Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 103 - 3. juni 2005 Mikudagin 1. juni var innanhýsis hátíðarhald hjá Føroya Shell á Viðarnesi í Havn í samband við at rakstrarleiðarin Andrias Jacobsen hevði 25 ára starvsdag. Starvsfólkini vóru savn- aði í kantinuni og stjórin, Hákun Djurhuus, og tekn- iski leiðarin, Palli Petersen, hildu talu fyri Andriasi. Teir vóru samdir um, at Andrias er ein av lyklapersónunum í fyritøkuni, hann dugdir væl við fólki, bæði starvsfólk- um og kundunum, og hann er arbeiðssamur, raskur og fær arbeiðið at glíða lætt. Hann fekk bæði gávur og blómur í samband við starvsdagin. Andrias er 45 ára gamal og vestmenningur. Hann koyrdi lastbil hjá Øssuri Christiansen í Vestmanna, áðrenn hann 1. juni 1980 byrjaði sum bilførari hjá P/F Shell í Havn. Í 1985 avloysti hann Jógvan Elias Jacobsen, sum tá legði frá sær sum formaður, og í dag er Andrias rakstrarleiðari fyri goymsluna og bilførar- arnar. Andreas eigur døturnar, Tinu, sum býr í Danmark og Lindu sum býr í Hoyvík. Dagurin 3. juni. Erasmus, deyður umleið ár 300. Biskupur í Antiokia. Fleiri ferðir varð lagt eftir honum, og hann varð illa píndur, men komst undan og doyði í friði og náðum. Navnið kemur av grikskum orði, ið merkir elskar. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum sum sýndu samkenslu, tá kæra mamma, omma, langomma og olduromma Anna Askham andaðist og varð borin til hvíldar. Ein serstøk tøkk til starvsfólk og búfólk á Ellisheiminum fyri umsorgan, hjálpsemi og kærleika. Tøkk til Sonju Klein fyri troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til Frelsunarherin. Vegna familjuna Begga,Torleif, Svenn, Sonja, Martha og Johannus Jul Andrias Jacobsen, Vestmanna: 25 ára starvsdag hjá Føroya Shell Frá hátíðarløtuni hjá Føroya Shell mikudagin 1. juni, f.v.: Palli Petersen, tekniskur leiðari, Andreas Jacobsen, rakstrarleiðari, og Hákun Djurhuus, stjóri hjá Føroya Shell Mynd: Magnus Gunnarsson Tíðindaskriv 1. juni 2005 kundi Hans Mortensen halda 50 ára starvsdag hjá P/F Wenzel. Á móttøkuni, sum var hildin á bilasøluni v/Velba- staðvegin, handaði Peter S. Petersen stjóri, Hans Mor- tensen heiðurstekin frá Drotning Margrethu fyri trúgva tænastu. Hans fekk eisini handað eitt skriv, har hann er inn- bjóðaður til Amalienborg í juni. Hans Mortensen heiðraður fyri trúgva tænastu Hans og Sólvá Mortensen Peter S. Petersen handar heiðursteknið frá drottningini Myndir: Bárður Jóhann Hermansen á Tvøroyri, vanliga nevndur Hanniba, andaðist sunnudagin 29. mai, 89 ára gamal. Kistan fer úr sjúkrahúskapellinum mikukvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Tvøroyrar kirkju fríggjadagin klokkan 13. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Jóhann, kunnu lata Tvøroyrar kirkju eina peningagávu. Konto í Føroya Sparikassa. Jákup Eli Steffensen, Klaksvík, andaðist á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sunnudagin, 73 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi heim í Christianskirkjuna hóskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 13:30. Tey, ið vilja minnast Jákup Eli, kunnu lata kirkjuni í Árnafirði eina peningagávu. Ragnhild Olsen í Rituvík andaðist á Landssjúkrahúsinum mánadagin 30. mai, 67 ára gomul. Kistan fer úr Landssjúkrahúskapellinum í kvøld klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Rituvíkar kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Ragnhild, kunnu lata Rituvíkar kirkju eina gávu. Otto Kruse av Eiði andaðist á Eysturoyar Ellis- og Røktarheimi 31. mai, 82 ára gamal. Kistan fer av Røktaraheiminum í Runavík í dag klokkan 17 í Eiðis kirkju. Jarðarferðin verður klokkan 14. Tey, ið vilja minnast Otto, við blómum ella kransi, kunnu ístaðin lata eina peningagávu til Missiónshúsið Karmel á Eiði. Konto í peningastovnunum. Sára Hansen av Nesi andaðist týsdagin, 83 ára gomul. Jarðarferðin verður fríggjadagin klokkan 12:30 úr heiminum í Nes kirkju. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Sáru, kunnu lata Vesturskin eina peningagávu. Torfinn Suni Ásmundarson fer til gravar úr Miðvágs kirkju fríggjadagin klokkan 14. Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Torfinn, við blómum ella kransi, kunnu í staðin lata eina peningagávu á konto í Føroya Sparikssa. Kelda: Útvarp Føroya NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Andlát & jarðarferðir