hósdagur 2. juni 2005síða 49
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 - 2. juni 2005
49
Bussferð við
12. Manni
Sum vanligt er, tá før-
oyska fótbóltslands-
liðið dystast, so ætlar
føroyski 12. maðurin
sær eisini at spæla við.
Fyri at fjølgast sum
best við leikvøllin,
skipar 12. maður eisini
fyri felags upphiting
og ferð inn á Svanga-
skarð, har landsliðið
leygardagin skal takast
við Sveis.
Sjálv upphitingin til
dystin byrjar kl. 12, tá
dyrnar á Café Natúr
lata
upp
fyri
12.
manni.
Kl. 14.30 verður so
farið í bussarnar og inn
á
Svangaskarð,
og
einki er at ivast í, at
venjing og upphiting
til felagssang tá er á
skránni.
Sagt verður, at tað
helst verða einir 450
áskoðarar við mót-
støðuliðnum, og tí
ræður um hjá føroyska
12. manninum at vera
bæði fjølment og væl
fyrireikað.
-jm
Størsta álopshóttanin
hjá Sveis er ikki út-
tikin, tí dystarvenj-
ingin ikki er í lagi.
Hinvegin er 23 ára
gamli Marco Streller
fatur til reiðar at
skjóta mál fyri føði-
landið
SVEIS
Jákup Mørk
Hóast
Sveis
framvegis
verður styrkismett beint
undir europeiska toppinum,
so er einki at ivast í, at tað
er eitt sterkt lið, sum leyg-
ardagin fer á vøllin á
Svangaskarði.
VfB Stuttgart, Werder
Bremen, PSV Eindhoven
og enntá Arsenal eru mill-
um feløgini, sum standa á
visit-kortunum hjá einstøku
spælarunum, og hetta í
sjálvum sæs boðar frá eini
ávísari góðsku á liðnum.
Í Sveis tykist spenningur-
in vera størstur um, hvussu
tað fer at gangast hjá Marco
Streller, tá hesin nú aftur
fer í landsliðsbúnan. 23 ára
gamli áleyparin, sum er
sáttmálabundin
í
týska
Stuttgart, var í seinastu
undankapping besti mál-
skjúttin hjá Sveis, men eitt
beinbrot hevur í eitt ár
hildið honum frá landsliðs-
fótbólti.
Hetta hevur viðført ein
álopstrupulleika hjá sveis-
iska liðnum. Og tó at hesin
trupulleikin ikki var so
sjónskur móti Føroyum í
Basel, so er hetta nakað,
sum nógv hevur verið gjørt
burturúr í sveisikum miðl-
um.
Eingin Yakin
Sæð við føroyskum eygum,
so er tað helst eitt sindur
troystarkent,
at
Koebi
Kuhn, landsliðsvenjari, ikki
hevur tikið Hakan Yakin
við á liðið hesaferð. 10'ar-
in, sum í Basel tagaði før-
oysku verjuna fullkomuliga
sundur, hevur havt sera ilt
við at fáa spælitíð í nýggja
felagi sínum, Galatasary,
og tí hevur venjarin gjørt
av, at dystarvenjingin til
landsliðsfótbólt er ov lítil!
Sveis er annars framvegis
við í oddastríðnum í okkara
bólki. Higartil hevur talan
verið um ein sera javnan
bólk, har øll liðini - sæð
burtur frá Føroyum og
Cypern - hava víst seg at
vera sera jøvn. Vinnur
Sveis dystin á Svanga-
skarði leygardagin, so hava
teir fyribils lagt seg á odda
íbólkinum.
Sveisiska liðið sær ann-
ars soleiðis út:
Málverjar: Pascal Zuber-
buehler (Basel), Fabio Col-
torti (Thun), Sebastien
Roth (Lorient)
Verjuspælarar: Philipp
Degen (Basel), Ludovic
Magnin (Werder Bremen),
Patrick Mueller (Basel),
Alain Rochat (Bern Young
Boys), Philippe Senderos
(Arsenal), Christoph Spyc-
her (Grasshoppers Zurich)
Miðvøllur:
Tranquillo
Barnetta (Hanover), Ri-
cardo Cabanas (Grasshopp-
ers Zurich), Johann Lonfat
(Sochaux), Johann Vogel
(PSV Eindhoven), Raphael
Wicky (Hamburg), Reto
Ziegler (Tottenham)
Álop: Alex Frei (Renn-
es), Daniel Gygax (FC Zu-
rich) Marco Streller (Stutt-
gart), Johan Vonlanthen
(Brescia)
Eins og undanfarin
ár, so skipar
Ítróttafelagið Treysti
fyri tí árligu Føroya
Bjór Renningini á
Norðoyastevnu
RENNING
Tíðindaskriv
Hetta er 9. árið á rað, at
runnið verður í miðbýnum.
