Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 3. juni 2005 11 Flagga- dagurin á Vaglinum 2005 Pætur á Borg Eyðunsson Flaggdagshaldið end- aði heldur ódámliga hendan dagin. Sum vanligt sást danabrók blaktra oman fyri øll tey føroysku fløggini, men eitt nýtt, marg- háttligt flagg, eitt so- kallað ríkisflagg, varð sýnt fram á flagg- dagshaldinum. Sum áskoðari visti tú ikki rættiliga, hvussu tú skuldi bera teg at eftir lokna talu. Var hetta skemt ella álvara? Røðarin vildi vera við, at tíðin var farin frá tjóðríkjunum. Løg- ið, tí seinastu 15 árini eru fleiri tjóðríki kom- in undan kavi, og onn- ur munnu fara at koma aftrat!?! Tú fert at hugsa um Grønland, Thule, íbúð- arblokkar og nøkur av heimsins daprastu hag- tølum, sum ríkisfe- lagsskapurin man eiga sín lut í!?! Man hetta vera nakað at sam- flagga fyri við nýggj- um felags flaggi? Hugurin reikar eisini til frændurnar eystan- fyri: 1905, Nansen, sámar o.s.fr. Hug- stoytt, nú norðmenn hátíðarhalda síni 100 ár sum tjóðríki! Hetta sokallaða rík- isflagg varð síðani hongt upp á tjóðlist- arsavni okkara. Slíkt kann vist bert henda í Føroyum!? At Merkið ikki tyk- ist vera við á hesum nýggja flaggi, er kanska ein fyriboðan um, at føroyska full- veldið er nærri, enn vit gruna, sjálvt um hálv- veldissamgongan enn ræður fyri borgum!?! Jógvan Arge Formaður í byggi- og býarskipanarnevndini Byggisamtyktirnar í Havn eru skipaðar í eina almenna byggisamtykt og sjey ser- stakar byggisamtyktir. Meginparturin av teimum hava sín uppruna tíðliga í sjeytiárunum, men nógvar ymiskar broytingar eru gjørdar síðani, kanska ser- liga í teirri almennu byggi- samtyktini. Tað sigur seg sjálvt, at byggissamtyktir trongja til at verða endurskoðaðar, tí tíðin stendur ikki í stað. Tað hevur eisini verið roknað við, at tær fóru at verða endurskoðaðar umleið fimta hvørt ár, men eftir øllum at døma hevur ikki nóg mikið verið gjørt við tað. Tí hevur Tórshavnar Bý- ráð nú samtykt einmælt at fara undir at endurskoða og nýtíðargera byggisamtykt- inar í allari kommununi. Í fyrstu atløgu verður dentur lagdur á endurskoða almennu byggisamtyktina og serstøku byggisamtykt- irnar í miðstaðarøkinum, og seinni verður farið eftir byggisamtyktunum í bygd- unum, sum seinastu árini hava lagt saman við Havnar Kommunu. Nýbygging í framtíðini Eitt endamál við hesi end- urskoðan er at stinga út í kortið, hvussu byggjast kann í framtíðini, og hvussu bústaðar-, vinnu- og trivnaðarøki verða løgd til rættis. Býráðið sigur, at byggi- samtyktirnar eiga at inni- halda reglur um, hvat er loyvt og hvat ikki er loyvt á grundstykkjum til bústaðir og vinnubygningar o.a. í framtíðini, so byggimynd- ugleikin ikki í heilum skal taka støðu til prinsipiellar spurningar um frávik frá byggisamtyktunum. Tað er ongin loyna, at meginparturin av arbeið- num hjá byggi- og býar- skipanarnevndini hesi sein- astu árini hevur verið at taka støðu til, um tað, sum antin er ivasamt ella ikki loyvt, skal verða loyvt kort- ini. Fastar reglur eru ikki at ganga eftir í slíkum førum, og nevndaravgerðirnar kunnu fara í allar ættir - viðhvørt við rímiligum grundgevingum, viðhvørt máandi grundarlagið undan byggiskipanum. Nú er ætlanin, at sum mest av slíkum spurningum skula vera avgreiddir í byggisamtyktunum ella øðrum fyriskipanum, áðr- enn farið verður undir at byggja á nýggjum útstykkj- aðum øki. Gomlu býarpartarnir Ásannast má, at tað er ikki lætt at umsita gamlar býar- partar eftir somu byggi- samtyktum, sum eru gald- andi fyri teir nýggju. Tí er eitt annað endamál við endurskoðanini at gera uppskot um serligar reglur fyri eldri býarpartar so- leiðis, at tær fylgja tíðini og tørvinum, samstundis sum tær hava fyrilit fyri eyð- kennunum hjá býarpørtun- um. Sum nú er, koma tær galdandi byggisamtyktirnar í gildi fyri gamlar býarpart- ar, um ætlanin er at broyta húsini. Høkan er bara tann, at hesar byggisamtyktir kunnu vera gjørdar 40-80 ár eftir, at býarparturin var útstykkjaður og bygdur. Stykkini eru mangan smá, og skula nútíðarmenn- iskju búgva í húsunum, krevja tey meira pláss. Tað gerst einans við útbygging, men her renna tey seg í byggistig og nettonýtslu- stig, sum eru ásett eftir nútíðarstykkjum, sum eru dupult so stór ella meir. Tá er greitt, at borgar- arnir í heilum langa høvdið í