fríggjadagur 3. juni 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 103 - 3. juni 2005
7
Signhild setir
stevnuna
Tað verður nýggi bý-
ráðslimurin í Klaks-
víkar býráði, Signhild
V. Johannesen, sum fer
at seta Norðoyastevn-
una í ár.
Upprunaliga stóð í
skránni, at Gunvá við
Keldu
skuldi
seta
stevnuna, men hetta er
nú rættað til, at Sign-
hild V. Johannesen, sum
umboðar
Javnaðar-
flokkin í býráðnum,
skal seta stevnuna. Hon
er úr Klaksvík, men býr
á Trøllanesi, sum er
blivið partur av Klaks-
víkar kommunu.
Setanin av Norðoya-
stevnuni verður í Vágs-
túni fríggjakvøldið kl.
19.30. Í sambandi við
setanina spælir Klaks-
víkar Hornorkestur.
Kórsangur
á morgni
Fyrrapartin Norðoya-
stevnudag fer kórsang-
ur at ljóma í Vágstúni.
Tað er sangkórið í
Betesda, sum fer at
syngja har frá kl. 10.00
sunnumorgunin.
Kl.
11.00 er gudstænasta í
Christianskirkjuni, har
Niels Pauli Danielsen,
sóknarprestur, fer at
prædika.
Nógv náttar-
tilboð
Norðoyastevnan er ikki
bara ítróttur, tivoli og
framsýningar, stevnan
inniheldur eisini nógv
náttarlív, og fleiri tilboð
eru til tey, sum ikki ætla
sær tíðliga undir fjaðr-
arnar.
Fríggjakvøldið
og
leygarkvøldið fer før-
oyski/danski bólkurin
Vest & Blues at spæla
til gamlamannadans í
KÍ-høllini. Hallur Joen-
sen úr Klaksvík er
sangari í bólkinum, og
teir spældu eisini til
dans á seinastu Norð-
oyastevnu.
Barok skipar fyri
diskoteki øll kvøldini á
Norðoyastevnu – frá
fríggjakvøldi til sunnu-
kvøld – og harafturat
hevur eisini Klaksvíkar
Klubbi opið á Norðoya-
stevnu.
Tað ber eisini til at
fara í ungdómsdans í
einum telti, sum verður
sett upp á parkerings-
plássinum við KÍ-høll-
ina. Har fara plátuvend-
arar at standa fyri und-
irhaldinum.
Føroyskur
dansur
verður eisini á skránni,
og hann verður í Skál-
anum leygarkvøldið.
Lærararnir á data-
matikaraútbúgving-
ini hjá Føroya
Handilsskúla í Havn
hava sagt upp, tí teir
eru so misnøgdir
arbeiðsumstøðurnar
og leiðsluna á
skúlanum. – Tað er
ógjørligt at samstarva
við leiðsluna, sigur
Jon Jonsen, sum er
annar av lærarunum.
Nú standa 11 næm-
ingar uttan lærarar,
men leiðslan fer í dag
at leggja uppskot fyri
næmingarnar um,
hvussu restin av
undirvísingini skal
skipast
STRÍÐ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Teir báðir lærararnir, sum
undirvísa datamatikarum á
Føroya
Handilsskúla
í
Havn, eru rýmdir úr starv-
inum. Orsøkin er, at teir
halda seg hava vánaligar
arbeiðsumstøður, og teir
eru sera misnøgdir við
leiðsluna á skúlanum.
– Vit eru komin so langt,
at vit ikki kunnu standa inni
fyri undirvísingini longur.
Undirvísingin er ikki for-
svarlig, og tá ið vit ikki
klára at samskifta við
leiðsluna um teir mongu
trupulleikarnar, hava vit
sagt upp, sigur Jon Jonsen,
sum er annar av lærarun-
um, sum er farin av skúlan-
um.
Hann er dani og kom í
1998 til Føroya at standa
fyri útbúgvingini av data-
matikarum.
– Tað eru so nógv smá-
ting sum gera, at umstøð-
urnar eru vánaligar, og við-
ferðin, sum vit hava fingið
frá leiðsluni, er undir alt
lágmark, sigur Jon Jonsen.
Óforsvarligt
Síðani 1998 eru tríggir
flokkar farnir ígjøgnum
útbúgvingina sum datamat-
ikarar á Føroya Handils-
skúla, og 66 fólk hava
fingið prógv.
Nú hevur tann fjórði
flokkurin eitt hálvt ár eftir
av útbúgvingini, men teir
11 næmingarnir í flokkin-
um eru nú komnir í trupul-
leikar orsaka av stríðnum
millum leiðsluna og lærar-
arnar.
