fríggjadagur 3. juni 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 103 - 3. juni 2005
Í hesum døgum hevur ferðsluløgreglan gjørt yms-
ar kanningar, har serligur dentur hevur veirð
lagdur á nýtsluna av trygdarselum. Tað er
óhugnaligt at frætta, hvussu ring støðan er á hes-
um øki.
Tað fara at verða eini 20 ár síðani, at nýtsla av
trygdarselum varð lógarfest í Føroyum. Tá vóru
okkara lógarsmiðir framman fyri lógarsmiðir í
grannalondum, við tað at kravið var, at øll í
bilinum skuldu nýta trygdarbelti.
Tað er kortini sera løgið, at líkasælan er so stór á
hesum øki. Serliga tá vit vita, at vantandi nýtsla
av trygdarselum kostar mannalív. Hetta er bara
ein óreingiligur sannleiki. Spurningurin, sum
hvør einstakur okkara kann seta sær er: Skal tað
verða tú ella eg, sum skal doyggja?
Ráðið fyri ferðslutrygd ger eitt stórt upplýsandi
arbeiði á hesum øki. Ikki minst við Null-hug-
sjónini, sum eisini hevur vunnið inn um tinggátt
– og sum er við í øllum arbeiði, sum løgting og
landsstýri gera á ferðsluøkinum.
Henda hugsjón gongur í stuttum út upp á, at eing-
in skal doyggja ella verða illa skaddur í ferðsluni.
Hetta er ein hugsjan, sum sjálvandi krevur av
okkum, at vit taka hana til okkum - og hugsa um
hana! Vit eiga t. d. hvørja einastu ferð vit seta
okkum í bilin, at nýta tey bæði sekundini, tað
tekur, at binda okkum í. Tað skal vera líka mikið,
hvussu langt vit ætla at flyta bilin - og tað skal
vera líka mikið, hvussu stóran vit meta vandan
verða fyri at koma fyri vanlukku. Gera vit hetta
hvørja einastu ferð, so er tað ein so fastur vani,
sum ongan vansa hevur við sær.
Vit eiga eisini at hava í huga, at vit kunnu koma
øðrum fólkum í óføri, um vit ikki binda okkum
sjálvi í. Tí eitt lutvíst lítið mistak hjá onkrum
øðrum, kann tá elva til at tú sjávlur missir lívið -
og at onkur annar skal liva við hesum restina av
lívinum - hóast tað kundi verið øðrvísi, um bara
tú nýtti tey bæði sekundini, tað tekur, at binda teg
í selan.
Ilt er at læra gamlan hund uppi at sita, sigur gam-
alt orð. Men viðvíkjandi nýtslu av trygdarselum,
so eru »gomlu hundarnir« tey, sum eru oman fyri
40. Øll undir 40 hava livað við galdandi reglum
um nýtslu av trygdarbelti. Tí er tað BARA ein
spurningur um hugburð, um at halda lógina og
um virðing av okkum sjálvum og okkara med-
menniskjum.
Tí kunnu vit samtykkjandi taka undir við boð-
unum frá Ferðslutrygd: Nýt trygdarbeltið!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Nýt trygdarbeltið!
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Jógvan E Joensen
Leirvík
Nú nærkast í stórum til tað
»brestur fyri nevn« millum
Leitini, og eitt ár seinri skal
verða koyrandi. Ferðslan
kemur í fyrstu syftu at
ganga gjøgnum bygdina í
tættbygdum øki við tveim-
um vegamótum og íkomu-
vegum. Hetta er ikki nøkt-
andi loysn í longdini,
hvørki fyri bygdarfólkið
ella fyri landsins myndug-
leikar.
Nógvar ymiskar loysnir
hava verið nevndar, so sum
tunnlar, brýr, vegir og nú
koyrirenna (lokrenna) ella
koyrigrøv (undirgrøv).
Tað eru helst 3 partar ið
hava serligan áhuga á eini
loysn av hesum máli.
1. Hjá norðingum er nokk
fremsta
hugsanin,
hvussu koma vit ígjøg-
num Lorvík? Um tað
verður omaná, undir ella
mitt ígjøgnum, tað er
helst ikki tann stóri
trupulleikin fyri teir.
2. Landsverk/landsstýrið
hevur helst sum fremsta
mál, at gera eina rímiliga
bíliga loysn, um ikki
kravboð frá Løgtingin-
um koma um nakað
annað, eina loysn, sum
kann nøkta tann vantaða
tørvin til ferðslu í fram-
tíðini.
3. Lorvíkar bygdaráð burdi
haft sum fremsta mál, at
fingið eina loysn, sum
kann gagna bygdini best
í framtíðini, og helst
órógva sum minst.
Fyrsta tunnilsloysnin sum
fráfarna bygdaráð mælti til,
var ein tunnil undir bygd-
ini, sum helst hevði órógv-
að bygdina minst, men ann-
að gagn sum so hevði hon
neyvan haft. Hesin tunnil
var mettur at kosta 54 mill.
og eftir hvat man hevur
frætt, skuldi hetta vera í
dýrara lagi fyri Landsverk,
og er tað helst tí, at teir eru
komnir við øðrum alterna-
tivum loysnum, sum hava
kunnað fingið skjóta og
positiva viðgerð, um tikið
hevur verið við hesum upp-
skotum. Seinri eru komnar
ymiskar aðrar undarførslur
fyri at hesin tunnil ikki er
besta loysnin, millum ann-
að at tilfarið skal vera sera
vánaligt, og at tunnilin má
liggja
rættuliga
djúpt.