byggisamtyktirnar. Hetta hóvar ikki altíð saman við ynskinum um, at vit vilja hava fólk, yngri sum eldri, at búgva í teim- um eldru býarpørtunum. Tí fara vit at royna at gera heldur smidligari ný- tíðarreglur fyri teir gomlu býarpartarnar, ið bæði taka atlit til trivnaðarmøguleik- arnar og eyðkennini hjá hesum býarpørtum. Eitt annað endamál við hesum grundleggjandi ar- beiðnum er at snara dagligu gongdini tann vegin, at byggi- og býarskipanar- deildin og -nevndin í størri mun kunnu taka sær av teimum stóru linjunum í býarskipanarmálum heldur enn at sita í støðugum vanda fyri at ganga burtur í smálutum. VIÐMERKINGAR Nýtíðargera byggisamtyktirnar í Tórshavnar Kommunu Beate L. Samuelsen Býráðslimur í Havn Tað má sigast at vera ógvu- liga ørkymlandi fyri eina kommunu, at býráðslimir á opnum býráðsfundi fáa at vita, at teir ikki kunnu fáa svar uppá settar spurningar har, men mugu bíða eftir tíðindaskrivi, sum sendast skal út til alemnningin dagin eftir. Har kunnu vit so lesa svarini. Tað var tað, sum hendi á býráðsfundinum í Havn 26. mai 2005. Borgarstjórin Heðin Mortensen kundi ella vildi ikki svara undirritaðu uppá, hvør hevði sett arbeiðini í gongd við Høgu- og Lágu- kai og matstovuinnrætting- ini í gamla posthúskjallar- anum, nær arbeiðini vóru byrjað, hví arbeiðini ikki vóru boðin út, og hví mál- ini fyrst komu til viðgerðar í nevndunum eftir, at farið var í gongd og uttan at pen- ingurin fyrst var játtaður. Heldur ikki spurningurin um, hvør fingið hevði ar- beiðini, var svaraður á fundinum. Hetta seinasta mátti annars verið tann lættasta sakin av verðini at svarað. Undirritaða fekk at vita, at alt hetta fór at standa í tíðindaskrivinum, sum sent fór at verða út dagin eftir, og annars var at síggja í innlitinum í teim skjølum, sum ein annar býráðslimur skuldi fáa - eisini dagin eftir býráðsfundin. Viðv. Havnanevndini og hennara parti av peninga- játtanini uppá kr. 800.000, var tó eitt erligt svar givið av samgongliminum Leivur Hansen, Havnanevndarfor- manni, á hesum sama býráðsfundi, at hann um telefon hevði sett seg í sam- band við nevndarlimirnar. Tað var hóast alt eitt svar, um ikki nøktandi manna- gond fyri mítt viðkomandi, men tó eitt svar frá einum erligum manni, sum vildi standa við tað, sum farið var fram. Tað kann man ikki siga um borgarstjóran, sum ikki vildi svara spurningunum á býráðsfundinum, men held- ur vildi senda fjølmiðlun- um teir fyrst. So hvør flytir býráðsar- beiðið út í fjølmiðlarnar fyrst av okkum báðum, er sólarklárt. Tað ger Heðin Morten- sen. Hann er klárt nr. 1, tá tað kemur til fjølmiðlar. Góðan morgun, kustaskaft KONSERT Mentanarnáttin fríggja- kvøldið tann 3-6. kl 21. verður enn eitt brak av eini konsert í Margarinfabrikk- ini. Tað er sum vera man ART, Àhugafelag Rokk- tónleikarana sum stendur fyri tiltakinum. Sum ein liður í teirra summarskrá er hetta enn ein konsert sum skal gera tað stuttligt hjá ungum í Havn at vera til. Tað kann sigast at hetta er næstan ein endurtøka av eini konsert sum var fyri tveimum vikum síðani. Men tað ger onki, tí mangar hava áheitaninar á fyri- reikaranar verið, um at konsertin varð endurtikin. So her er hon, tó eitt sindur útbygd, soleiðis at hon byrjar við akkustiskum (friðaligum) tónleiki m.a. frá Flóðin og Rólant, kendir frá superbólkunum Deja Vu og Makrel.Teir spæla egin og lánt løg.Stórskaldið úr Sumba Jákup Eli, verður enn eina ferð at hoyra við sínum persónligu og kanska ikki altíð so stovu- reina teksti. Seinni parturin er meira rokkutur sum vit kenna stílin frá The Story Ends, Paradox og The Headliners saman við Ineptus og Fólkayvirlitinum klára at rokka the house. Margarinfabrikkin hevur latið hølið til ART konsertir nú í nøkur ár, og er hetta eitt tað virknasta umhvørv- ið har nýggjur og originalur føroyskur tónleikur verður framførdur. Til komandi krúnprinsa- vitjanina er hølið broytt eitt sindur, so tað verður fyrstu ferð at almenn tónleika- framførsla verður í nýinn- rættaða hølinum. Og um so er, at tað er kalt hetta kvøldið, so ætla tey eisini at bjóða ein heitan munn og kanska onkran bita afturvið. So sum fyrireikarnir siga: – Tað skal vera ART Ment- an fyri bæði likam og sál. So øll eru vælkomin inn á gólvið í Margarin-fabrikk- ini, verður sagt í tíðinda- skrivi. Mentanarnátt í Margarinfabrikkini