Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 48

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

48 Nr. 102 - 2. juni 2005 Klaksvíkingar og havnarmenn fara at spæla fótbólt um steyp og eingi stig á Norðoyastevnu. Tað minnir um tíðina inntil fyri umleið fjórðingsøld síðani, tá ið landskappingin hvíldi, meðan stevn urnar vóru á skránni NORÐOYASTEVNU FÓTBÓLTUR Jóannes Hansen Prísurin fyri at vinna átti at havt verið einar hundrað túsund krónur, sum spælar- arnir kundu lutað ímillum sín. So hevði hýrurin, spen- ningurin og intensiteturin havt verið, sum hann plagdi at vera í stevnudystunum í gomlum døgum. Tað vil siga, inntil tað gjørdist van- ligt, at landskappingardyst- ir vórðu stevnudystir. Hetta hevði tilkomin fót- bóltsáhugaður fyri munni, tá ið tað frættist, at KÍ og HB skulu spæla steypadyst á Norðoyastevnu. Soleiðis plagdi tað at vera, inntil landskappingin gjørdist so mikið stór, at tað ikki bar til so at siga at friða stevnu- dagarnar fyri landskapp- ingini. At spæla um steyp var nakað heilt serligt. Steypa- hillarnar í t. d. KÍ og HB hølunum boða frá mongum stórum stríði, tá ið tað vóru heiður og æra hjá bygdini og býnum og viðhaldsfólk- unum og felagnum, sum stóðu upp á spæl, og tað var framúr at koma til hús aftur við steypi. Nú er hetta so nógv øðr- vísi. Innandura kappingar millum tey minstu bera steyp og heiðursmerki við sær í vinningi, og tí mundi tað vera, at omanfyri nevndi helt fyri, at um onkur hevði havt sett einar hundrað túsund krónur upp á spæl til liðini at dystast um, so hevði intensiteturin ivaleyst verið, sum hann plagdi at vera, tá ið stóru stevnudystirnir, sum vóru steypadystir, vóru á skránni. Minnið frá 1964 Hjá teimum, sum vuksu upp í Klaksvík í sekti árun- um, standa nógvir rimmar fótbóltsdystir ristir í minn- inum, og eisini var talan um hendinga spennandi stevnudystir. Á Norðoyastevnu í 1964 høvdu lærararnir í Klaks- víkar skúla, sum hann tá varð nevndur, sett steyp út til KÍ og HB at kappast um á stevnuni. Úrslitið henda sunnudagin gjørdist 2-2, eftir at tað varð spælt út um allar vanligar spælitíðir, sum John Reid Bjartalíð, sáli, og táverandi formaður í KÍ, tók til. Dómarin blásti dystin av, tí hann sá tað fyri at vera ábyrgdarleyst at spæla longur. Eitt mark er fyri tað menniskjan tolir, vildi John Reid vera við í KÍ søgubókini, sum hann førdi inntil miðskeiðis í sjeyti árunum. Aftan á dystin bjóðaðu lærararnir sær til at geva liðunum báðum hvør sítt steyp, og tí ber til bæði á KÍ steypahillini og á HB steypahillini at síggja steyp, sum stava frá Norð- oyastevnuni i 1964. At fótbóltsdysturin gjørdist so drúgvur, bar við sær, at øll skráin varð broytt og okkurt varð strikað úr skránni. Tá í tíðini var tað óhugsandi, at t. d. togtogan og rennikapping kundu vera á og við tennisvøllin, sum tá var á Skúlatrøðni, samstundis sum spennandi fótbóltsdystur var á vøllin- um. Tað bar ikki til. Týska vitjanin Eisini dysturin á Norð- oyastevnu í 1967 man standa frammarlaga í hug- anum á mongum. Tá í tíðini var tað ikki hvønndags kostur, at fremmandir spæl- arar og lið vóru at síggja - hvørki í kjøti og blóði á klettunum og sjálvandi heldur ikki í sjónvarpinum, sum var fleiri ár burturi úr Føroyum tá. Hetta var nógv ár frammanundan, at tað fleiri ferðir um dagin bar til at síggja feløg, lið og spæl- arar av fremsta slag kring allan heimin royna seg á skíggjanum í stovuni. B36 hevði boðið týska felagnum Lübeck henda vegin. Talan var um semi- professionelt fótbóltslið, sum tað var nevnt tá. B36 bjóðaði KÍ at spæla ímóti týsku gestunum á Norðoya- stevnu. Kostnaðurin