Hvussu nógv hald er í hes-
um tíðindum veit eg ikki,
heldur ikki um nakrar
kjarnuboringar hava verið
gjørdar, men vitandi er um
onkrar hissini omanjarða
dýpdarmátingar. Í hvussu
er og ikki, sær tað út til at
bæði nýggja Bygdaráðið og
Landsverk hava slept hesari
loysnini, sum gamla bygda-
ráðið royndi at halda fast
um, sum einastu og fræg-
astu loysnina.
Uppskotið hjá Landsverk
um at gera veg gjøgnum
besta byggilendi í bygdini,
eru helst allir lorvíkingar
meir ella minni ímóti. Tað
er bert ein orsøk hjá Lands-
verk at mala til at gera tann
vegin, og hon er tann at tað
er helst bíligasta loysnin
fyri landið, men helst ein
vánalig loysn fyri Lorvík.
Triðja loysnin, sum talan
hevur verið um er »Fjøru-
loysnin«, har tað hava verið
ikki minni enn 3-4 ymisk
hugskot, umframt brúgva-
loysnin, sum er ein brúgv
millum báðar pirarnar, har
smærri skip kunnu sigla
undir. kanska ikki tann
dummasta loysnin, men
neyvan tann bíligasta.
Seinasta útspælið frá
bygdarráðnum, – hesum
nýggja – er ein 400 metur
long lokrenna gjøgnum
fjøruna og havnarlagið. Tað
ljóðar at tað er eitt samt
bygdarráð, sum stendur
aftanfyri hesari loysnini.
Tað er nokk ein pástandur
sum skal takast við fyri-
varni.
Bygdarráðslimir
vóru kanska samdir um at
gera eina kanning av hesari
loysnini, men samdir eru
teir neyvan – heldur enn
bygdafólki annars – um at
hettar er besta loysnin fyri
bygdina, annars hava fleiri
teirra 2 tungur í sama heysi.
Men eitt er so tað, at hon
lýkur fyrsta útspælið frá
gamla bygdaráðnum um
ein tunnil (ella onkrum sum
líkist tunnli) og so er ikki
lopið frá fyrsta tilmælinum.
Eitt tilmæli sum summir
bygdarráðslimir, sum rímu-
ligt er, hava eitt sindur ilt
við at víkja frá, fyri ikki at
vera vingluskøltar. Hendan
ætlanin sigst kosta 75 mill.
ella 10 mill. meir enn fyrsta
loysnin, sum segðist vera í
so kostnaðarmikil.
Hetta lokrennuarbeiðið
kemur at órógva nógv með-
an arbeitt verður, serliga á
havnaøkinum, har alt dekk-
ið má brótast upp og havnin
tømast í longri tíð. Nakað
av gagni fyri bygdina Lor-
vík, er ringt at fáa eyga á.
Ein atløgusíða verður tó t.d.
á Toftanesi til smærri bátar,
tí grunt er. Norðara og
sunnara havnaøkið fáa eitt
eyka vegasamband, tað er
so tað. Neyvan nakað prýði
fyri fjøruna. Nakað av bil-
óljóði fyri tey innastu og
uttastu húsini. Og norð-
ingar, ja teir koma 30
sekund skjótari gjøgnum
bygdina.
Men eftir er so ein loysn
– um talan skal vera um veg
– sum ein lítið og onki
hevur hoyrt um, hvørki frá
bygdarráði ella Landsverki.
Tað er at fara so langt niðan
um bygdina við vegnum,
sum eitt forsvarligt hall
loyvir. Tá eru vit komnir
niðan á Brekkir, umleið har
sum núverandi uppdyrk-
ingarvegur liggur. Um ein
hugsar
um
byggilendi,
hevði ein slíkur vegur gjørt
minst árin, um hann lá í
sjálvum brekku-jarðanum
inneftir, omanfyri Bygdar-
húsið, og so á skák oman
aftur í tunnilsvegin. Er hall-
ið ov nógv at koma oman-
aftur í núverandi tunnils-
veg, er møguleiki at gera
ein tunnilsstubba inn í
Líðabrekkuna og fáa fatur í
núverandi tunnil. Tá slepp-
ur ein undan at gera eitt
stórt skemmandi »grót-
brot« til rundkoyring, og
eventuelt taka gomul søgu-
lig hús niður, sum talan
hevur verið um. Bygdin
hevði fingið ein »ókeypis«
veg, sum skal koma fyrr
ella seinri. Fólk kunnu so
sjálvi velja hvussu nær tey
vilja byggja við ein slíkan
veg, og nógv byggilendi er
omanfyri vegin til bæði eitt
og annað, at freista teim
sum ferðast framvið við
einumhvørjum, sum hoyrir
nútíðini ella framtíðini til.
Útsýnið har er frálíkt.
Tá tað er landsins mynd-
ugleikar sum hava tað
endaliga orðið í hesum
leiki, fari eg at biðja teir um
eisini at umhugsa hesa
loysnina áðrenn seinasta
orðið verður sagt.
Vegasambandið í Lorvík millum tunnlarnar