hósdagur 2. juni 2005síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 102 • hósdagur • 2. juni 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Stephan Mølvig held-
ur seg hava funnið
fullkomuliga øðrvísi
avbjóðingina, sum
hann leitaði eftir,
áðrenn hann møgu-
liga aftur fer at
stríðast fyri at vinna
OL gullkrónu
OL RÓGVARIN Í
KLAKSVÍK
Jóannes Hansen
Í fjør var hann ein av mann-
ingini á "guld fireren", sum
livdi upp til donsku vónina
og
vann
gullkrónur
í
Olympisku Leikunum í
Athen. Nú er hann í Klaks-
vík. Í summar situr hann í
rúminum bakborðsmegin
umborð á Nevinum Reyða.
Men tað er væl hugsandi, at
hann aftur næsta ár fer at
stríðast fyri at sleppa upp í
part, tá ið "guld fireren",
sum danir framvegis halda
seg eiga, fer til Bejing at
kappast á OL í 2008.
- Eg var lúgvaður av
rógving, tá ið olympisku
leikirnir í Athen vóru av, og
vit høvdu rokkið málinum,
sum vit høvdu sett okkum.
Undan ársskiftinum dugdi
eg ikki at ímynda mær, at
eg aftur skuldi fáa hug at
venja tvær ferðir um dagin.
Men eg veit ikki. Nú má eg
staðfesta, at hugurin at
rógva og venja er tann
sami, sum hann hevur
verið, og tað kann væl vera,
at eg næsta ár aftur fari at
kappast á sama støði, sum
eg frammanundan havi
gjørt.
Tað sigur 26 ára gamli
Stephan
Mølvig.
Fyri
einum mánað síðani varð
kunngjørt, at hann er venj-
ari hjá Klaksvíkar Róð-
rarfelag, og at hann skal
rógva við Nevinum Reyða í
summar. Í fyrsta umfari var
heimskendi danski rógvarin
í Klaksvík í tríggjar dagar.
Fríggjadagin kom hann
aftur henda vegin. Hann var
við á Strondum leygar-
dagin. Eftir Norðoyastevnu
fer hann aftur av landinum,
tí hann skal til próvtøku.
Hann lesur umhvørviskemi
á lærda háskúlanum í
Keypmannahavn, og hann
verður liðugur við lesturin
um tvey ár ella eitt sindur
minni enn so.
Glaður fyri
avbjóðingina
Tá ið tú aftur ætlar tær at
kappast á hægsta støði.
Iðrar tú teg so um, at tú
hevur játtað teg at vera í
Føroyum í summar?
– Avgjørt ikki. Í vetur
kendi eg tað soleiðis, at eg í
eitt skifti trongdi til at fáast
við okkurt heilt annað enn
at
rógva
og
kappast
soleiðis, sum eg havi gjørt
tað tólv tey seinastu árini.
Hugskotið um at fara til
Klaksvíkar fekk eg, tá ið eg
í róðrarfelagnum í Bag-
sværd møtti einum klaks-
víkingi, og eg havi ikki eina
løtu iðra meg um, at eg nú
royni hetta, sigur Stephan
Mølvig.
Hvør er tín leiklutur?
– Eg eri komin til eitt
framúr róðrarfelag í Klaks-
vík, sum iður í lívi. Tað
kennist, at øll, sum eru
partur av felagnum, taka
uppgávuna og avbjóðingina
í stórum álvara, og tað líkar
mær væl. Eg legði venjing-
arætlanir fyri limirnar, tá ið
eg var her fyrr í vár, og nú
eg eri afturkomin síggi eg,
at ætlanirnar eru væl fylgd-
ar.
Hvussu venur tú tey
øðrvísi, enn tey framman-
undan hava gjørt?
– Teknikkin hjá føroying-
unum royni eg at læra meg
sjálvan. Her verður róð
nógv meiri við yvirkropp-
inum og nógv minni við
beinunum, enn vit gera í
Danmark og í altjóða rógv-
ing. Á so mongum øðrum
økjum líkist rógvingin her
tí, sum eg eri vanur við.