– Tann nýggja leiðslan á
Handilsskúlanum
hevur
skúgvað alt hjá tí gomlu
leiðsluni til viks, og tann
vitan, sum varð bygd upp
yvir fleiri ár, er burtur. Út-
búgvingin eigur at verða
rætta móti vinnuni og vera
málrættað, men umstøður-
nar eru heilt einfalt ikki til
at hava eina forsvarliga út-
búgving, sigur Jon Jonsen.
Jon Jonsen sigur, at ein
høvuðsorsøk til avgerðina
at gevast er, at samskiftið
millum lærarar og leiðsluna
er so vánaligt, og tí ber ikki
til at betra útbúgvingina.
Samskifti í lagi
Stjórin á Føroya Handils-
skúla í Havn afturvísir pá-
standin um, at leiðslan ikki
hevur havt nóg gott sam-
skifti við lærararnar.
– Vit hava tosa nógv við
lærararnar, tey hava fingið
allar neyðugar fundir, og vit
hava hjálpt teimum við at
betra umstøðurnar, so has-
um afturvísi eg púrasta,
sigur Raidar Nónfjall.
– Eg havi ilt við at skilja,
at lærararnir hava tikið eina
so ógvusliga avgerð, men
eg kann ikki forða teimum í
at gera tað. Soleiðis er á
einum hvørjum arbeiðs-
plássi, um tú ikki ert
nøgdur, so mást tú gera eitt
val. Men hetta er sera
óheppið fyri næmingarnar,
sigur stjórin.
Hann fer í dag at leggja
eina ætlan fyri teir 11
strandaðu næmingarnar í
datamatikaraflokkinum,
sum ger tað gjørligt hjá
teimum at gera seinasta
hálva árið av útbúgvingini
liðugt.
– Vit hava arbeitt við at
betra um umstøðurnar hjá
datamatikarunum, og tað
gera vit framhaldandi sam-
an við eitt nú Mentamála-
ráðnum. Vit kundu øll
ynskt okkum tað reina
paradís rundan um okkum,
men soleiðis er lívið ikki,
og bæði leiðsla og lærarar
eiga at loysa trupulleikar,
heldur enn at skapa teir,
sigur Raidar Nónfjall.
Danska ferðslumála-
ráðið vil ikki geva
DanCopter loyvi at
flúgva í Føroyum, tí
DanCopter hevur
einki føroyskt felag.
Tað er DanCopter nú
í holt við at broyta og
fer at søkja av nýggj-
um
TYRLUFLÚGVING
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
DanCopter vil sleppa upp í
offshore flúgving í Føroy-
um næsta ár, og tí søkti fe-
lagið
herfyri
danska
Ferðslumálaráðið um loyvi
at flúgva í Føroyum.
Umsóknin hevur verið til
viðgerðar, og DanCopter
hevur nú fingið svarið.
– Vit fingu noktandi svar
við teirri grundgeving, at
vit einki føroyskt felag
hava, og tí kundu vit ikki
sleppa at flúgva í Føroyum,
sigur Susanne H. Lastein,
stjóri í DanCopter.
Tyrlufelagið í Esbjerg
gevur tó ikki upp av hesari
orsøk, tí tey eru longu í holt
við at stovna eitt felag í
Føroyum, so tey kunnu
søkja um loyvi av nýggjum.
– Vit rokna við, at
føroyska felagið hjá okkum
verður stovnað í dag ella í
morgin, og so kunnu vit
senda umsóknina avstað av
nýggjum, segði Susanne H.
Lastein fyrrapartin hósdag-
in.
Passa væl til Føroyar
DanCopter hevur tríggjar
tyrlur, og felagið flýgur
nógv offshore í Norðsjó-
num, men felagið hevur
eisini aðrar uppgávur.
– Vit vilja gjarna sleppa
við í føroyska offshore
flúgving, sum verður í
2006, og vit hava bæði tyrl-
ur og flogskiparar, sum eru
væl egnaðir til flúgving í
Føroyum, sigur Susanne H.
Lastein.
– Vit vita væl, at umstøð-
urnar at flúgva í Føroyum
er serligar, men vit hava
flogskiparar, sum áður hava
flogið í Føroyum, og teir
hava tann neyðuga kunn-
leikan til lokalu viðurskift-
ini, sigur hon.
DanCopter hevur góðar
vónir um at fáa loyvi at
flúgva í Føroyum, eftir at
eitt føroyskt felag er stovn-
að.
DanCopter fekk noktandi
svar um flúgving í Føroyum
Lærarar rýmdir av
Handilsskúlanum
Lærararnir hjá teimum 11 næmingunum, sum lesa til datamatikara á Føroya Handilsskúla í Havn, havt sagt seg úr starvinum,
tí teir halda, at umstøðurnar á skúlanum eru blivnar so vánaligar, at undirvísingin er óforsvarlig