Christi-
ani Høgna í álopspartinum.
Tað er tó áhugavert í hesum
høpi, at Atli á pappirinum
er úttikin sum verjuleikari,
og tí verður tað helst fyrst
og fremst hann, sum skal
dystast við Johan um
plássið á bakkinum.
Rógvi inn á miðvøllin
Á miðvøllinum tykjast tey
trý fyrstu plássini vera
rimmarføst. Jákup á Borg
og Claus Bech Jørgensen
verða helst settir á kantar-
nar báðar, meðan Fróði
Benjaminsen kann roknast
at verða annar av sentralu
miðvallarunum.
Eisini
hóast hann í heimligu kapp-
ingini hevur verið meira
sannførandi sum miðverji
higartil í ár.
Sum makkara til Fróða
gita vit, at Rógvi Jacobsen
verður valdur. Rógvi hevur
seinastu tíðina strítt seg til
eitt alt meira fast pláss
millum teir fyrstu ellivu, og
tó at hann hevur reika
millum álop og verju - og
onkra tíð sum kantspælari -
so er helst lítið at ivast í, at
hann hesaferð er maðurin,
sum kemur mitt á. Ikki
minst tí arbeiðsorka hansara
nærum kann sammetast við
hana, sum Julian Johnsson
plagar at leggja fyri dagin,
tá hann er partur av liðnum.
Av øðrum møguleikum á
miðvøllinum er helst vert at
leggja til merkis Inga Høj-
sted. Hann hevur enn bara
tann eina landsdystin á
baki, men higartil í ár hevur
hann verið millum avgjørt
bestu spælararnir hjá B36,
og heldur ikki hansara ar-
beiðssemi bilar nakað sum
helst.
Heðin sum fjórða
valið
Soleiðis gita vit, at talan
verður um eina 4-4-2 upp-
stilling, og í hesari er sum
so rættiliga opið, hvørjir
teir báðir áleypararnir á
liðnum verða.
Her stendur valið helst
serliga millum Andrew av
Fløtum, Christian Høgna
Jacobsen og Jónhard Fred-
eriksberg, meðan Heðin á
Lakjuni ivaleyst má roknast
sum fjórði møguleikin í
hesum. Tó at hann eisini
kann nýtast sum alternativ
á vinstra kanti.
Andrew hevur seinastu
tíðina verið fastur fúsur í
álopinum
hjá
Fremad
Amager, og roknast kann
við, at hann verður partur
av liðnum hesaferð. Ikki
minst, tí John Petersen ikki
longur er á liðnum, og at
tørvur tí er á einum manni,
sum megnar at halda upp á
bóltin, tá spælt verður
niðan.
Og so stendur dysturin
millum Jónhard og Christi-
an Høgna um seinasta
plássið. Her hevur Jónhard
í eitt ár arbeitt seg fram til
eina góða støðu í hópinum,
men eftir skaðasteðgin tyk-
ist Christian Høgni vera
komin væl fyri seg, og
saman við eyka royndun-
um, sum runavíkingurin
hevur, verður tað tí kanska
hansara uppgáva at vera
fremsta føroyska álops-
hóttanin.
Tveir nýggir skulu finnast
Julian Johnsson er leikbannaður til dystin móti Sveis, og tí skal nýggjur makkari finnast til Fróða Benjaminsen á sentrala
miðvøllinum
104
fjøl-
miðla-
fólk
Umstøðurnar
kring
Svangaskarð fáa seg
rættiliga
royndar
til
landsdystin leygardagin.
Vanliga eru hampuliga
nógv fjølmiðlafólk til
landsdystirnar hjá okk-
ara liði, men tá talan er
um Sveis, gerst talan um
heilt serliga støðu. Ikki
minst, tí dysturin her
skal produserast á fleiri
málum. Týskum, itali-
enskum og fronskum -
umframt føroyskt sjálv-
andi.
Í alt er talan um 104
fjølmiðlafólk, sum hava
biðið um pláss við
Svangaskarð til dystin.
Av hesum telja skriv-
andi miðlar 35 fólk,
umframt at hesi hava 14
myndafólk knýtt at sær.
Útvarp Føroya hevur
saman við úlendskum
útvarpsstøðum til sam-
ans 11 fólk á staðnum,
og so er tað altso sjón-
varpið.
Her hevur Sjónvarp
Føroya, sum stendur
fryi
sjálvandi
fram-
leiðsluni 24 fólk á
staðnum, og hartil koma
so tilsamans 16 útlendsk
sjónvarpsfólk, sum hava
til uppgávu at fáa dystin
varpaðan út á røttu
málunum.
At enda er so talan um
fýra teknisk hjálparfólk,
sum eru knýtt at út-
lendsku út- og sjón-
varpsstøðunum.
-jm