fyri at fáa liðið norður var 10 tús- und krónur. Tað varð mett at vera stór upphædd hjá felagnum at binda seg til, og onkrir ivaðust og himpr- aðust, um nú hetta mundi vera tað rætta. Óvanliga nógv fólk var til stevnudystin, sum varð spældur í hendinga góðum stevnuveðri. Týsku gestir- nir góvu klaksvíkingum eina lektión í, hvussu væl betri fórbóltsspæl enn tað, sum besta liðið í Føroyum tá megnaði, skuldi stílast og spælast. Týska liðið vann 5-1. Í Klaksvík hevur mangan verið tikið til málið, sum KÍ skoraði fram ímóti dystar- enda. Í fyrsta dystinum á Føroya ferðini, sum í vána- ligum líkindum varð spæld- ur ímóti vertunum úr B36 fríggjakvøldið undan Norð- oyastevnuni, varð týski málverjin skaddur. Tí vardi Jørleif Kúrberg, sum plagdi at verja málið í 2. deild hjá B36 um hetta mundið, týska málið, tá ið teir spældu á Norðoyastevnu. Í 2. hálvleiki varð Jákup Gerðalíð, sum fyri tað mesta var á næstbesta KÍ liðnum, men hendinga ferðina var á besta liðnum, settur á vøllin. Úr heilt stórari fjarstøðu og eitt sindur til vinstru smekkaði hann til ímóti eystara mál- inum, og bólturin fór sum eitt, so segði maðurin, projektil dygst inn undir samankomingina aftanfyri Jørleif Kúrberg, sum gjørdi tað, sum hann var mentur, fyri at verja fyri. Nógv mál eru skotin á Norðoyastevnu, men tey munnu vera fá, sum hava verið so nógv umrødd sum málið, ið Jákup Gerðalíð gjørdi í 1967. At veðrið var so gott, at mótstøðuliðið tóktist so spennandi, og at klaksvík- ingar tá vóru ógvuliga stinnir bar við sær, at risa upphæddin upp á tíggju túsund krónur kom inn í atgongugjaldi. Fyrsta brotssparks- kappingin Tað hevði væl borið til at oyst nógv fótbóltsminni frá Norðoyastevnunum. Her skal bara eitt verða tikið fram afturat. Tað stavar frá 1970, tá ið tað, sum tað so mangan hava verið fyri og síðani og aftur í ár, vóru HB og KÍ, sum spældu. Hesa ferðina var aftur javnt. Úrslitið varð 2-2. Tað var valár, men tað mundi neyvan vera av tí orsøk!, at Hákun Djurhuus, sáli, ting- maður og fyrrverandi løg- maður, trein eftir umdystin á vøllin fyri at røkka sama semingi, sum tá ið lærar- arnir høvdu latið steypið at kappast um seks ár framm- anundan. Klaksvíkar klubbi hevði latið steypið at kappast um á hesi Norðoyastevnuni, og endin á dystinum gjørdist søguligur. Tað gjørdist hann á tann hátt, at hetta var ivaleyst fyrsta ferðin, at ein fótbóltsdystur í Klaks- vík varð avgjørdur í brots- sparkskapping. HB fekk øll síni fimm skot úr ellivu metrum í málið, meðan KÍ misnýtti eitt skot. Stein- bjørn Jacobsen, sum ofta plagdi at vera brotssparks- skjútti, sendi sína roynd í stólpan aftanf yri HB mál- verjan. Og so var setningurin um at skriva eina grein um fótbóltin á Norðoyastevnu enn eina ferð rokkin. Nú fara klaksvíkingar og hav- narmenn enn eina ferð at takast. Fyrr í vár vunnu klaksvíkingar á heimavølli landskappingardystin ímóti HB. Tá varð hetta roknað sum ábending um, at KÍ fór at verða væl fyri í kapping- ini í ár. Síðani hevur tað gingið væl hjá HB og minni væl hjá KÍ. Men sigur á Norðoyastevnu á HB hevði ivaleyst lyft lagnum eitt sindur í Klaksvík. So mikið høgt verða uppgerðirnar ímóti HB framvegis settar í Klaksvík. Eisini um talan er um uppgerð á Norð- oyastevnu, sum ikki longur hevur tann týdningin, sum dystir av hesum slagnum høvdu fyri einum manna- minni og gott og væl tað síðani. Tá ið fótbólturin varð settur høgt á stevnuni KÍ og HB fara á Norðoyastevnu at spæla steypadyst. Tað hava tey eisini gjørt áður, og einaferð varð neyðugt at lata báðum liðunum steyp, tí eingin avgerð fekst í dystinum. Mynd: Álvur Haraldsen