Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-02, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 2. juni 2005síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nýggi formaðurin í Klaksvíkar Róðrar- felag letur væl at sam- starvinum millum feløgini í Norðoyggj- um, sum hann vónar eitt nú kann bera við sær, at Klaksvíkingur verður mannaður næsta ár KAPPRÓÐUR Jóannes Hansen Tað er nógv lív í neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfe- lag. Frí tíðliga á morgni og til seint á kvøldi er ferðsla til og frá. Áhugin fyri at nýta rógvimaskinurnar eru stórur, og bátarnir hjá fe- lagnum eru ofta at síggja á Vánni. Tey seinastu árini hava tað verið mest sum tey somu fólkini, sum hava sitið í nevndini, men nú hevur stór útskifting verið. Talan hevur ikki verið um nakra kollvelting. Heldur hevur tað snúð seg um at fáa fleiri at taka við ábyrgd. Gomlu stuðlarnir eru fram- vegis har, men nú er tað nýggj fólk - bæði yngri og tilkomin - sum eru í nevnd- ini. Róðrarfelagið í Klaksvik hevur fleiri tey seinastu árini havt sera væl rikna heimasíðu, krf.fo. Umframt so mangt annað so ber heimasíðan boð um, at tað er nógvur aktivitetur í fe- lagnum, og tað er eisini fat- anin, sum fæst, tá ið tosað verður við nýggja formann- in. Tað er 25 ára gamli Magnus Norðberg: – Vit eiga eitt gott neyst, og felagslívið er nógv. Umframt okkum í Klaks- víkar Róðrarfelag so eru tey í Árnafirði og norðuri í Sundi í neystinum. Róðrar- feløgini her norðuri arbeiða sera væl saman. Árnfirð- ingur er í neystinum, og 5- mannafarið hjá teimum norðuri í Sundi, Ritan, er í einum kontainara. Tað kemst av, at tað er ikki pláss fyri henni í neystinum, tí har eru eisini bátarnir hjá okkum, sigur Magnus Norðberg og nevnir so Fípuna Føgru, Teklu, Páll Fanga, Nevið Reyða og Klaksvíking. Sundabáturin hevur sein- astu dagarnar verið á verk- stað. Hann verður lakerað- ur. Góða samstarvið mill- um feløgini ber við sær, at teir á Sundabátinum venja umborð á Páll Fanga. Onn- ur manningin venur klokk- an seks, og hin manningin venur klokkan átta. Vónir um 10-mannafar Á Norðoyastevnu mannar Klaksvíkar Róðrarfelag allar bátarnar uttan 10- mannafarið. Felagið luttek- ur í barnaróðrinum, og Fíp- an Fagra er mannað við dreingjum og kvinnum. Tekla er mannað við dreingjum og gentum. Páll Fangi er mannaður við kvinnum og monnum, og so er tað Nevið Reyða, sum eisini er mannaður, og sum klaksvíkingar hava góðar vónir um, nú hann vann róðurin á Strondum síðsta leygardag. Hvørja ferð, tá ið tað verður tosað um kappróður í Klaksvík og á Norðoya- stevnu, so verður spurt eftir Klaksvíkingi. 10-manna- førini verða roknað sum flaggskip í kappróðrinum. Í 2002 mannaðu klaksvík- ingar nýtt 10-mannafar, men tvey tey seinastu árini hevur Klaksvíkingur ikki verið at sæð, og tað er einki serliga hugaligt jubileum at staðfesta fyri klaksvíking- um, at í ár eru tað 35 ár síð- ani, at Klaksvíkingur vann á Norðoyastevnu. Spildur- nýggjur bátur vann í 1970. Síðani hevur verið bíðað og vónað, og í Klaksvík siga teir eina ferð enn, at næsta ár verður møguleiki fyri sigri í kappingini millum 10-mannaførini: – Tað er stórt ynski í fe- lagnum, at 10-mannafarið skal