Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 3. juni 2005 9 Kongaliga vitjanin: Fyrireikingarnar ganga væl Fyrireikingarnar, sum Tórshavnar Komm- unu ger til kongaligu vitjanina, ganga sum eftir ánni. – Tað er alt so smátt við at koma undir land, sigur borgarstjórin HOFF STOFF Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo – Jú, jú fyrireikingarnar ganga væl. Hevur tú ikki lagt merkið til, at vit as- faltera upp á lívið um allan býin, sigur Heðin Morten- sen, borgarstjóri skemtandi. Skiftast um at vera vertir Hann greiðir frá, at tá kongshjúnini koma til Havnar, er tað tó ikki Tórs- havnar kommuna, sum verður vertur allatíðina. – Tá kongaskipið leggur at, er tað Tórshavnar Havn sum tekur ímóti. Har er so nakað av fyrireiking hjá okkum við at fáa hornork- estur og landgongd o.s.fr. til høvið, men tað gongur alt uppá stás, greiðir borg- meistarin frá. Tá regenthjúnini og krún- prinsahjúnini eru væl og virðiliga komin í land, spáka tey av bryggjuni og út á Tinganes, har løgmaður tekur ímóti. – Á gongutúrinum út á Tinganes er tað Tórshavnar Kommuna, ið er vertur, og vit fara eisini at nýta okkara egnu, vandu ferðaleiðarar á túrinum. Men tá tey fara inn í Tinganes, tekur lands- stýrið yvir. Tá tey koma útaftur, ganga vit út á Reyn, eftir Áarvegnum og inn í løgtingið. Á túrinum eru tað aftur vit, sum eru vertir, meðan tað inni í løgting- inum er tingið, ið tekur sær av gestunum, sigur Heðin Mortensen. Kl 11 fer regentparið inn í dómkirkjuna, meðan krúnprinsaparið fer niðan á Margarinfabrikkina. – Á middegi, ella kl. gott 12, hittast vit so øll niðri hjá Nólsoyar Páll. Tá verð- ur tann officiella móttøkan frá Tórshavnar býráð, har allir býráðslimirnir við maka verða presenteraðir, greiðir borgmeistarin frá. Eftir tað, verður farið yvir í Müllers Pakkhús, har ein biti verður til matna. – Síðani verða pørini býtt sundur, og fara á tvær ym- iskar rutur ymsastaðni runt um í býnum. Tey fara á barnagarðar, eldrasambýli, søvn o.s.fr. Tey fara umborð á kongaskipið aftur um 17.30–18.00 tíðina, so tað verður ein langur dagur, staðfestir Heðin Mortensen. Gávur handaðar Tað plagar at vera siðvenja, at kongsfamiljan fær gávur frá vertunum, tá tey eru á vitjan. Og vitjanin í Havn verður einki undantak. – Tað verða gávur hand- aðar, og vit fara nokk tann vegin, at tað verður ein í part, sigur Heðin Morten- sen. Borgarstjórin vil tó ikki úttala seg um hvat ætlanin er at geva teimum. – Alt er ikki endaliga komið upp á pláss enn viðvíkjandi gávunum, men ætlanin er, at tað skal verða eitt yvirraskilsi. So tit mugu bíða inntil 20. juni við at síggja hvat tey fara at fáa, sigur Heðin Mortensen at enda. 3 hav- frýr í ein størri sal Konsertin við Ei- vør, Guðrun og Lenu, sum skal vera í Keypmanna- havn 4. juni, er nú útseld. Men enn standa nógv á bíði- lista, og tí vóna fyrireikararnir at sleppa í eina størri konserthøll KONSERT eydna@sosialurin.fo 750 atgongumerki eru nú seld til konsertina, sum Kvinna skipar fyri, við trimum havfrúgvum í Keypmannahavn. Men enn er áhugin sera stór- ur, og tí er avgjørt at royna at fáa eitt størri høli. Størra hølið er tó treytað av, at fleiri fólk veruliga eru áhugað at koma. Tí hevur Kvinna gjørt ein bíðilista. Um 350 fólk afturat seta seg á bíðilistan til konsertina áðrenn kl. 10 fríggjamorgunin, so verður konsertin flutt úr høllini, ið tekur 750 fólk, og yvir í høllina, sum tekur 1800 fólk. Tekningin er bindandi, men um ov fá fólk tekna seg, og konsertin tí ikki verður flutt í størru høll- ina, verður einki gjald tikið. Fríggjamorgunin kl 11. verður kunngjørt á www.kvinna.fo og á www.3havfruer.dk, hvørt konsertin verður flutt ella ikki. Á síni vitjan í Havnini skulu krúnprinsa- hjúnini m.a. leggja leiðina framvið dag- stovninum á Hamr- inum. – Børnini eru sera spent, frætta vit av Argjum HOFF STOFF eydna@sosialurin.fo – Vit hava enn ikki fingið alt endaliga at vita frá fyri- reikarunum í býráðnum, men vit hava onkrar ætl- anir. T.d. ætla vit, at børnini skulu gera eina framsýning, sigur Elisabeth Henriksen, ið er leiðari á dagstovnin- um á Hamrinum. Hon greiðir frá, at børn- ini eru ógvuliga spent til kongaligu vitjanina. – Men tey vænta sær sikkurt, at tað verður ein prinsessa sum í ævintýrun- um í stórum prinsessukjóla og øllum, ið har til hoyrir. So vit mugu bara vóna, at tey ikki gerast skuffað, heldur Elisabeth fyri. Spurd, um børnini munnu vita hvørji Mary og Frederik eru, svarar Elisa- beth, at tað vita tey væl. – Vit gjørdu rættiliga nógv burturúr, tá krún- prinsaparið giftist. Vit seymaðu skjúrt til gentur- nar, høvdu kongakrúnur og ymsikt annað. So tað minn- ast børnini væl, og tey gleða seg nógv at síggja prinsin og prinsessuna í veruleikanum, sigur Elisa- beth Henriksen at enda. Krúnprinsavitjan á dagstovninum á Hamrinum: Børnini gleða seg Nógv er at síggja til, nú kongalig vitjan verður í Havnini. Her síggjast borgarstjórin og fólk frá býráðnum saman við løgregluni ganga rutuna, sum kongapørini skulu ganga 20. juni. Trygdin má vera í hásæti, og tí er nógv at hugsa um og gera klárt. Officiella móttøkan frá Tórshvanar býráð verður niðri hjá Nólsoyar Pálli, og her skal tí serliga ansast væl eftir Mynd Jens Kr. Vang