Luttøkan hevur verið sera
góð síðani tað byrjaði, og er
hon voksin hvørt ár, og
hava umleið 150 rennarir
luttikið seinnu árini. Í ár
verður renningin leygar-
dagin 4. juni. Rutan hjá
børnum verður runt "Lítla
Eið", tvs. at runnið verður
eftir Skúlavegi, Gerðagøtu
og Biskupsstøðgøtu. Rutan
hjá teimum vaksnu verður
tann sama sum seinasta ár,
og tvs. at runnið verður
runt "Stóra Eið". Tvs. eftir
Skúlavegi,
Gerðagøtu,
Heygavegi,
Nýggjavegi,
Bøgøtu og Biskupsstøð-
gøtu. Teinurin er tó óbroytt-
ur. Rennast skulu 3 1/2
umfar av hesi rutu. Tey
vaksnu byrja í Bøgøtu uttan
fyri
KÍ-høllini,
meðan
børnini byrja uttanfyri Tele-
fonstøðina har málið hjá
øllum eisini verður. Renni-
kappingin er samstundis 2.
umfar í Grand Prix kapp-
ingini. Skráin leygardagin
sær soleiðis út:
Fyri at telja við í endaligu
Grand Prix støðuni, so
skulu tey vaksnu hava verið
við í minst 5 av teimum 6
kappingunum, meðan tað
hjá børnum er minst 4 av
teimum 6. FÍF hevur aftur í
ár sett sum treyt, at fyri at
kunna telja við í Grand Prix
kappingini, so skal ein
verða limur í einum av
teimum fýra feløgunum
fyri frælsan ítrótt: Treysti
úr Norðoyggjum, Bragdið
úr Havn, Roysnið úr Eyst-
uroynni ella Frælsi úr Vág-
unum.
Firma-stafettin
Aftur í ár verður skipa fyri
"firma-staffet,
sum
er
óbroytt tvs. at ongin "pro-
fessionellir" rennari kann
verða við, tvs. ongin sum
hevur luttikið í 5 km
frammanundan, kann verða
við í staffettini. Tríggir lut-
takarir (menn/kvinnur) frá
sama virki/felag renna eitt
umfar, sum er 665 m, í part.
Fyrsti luttakari á liðnum
byrjar og rennur eitt umfar,
næsti luttakari stendur klár-
ur á málinum og fær eitt
klapp frá tí fyrsta og rennur
síðani avstað, triðji og
seinasti luttakari stendur
klárur og fær eitt klapp frá
tí næsta og rennur síðani
avstað og tá hann kemur á
mál er alt liðið komið á
mál. Tvs. at 3. maður er av-
gerandi fyri hvussu liðið
klárar seg. Best er um teir 3
luttakarnir frá sama firma
hava líka blusir at renna í -
so tað verður lættari at
halda skil á skiftum. Virkir,
stovnar o.l. kunnu tilmelda
eitt ella fleiri lið á tríggjar
rennarir.
Heiðursmerki
og steyp
Heiðursmerki verða latin til
nr. 1, 2 og 3 í øllum bólk-
um, og steyp verður latið
skjótastu
kvinnuni
og
manninum á 5 km teinin-
um. Vinnandi stafett-liði
fær steyp til ognar, umframt
at nr. 1, 2 og 3 fáa heiðurs-
merkir.
Tilmelding online
Aftur í ár verður tilmelding
at fara fram online á heima-
síðuni hjá FÍF, sum er
www.athletics.fo . Freistin
fyri onlinetilmelding er
fríggjakvøldið 3. juni kl.
22.00. Luttøkugjaldið er kr.
50 fyri vaksin, kr. 20 fyri
børn og kr. 150 fyri staffet-
lið. Startgjaldið kann flyt-
ast á konto 9865-101.947.8
ella gjaldast tá startnumm-
arið verður avheintað. Tey
sum tilmelda seg online,
skulu avheinta startnumm-
ur við Telefonstøðina í
góðari tíð áðrenn start.
Eisini ber til, at tilmelda
seg við Telefonstøðina, í
seinasta lagi 1/2 tíma
áðrenn renningarnar byrja,
tá verður lagdar kr. 20
omaná vanliga startgjaldið.
Allir luttakarir verða bidnir
um, at møta við Telefon-
støðina í góðari tíð áðrenn
renningin byrjar.
Øll eru vælkomin at
verða við, eisini tey sum
ikki ætla at luttaka í Grand
Prix, og vóna fyrireikarnir
at undirtøkan verður minst
líka góð sum hon hevur
verið seinastu árini.
Eingin Yakin
Stór rennikapping á Norðoyastevnu
Kl.
Aldursbólkur
Teinur
12.00 Menn/Kvinnur (f. 1987 ella fyrr)
5 km
12.00 Veteranar (f.1959 ella fyrr)
5 km
12.35 Dreingir-7/Gentur-7 (f.1998 ella seinni)
665 m
12.45 Dreingir-10/Gentur-10 (f.1995-1997)
665 m
12.55 Dreingir-13/Gentur-13 (f.1992-1994)
1.330 m
13.05 Dreingir-17/Gentur-17 (f.1988-1991)
1.330 m
13.15 Firma-staffet (3 luttakarir, 1 umfar í part)
665 m x 3
13.30 Heiðursmerkjahandan
Níggjunda árið á rað skipar Treysti fyri rennikapping á norðoyastevnu
Vinnur Sveis dystin leygardagin, so hava teir aftur lagt seg á
odda í bólki fýra