fríggjadagur 3. juni 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 103 - 3. juni 2005
Ove Eeg úr Keyp-
mannahavn arbeiddi í
eitt ár sum prentari í
Bókhandlinum í
Havn, beint eftir
kríggið. Síðani fór
hann til Amerika, og
har býr hann fram-
vegis, 81 ára gamal.
Hann hevur altíð havt
eitt brennandi ynski
um at vitja aftur í
Føroyum. Heili 60 ár
seinni gekk leiðin við
Norrønu til Havnar,
og tað var við tárum í
eygunum, at Ove kom
á Havnina mána-
morgunin. Hann
kendi tað sum hann
var komin heim aftur
VITJAN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Hetta er tíðin, tá summar-
gestirnir koma til landið,
serstakliga
úr
næstu
grannalondum okkara men
eisini úr meira fjarskotnum
londum, sum eitt nú USA.
Tað hoyrir tó helst til ein-
dømini, at fólk, sum hava
búð og arbeitt í Føroyum
sum ung, fyrstu ferð vitja
aftur á klettarnar 60 ár
seinni. Tað hendi í vikuni,
tá ið 81 ára gamli dansk-
amerikanarin Ove Eeg kom
við Norrønu saman við
konu síni Mabelle úr Uru-
guay.
Ove hevur seinastu 50-60
árini búð í California, har
hann hevur havt fyrifall-
andi arbeiði men serliga
arbeitt sum prentari og
seinastu mongu árini sum
húsaútleigari.
Hvat er tá so føroyskt við
hesum
fyrikomandi
og
fryntliga manni, sum aftaná
so mong ár vildi sleppa aft-
ur til Føroya!
Vit skulu skrúva tíðina
aftur til beint eftir krígslok
fyri at finna orsøkina til, at
Ove Eeg kom til Føroya at
arbeiða. arbeiddi tá sum
prentari í Kjøpinhavn.
– Kríggið var jústi liðugt,
og eg var troyttur av Dan-
mark. Eg vildi sleppa burt-
ur. Hugurin leitaði fyrst
norður eftir til Føroyar og
Ísland. Og eg var so heppin
at fáa tjans við einum før-
oyskum fiskibáti, ið skuldi
til Føroya.
Ove var kokkur á tí 6
daga drúgva túrinum. Hann
var fyrst í trúgunum og helt
seg strakt til at royna sjó-
lívið. Men tað var ikki bara
sum at siga tað. Hann
minnist væl, hvussu sjó-
sjúkur hann var á túrinum,
og tí bleiv tað so sum so við
matgerðini. Men komin til
Havnar fór hann alt fyri eitt
at hyggja sær eftir einum
arbeiði. Sjálvur varð hann
útlærdur prentari, og tað
vildi so væl til, at teir
manglaðu ein prentara á
prentaríinum
í
Gamla
Bókhandli. Har var hann í
eitt ár.
Nú hann er komin aftur
til Føroya at fáa lív í aftur
gomlu minni, so er Ove
rættiliga bilsin av, at so
nógv er við tað gamla. –Tit
hava fingið eitt nútímans
vælferðarsamfelag, men tit
hava dugað at varðveitt tað
gamla, og tað eri eg fegin
um.
Mong minni
Minnini eru mong. Tað var
ikki tað sama at fara um-
borð á prýðiligu Norrønu
og sigla til Føroya eins og
at fara við fiskibáti fyri 60
árum síðani. Hann heldur
Norrønu verða eitt sera gott
ferðamannaskip.
Ove minnist eisini aftur á
tíðina, tá hann hevði pylsu-
vogn í Havn. – Eg seldi
Holberg Pølser, og tað var
eisini matur. Annars gjørdi
Ove lítið um seg. – Eg var
ein friðaligur maður og var
nógv fyri meg sjálvan, so
tað er avmarkað, hvussu
nógv fólk kenna meg aftur
nú 60 ár seinni. Men sjálv-
andi minnist Ove aftur nøk-
ur av fólkunum hann ar-
beiddi saman við, eitt nú
Martin, sum kom á prent-
smiðjuna tvey ár framman-
undan, í 44.
Komin til Havnar við
Norrønu vitjaðu Ove og
konan í Miðlahúsinum, har
tey bóðu um at fáa eina
hjálpandi hond. Og tað
fekk hann. Tað gekk ikki
long tíð til vit høvdu fyri-
reikað tað so, at Martin og
Ove skuldu hittast aftur
fyrstu ferð eftir 60 ár.