Mínar ætlanir ganga eitt nú
út upp á tempo rógving, og
eg havi eisini víst teimum,
at tað ber til at rógva og
venja aðrar tíðir, enn tey
higartil hava gjørt. Her
hevur verið vanligt at halda
frí frá venjingunum fríggja-
kvøldið undan stevnude-
gnum. Tað hava vit ongan-
tíð gjørt, og eg havi skotið
upp, at okkara manningar
her í Klaksvík eisini skulu
venja sjálvan kappingar-
dagin.
Ongantíð róð á
sjónum áður
Tá ið Stephan Mølvig verð-
ur spurdur, hvussu hann
undir fáu venjingunum,
sum hann hevur verið við í,
og
í
kappróðrinum
á
Strondum leygardagin upp-
livdi kappróður á sjónum,
so svarar hann soleiðis:
– Eg havi ongantíð áður
róð á sjónum. Allar kapp-
ingar eru á vøtnum, og tá ið
eitt sindur av illveðri er, so
plaga vit at venja innandura
og á maskinum. Soleiðis er
tað yvirhøvur ikki her í
Føroyum, og tað dámar
mær væl. Her venja teir á
sjónum, uttan mun til
hvussu veðrið er, og eg
haldi, at hetta er framúr
spennandi. Tað setur serlig
krøv til tekniska førleikan
at rógva og annars at bera
seg at í bátinum, og tað
haldi eg vera fína avbjóð-
ing.
Hvussu roknar tú við, at
tað fer at hilnast hjá tykk-
um í summar?
– Tað er torført at siga.
Nevndin og felagið anda av
sunnum felagslívi og stór-
um áhuga fyri rógvingini
og kappingunum, og tað
rokni eg heilt víst við fer at
síggjast aftur í úrslitunum.
Um tað verður nú beinan-
vegin, ella um tað verður
seinni í summar ella kanska
næsta ár. Tað skal standa
sína roynd. Eg síggi hetta
sum stóra og spennandi
avbjóðing, og eg gleði meg
ógvuliga nógv til kapp-
róðurin á Norðoyastevnu.
Sjálvandi kann venjingar-
mongdin og venjingarstøð-
an ikki sammetast. Men eg
kenni tað soleiðis, at rógv-
ararnir í Klaksvíkar Róð-
rarfelag taka uppgávuna í
eins stórum álvara, sum vit,
ið kappaðust um OL gull-
krónurnar, gjørdu. Tað veit
eg, at tey eisini gera í
øðrum feløgum, so tað er
lagt upp til spennandi kapp-
ing og stóra avbjóðing.
1.500 metrar
10-mannafør
8-mannafør
6-mananfør menn
1.000 metrar
6-mannafør kv.
5-mannafør g.
5-mannafør dr.
Teinurin
– Eg havi ongantíð áður róð
á sjónum. Allar kappingar
eru á vøtnum, og tá ið eitt
sindur av illveðri er, so plaga
vit at venja innandura og á
maskinum. Soleiðis er tað
yvirhøvur ikki her í
Føroyum, og tað dámar mær
væl, sigur Stephan Mølvig,
OL vinnari umborð á
Nevinum Reyða
Mynd: Bárður Lydersen
Navn: Stephan Mølvig
Aldur: 26 ár
Føddur: Odense
Bústaður: Keypmannahavn
Yrki:Lesur miljøkemi og er venjari hjá Klaksvíkar Róðrarfelag
Størsti sigur: OL gull í Athen 2004
OL vinnarin situr í
rúminum í bakborð
FAKTA
Á Norðoyastevnu verður róð bæði á 1500 metrum og 1000 metrum.
Klaksvíkar Róðrarfelag mælti fyrr í ár til, at ein roynd varð gjørd bara at
rógva á 1000 metrum í ár, men hetta uppskot vann ikki undirtøku.
Tí verða teinarnir, sum róð verður á, hesir.