Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 103 - 3. juni 2005 Vit missa kærkomin arbeiðspláss Árni Dam á Faroe Ag- ency, ið umboðar russisku skipini, ið liggja kring Føroyar, sigur, at tað kostar føroyingum nógv kærkomin arbeiðs- pláss, at vit í Føroyum er so "hysterisk", sum hann málber seg VINNULÍV Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroyski umboðsmaðurin hjá teimum russisku skip- unum sigur, at russar geva eitt fitt íkast til føroyska búskapin, og um vit ikki vóru so "hysterisk", hevði russiska íkastið verið væl størri. Hvat hava vit Heilsufrøðiligu Starvsstovuna til? Sambært Árna Dam er tað ein afturvendandi trupul- leiki, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur alt ov strang krøv. Russisku skip- ini fáa ikki uppskipað fiskin hjá sær í Føroyum, tí hann verður vrakaður av starvsstovuni. Hesi skip velja tí at sigla allan vegin til Hollands at landa fiskin, og har vísir tað seg ikki at verða nakar trupulleiki við at fáa fiskin upp á land, greiðir Árni Dam frá. Føroyski umboðsmaðurin hjá russisku skipunum sigur, at tað dagliga liggja millum seks og átta russisk skip og uppskipa fisk í Hollandi. - Tað er sjón fyri søgn, at lastirnar fara skramblandi forbí her hjá okkum, tí Heilsufrøðiliga Starvs- stovan setur óverulig krøv. Um hesi skip fingu loyvi at uppskipa fiskin her í Før- oyum, hevði tað skapt fleiri kærkomin arbeiðspláss á landi, og harafturat høvdu føroysku flutningsfeløgini eisini fingið meiri av vøru at flyta av landinum. Eg loyvi mær tí at spyrja, hvat hava vit starvsstovuna til, sigur Árni Dam. - Vit hava havt nógvar trupulleikar við Heilsu- frøðiligu Starvsstovuna, og eg tími ikki longur at fáast við hana. Tí samskifti eg nú bara við Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnu- málum, og hann hevur givið mær lyfti um, at hann fer at kanna málið nærri, greiðir Árni Dam frá. Útlendskir umboðs- menn skilja ikki føroyingar At russisku skipini ikki fáa loyvi at uppskipa fiskin hevur eisini vakt ans uttan- landa. So seint sum miku- dagin ringdi danski um- boðsmaðurin hjá russum til Árna og spurdi, hvussu tað ber til, at føroysku myndug- leikarnir ikki vilja góð- kenna russiska fiskin til uppskipan, tá ið fiskurin uttan nakrar trupulleikar verður góðkendur í Hol- landi. Eitt gott dømi um russ- iska íkastið til føroyska búskapin er, at í dag og sunnudagin fer Atlantsflog at flyta ikki færri enn 360 russiskar sjómenn millum Vágar og Murmansk í sambandi við, at nøkur av russisku skipunum skifta manning. Sjálvur ætlar Árni Dam sær eisini til Murmansk í hesum sambandi, tí trupul- leikarnir við Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni skal umrøðast á fundi við russar. Á nevndarfundi í byggi- og býarskip- anarnevndini hjá Tórshavnar Býráð mánadagin var ein umsókn um byggi- loyvi til ein skriv- stovubygning á økin- um, har Degnshús standa í dag, fyri. Umsóknin var tó ikki gingin á møti DEGNSHÚS Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Býararkitekturin mælti frá at ganga umsóknini á møti, tí húsini eru ov stór í mun til tær treytir, sum eru til bygging á stykkinum. Sjálvt nettonýtslustigið kann í mesta lagi verða 1,0, men eftir tekningunum, ið vóru gjørdar fyri ætlaða skrivstovubygningin, var nettonýtslustigið 1,98. Eingin heildarætlan Somuleiðis var tað ein trupulleiki við ætlaða bygninginum, at ásetingar- nar krevja, at pláss skal verða fyri 23 parkerings- básum, men ætlanin bert hevur pláss fyri í mesta lagi átta básum. Jógvan Arge, formaður í byggi- og býarskipanar- nevndini, sigur, at á vári í fjør mæltu bæði býararkit- ekturin og tekniski stjórin til at geva byggiloyvi til bygningin, men hetta loyvi var treytað av, at ein heildarætlan var gjørd fyri alt økið við Tinghúsvegin. Ein slík ætlan hevði møguliga skapt rúm fyri, at ætlaði skrivstovubygning- urin hevði fingið byggi- loyvi, men hendan heildar- ætlan er ikki gjørd enn. Kanna týdningin av ferðslubroytingum Í heildarætlanini er millum annað ætlanin at gera eina miðbýarlund frá Vaglinum til Bøkjarabrekku at minka munandi um ferðsluna á hesum vegastrekki. Í hesum sambandi hevur byggi- og býarskipanar- nevndin biðið um at fáa gjørt eina kanning av, hvat henda broyting av ferðslu- møguleikunum á Tinghús- vegnum fór at merkja fyri ferðsluna í miðbýnum sum heild, men úrslitið av hesi kanning er ikki klárt enn, greiðir Jógvan Arge frá. Degnshús verða standandi fyribils Fyribils sær tað ikki út til, at nakar skrivstovubygningur kemur at standa á økinum, har Degnshús standa í dag Árni Dam sigur, at tað kostar føroyingum nógv kærkomin arbeiðspláss, at vit hava eina "hysteriska" starvsstovu, ið ikki vil góðkenna russiska fiskin, sum ongar trupulleikar hevur av at verða góðkendur í Hollandi