Og tað var ein stór løta
fyri Ova, tá hann eftir hesa
longu tíð aftur kundi standa
inni á prentaríinum saman
við Martin. –Hvar er tann
gamli
"Frankfurtarin"
spurdi Ove gamla starvs-
felaga sín. – Hann fór fyri
langari tíð síni svaraði
Martin. Hetta var tann
maskinan, sum helt lívið í
teimum og øðrum eftir
kríggið.
Síðani
komu
nýggjari maskinur, men í
dag eru teir allar farnar í
ymsar ættir. Tí nú verða
hølini, har prentsmiðjan
varð, gjørd um til bók-
handil. So tað var í tøkum
tíma, at Ove slapp at síggja
sítt gamla arbeiðspláss,
áðrenn
tað
bleiv
til
bókhandil.
Til Íslands og USA
Hvussu gekst so Ova Eeg,
tá hann fór úr aftur Føroy-
um í 47! Eftir eitt ár í Før-
oyum gekk leiðin til Ís-
lands, har hann eisini ar-
beiddi sum prentari Men
Ove vildi koma víðari út í
stóru verð og fór hann tí
aftur til Danmarkar fyri at
søkja um visa at flyta til
Amerika. Tað tók sína tíð
og fekk hann visa í 1950.
Fór síðani við skipi til New
York, og haðani gekk leiðin
víðari til Los Angeles, har
farbróðurin búði.
Har hevði hann fyrifall-
andi arbeiði í fleiri statum
men fekk fast undir fótum
frá 53 til 95 í Los Angeles,
har hann arbeiddi sum
prentari. Síðani 95 hevur
hann búð í Vista, sum ligg-
ur nakað uttan fyri stór-
býin. Seinnu árini fór hann
undir at keypa upp ognir og
hevur til í dag liva av at
leiga tær út.
Ove varð giftur við eini
amerikanskari kvinnu, sum
doyði í 2000. Stutt eftir
møtti
hann
núverandi
vøkru konu síni úr Uru-
guay, Mabelle Daugherty.
Ove vitjar í Danmark á
hvørjum ári men hevur
oftani ætlað sær aftur til
Føroya og Íslands at síggja
plássini har hann arbeiddi
eftir kríggið og hitta fólkini
hann arbeiddi saman við.
Og nú skuldi tað so vera.
Hann tók flogfarið úr San
Fransisco til Reykjavík.
Eftir steðg har í nakrar dag-
ar fór hann til Danmarkar
og síðani gekk leiðin til
Føroya við Norrønu.
Græt tá hann sá
Føroyar aftur
Nú hann situr væl í Miðla-
húsinum í Vágsbotni og
greiðir frá lívssøgu síni
gerst hann sera kenslu-
borin. – Eg græt, tá eg sá
Føroyar aftur. Her hevur
altíð ligið ein partur av
mínum hjartað. Tað kendist
sum at koma heim aftur.
Og tað sum hann bleiv so
fegin um var, at alt varð
ikki broytt. – Hóast alt er
meira nútímans, so hava tit
megnað at varðveita nógv
av tí gamla. Her er meira
mentan og nærleiki at upp-
liva enn at koma aftur til
Íslands. Ove viðgongur, at
hann varð ikki eins fegin at
síggja Ísland aftur. – Eg
haldi har er so nógv broytt.
Tað er líkasum, at tað er ov
nógv eitt plastikkland. Har
sær tú bara stórar bygning-
ar, og tað eri ikki eg. Mær
dámar tí betur at koma aftur
til Føroya og síggja, at
hóast tit hava tað gott so
hava tit ikki forkomið alt
tað gamla.
Ove vil fegin koma aftur
til Føroya. Og hann heldur
eisini, at Føroyar kunnu
vera eitt gott land fyri eitt
nú amerikanskar turistar.
Men
for
Guds
skyld,
byggið ikki stórar og keði-
ligar bygningar. Tá tit
byggja nýtt varðveitið so
tann gamla stílin sigur
hesin lítillætni men av
árunum spelkni danin, sum
gjørdist amerikanari men
sum framvegis kennir seg
heima í Føroyum.
Ove og Mabella fara av
aftur landinum fríggjadagin
við Norrønu. Hann sigur at
enda, at er onkur, sum vil
treffa seg, so býr hann á
Skansanum til Norrøna fer
avstað.
Græt tá
hann sá
Føroyar
aftur
Ove Eeg hittir sín gamla starvfelaga Martin á teirra gamla arbeiðsplássi í Bókhandlinum
Mynd Jens K. Vang
Ove Eeg og kona Mabella úr Uruguay vitjaðu í Miðlahúsinum
Mynd Jens K. Vang