mannast. Vit kundu kanska havt mannað bátin í ár. Men vit hava valt at taka tað eitt lítið sindur róligt. Tað verður arbeitt við at fáa størri grundarlag til vega at manna bátarnar út frá. Tá ið vit nú í ár á mannfólka-síð- uni hava mannað bæði 5- mannaførini, 6-mannafarið og 8-mannafarið við fólki, sum hevur góðan hug at leggja nógva orku í venj- ingina og kappingarnar, so halda og vóna vit, at tað verður grundarlag fyri at manna 10-mannafarið næsta ár. Upp í manning- arliga grundarlagið fyri at manna Klaksvíking næsta ár rokna vit eisini teir, sum í ár rógva við bátunum hjá hinum róðrarfeløgunum her norðuri, sigur Magnus Norðberg. Spennandi tiltak Í vár hevur verið ikki so lít- ið at hoyra um, at Klaks- víkar Róðrarfelag hevur tikið tað óvanliga stigið, at teir hava sett útlendskan venjara. Hetta er Stephan Mølvig, sum í nógv ár hevur verið millum fremstu rógvararnar í Danmark. Magnus Norðberg sigur, at enn hevur nýggi venjarin ikki verið so nógv í felag- num, men kortini hevur hann megnað rættuliga at seta dám á. Tað hevur hann gjørt við ætlanunum fyri venjingarnar, sum hann hevur lagt. – Øll í felagnum vita, at nýggi venjarin hevur dygg- ar royndir, og at tað, sum hann sigur og vegleiðir um, hevur hann roynt á egnum kroppi og á hægsta stigi. Tað ber við sær, at tað er virðing kring Stephan, og vit rokna við at fáa heilt nógv burturúr, nú hann fer at vera saman við okkum teir báðar næstu mánaðir- nar, sigur Magnus Norð- berg. Formaðurin og nýggi venjarin eru báðir við til at manna Nevið Reyða. For- maðurin situr á bógbekki í stýriborði, og venjarin situr í rúminum bakborðsmegin. – Stephan er topptrimm- aður ítróttarmaður. Venj- ingarstøðan hjá honum er framúr, og hóast hann bara hevur verið nakrar fáar ferðir í bátinum, so er hann longu komin á føroyska róðrarlagið. Tað er heilt víst fongur í honum, og vit í felagnum gleða okkum til sera spennandi róðrarár. Men hvussu ber tað til sum formaður at vera við til at manna 8-mannafarið og samstundis at hava høvuðs- ábyrgdina av felagnum og harvið fyrireikingini av øllum róðrinum? – Tað tykist ikki vera nakar trupulleiki. Royndu fólkini í nevndini og tey, sum plaga at hjálpa til, vita, hvat tað snýr seg um, og tey eru øll til dystin fús, sigur formaðurin í Klaksvíkar Róðrarfelag, sum bjóðar øllum at vera væl komnum til kappróður á Norðoya- stevnu. Nr. 102 - 2. juni 2005 47 Áhugin er størri enn nakrantíð áður 2004 2003 2002 2001 2000 5-mannafør, gentur Sílið Blikur Sílið Fípan F. Frúgvin 5-mannafør, dreingir Spógvin Sílið Fípan F. Tjaldrið Tjaldrið 6-mannafør, kvinnur Jarnbardur Gongur. Jarnbardur Páll F. Jarnbardur 6-mannafør, menn Sundab. Smyril Páll F. Strálan Hvessing. 8-mannafør Argjab. Ørvur Argjab. Nevið R. Argjab. 10-mannafør Havnarb. Havnarb. Eysturoy. Havnarb. Vestmenn. Vinnarar á Norðoyastevnu – Tað er stórt ynski í felagnum, at 10-mannafarið skal mannast. Vit kundu kanska havt mannað bátin í ár, men vit hava valt at taka tað eitt lítið sindur róligt. Tað verður arbeitt við at fáa størri grundarlag til vega at manna bátarnar út frá, sigur Magnus Norðberg, nýggjur formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag Mynd: Bárður Lydersen