Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 103 - 3. juni 2005 5 UTTAN ÚR HEIMI Ísfjøll hótta oljupallar Russisku myndugleikarnir hava givið oljufeløgum loyvi at bora eftir olju í russiska partinum av Barents- havinum. Men hetta er ikki heilt vandaleyst. Fleiri ovurstór ís- fjøll reka aftur og fram har á leiðini, og vil illa til, kunnu tey reka á boripallarnar. Tí hava russiskir granskarar kannað, hvat kann gerast fyri at tryggja pallarnar ímóti ísfjøllunum, og loysnina halda teir vera, at sleipibátar kunnu toga ísfjøllini burtur, koma tey ov nær pallunum. Russar gjørdu eina roynd í síðsta mánað, og tá eydnaðist tað sleiibátum at toga eitt 220.000 tons tungt ísfjall burtur haðani, sum ein boripallur ætlandi skal standa. Umhvørvisverndarfólk halda lítið um russisku ætlanina. Tey halda, at tað er ábyrgdarleyst av russum at hava oljupallar í einum øki, har so nógv og so stór ísfjøll eru. Ruðuleiki í Venesuela Myndugleikarnir í Venesuela vilja vera við, at tey út- lendsku oljufeløgini, sum útvinna olju har, taka meiri olju upp úr undirgrundini, enn tey siga, og at tey á tann hátt gjalda minni skatt, enn tey eiga. Eitt av feløgunum, sum er undir illgruna, er tað norska Statoil. Venesuelski oljumálaráðharrin, Rafael Ramirez, sigur, at Statoil og tað franska Total, sum eru felags um eina oljuleið, hava loyvi at útvinna 114.000 tunnur av olju um dagin, men at feløgini útvinna 200.000 tunnur um dagin. Tað hava Statoil og Total játtað, men tey halda uppá, at tey hava loyvi til at út- vinna 200.000 tunnur um dagin. Statoil og Total siga seg hava eina avtalu við mynd- ugleikarnar, men trupulleikin er, at tann avtalan er ikki at finna í oljumálaráðnum, og tað kann elva til trupul- leikar fyri tey bæði feløgini, skrivar Aftenposten. Bjargað av fløskuposti Í trý samdøgur róku 86 flóttafólk á havinum, til nakrir fiskimenn úr Costa Rica funnu ein fløskupost, sum flóttafólkini høvdu tveitt út. Flóttafólkini vóru yvirhøvur ungfólk úr Ekvador og Peru, og nøkur børn vóru eisini teirra millum. Hildið verður, at manasmuglarar lótu tey reka fyri vág um vind, eftir at motorurin á bátinum steðgaði upp. Tey vistu tí ikki annað at gera enn at skriva eini boð á ein pappírslepa og at koyra hann í eina fløsku, sum síðani bleiv tveitt út. Hálvt annað samdøgur seinni funnu nakrir fiskimenn úr Costa Rica fløskupostin. Teir varskógvaðu alt fyri eitt myndugleikarnar, sum komu fram á flóttafólkini úti fyri oynni Cocos Island, sum er stutt frá strondini í Costa Rica. Myndugleikarnir har siga, at flóttafólkini ætlaðu sær til Guatemala, haðani tey ætlaðu sær um markið til Meksiko, sigur BBC. Vil hava háriðaftur Neil Armstrong, sum var fyrsti maður, ið setti fótin á mánan, hóttir nú við at leggja sak ímóti einari klippi- stovu í statinum Ohio. Armstrong plagdi at klippa sær á hesari klippi- stovuni, men herfyri frætti hann, at maðurin, sum eigur klippistovuna, hevur selt hárið hjá tí kenda rúmdar- manninum, og at hann hevur fingið einar 3.000 dollar- ar burturúr. Armstrong sigur við AP, at hann visti ikki, at maðurin seldi hárið av sær, men hin heldur uppá, at hann segði, hvat hann ætlaði sær at gera. Nú hevur Armstrong kravt at fáa hárið aftur, men tann, sum keypti hárið frá klippistovuni, sigur nei. Keyparin er heldur ikki hvør sum helst. Hann hevur í fleiri ár savnað hár av kendum fólki og eigur millum annað hár av Marilyn Monroe, Albert Einstein, Abraham Lincoln og sjálvum Napoleon. Sambært teimum kønu hevur Armstrong lógina í sínum parti, og tí vil hann hava hárið aftur, ella at klippistovan letur teir 3.000 dollararnar til okkurt vælgerandi endamál. Tað ber til at spara næstan helmingin av útreiðslunum til fóður við at ala laks uppi á landi ALING Árni Joensen fartekst@mail.dk Norska felagið Eco Farm sigur seg nú hava ment eina tøkni, sum ger tað lønandi at ala laks uppi á landi. Aling á landi bleiv roynd í Noregi fyri fleiri árum síðani, men tað vísti seg, at útreiðslurnar vóru so stórar, at alingin var ikki lønandi. Nú hevur Eco Farm ment eina nýggja tøkni, sum sigst gera vinnuna lønandi. Felag- ið fekk herfyri virðisløn í Fraklandi fyri verkætlanina, og gongst sum ætlað, skal støðin í Normandínum ala 40.000 tons av laksi um árið. Arve Gravdal, sum er stjóri í Eco Farm, sigur við Aftenposten, at tann nýggja tøknin ger, at alistøðin skal brúka munandi minni fóður enn støðir á sjónum. Hann sigur, at í 2003 brúktu norsku laksa- og sílaali- støðirnar 768.000 tons av fóðuri, og at hendan nøgdin hevði verið 330.000 tons minni við teirri nýggju tøknini. Við at ala uppi á landi slepst eisini undan út- reiðslum til flutning og heilivág, sigur hann. Har- afturat slepst undan at dálka umhvørvið, og ein annar fyrimunur er, at har er ikki vandi fyri at missa fisk. Evropa heldur ta ætl- aðu kósina, sjálvt um tvey av teimum gomlu ES-londunum hava vrakað grundlógar- uppskotið. Men summi ivast ES Árni Joensen fartekst@mail.dk Hóast úrslitið av fólka- atkvøðuni í Niðurlondum ikki kom óvart nakran, vóru ES-leiðararnir sjón- liga vónsviknir, tá úrslitið kom. Men teir vóru kortini á einum máli um, at úrslit- ini í Fraklandi og Niður- londum skulu ikki steðga tilgongdini, og at hini lima- londini eiga at halda fram við sínum arbeiði at stað- festa grundlógina. Fleiri eygleiðarar hava róð upp undir, at bretski for- sætisráðharrin, Tony Blair, sum heldur enn fegin vil sleppa undan at halda fólkaatkvøðu um grundlóg- ina, fer at nýta úrslitini í Fraklandi og Niðurlondum sum umbering fyri at avlýsa ta bretsku fólkaatkvøðuna. Tí ivaðist eingin í, hvat ella rættari sagt hvønn ES- nevndarformaðurin, Jose Manuel Barroso, sipaði til, tá hann gjørdi viðmerkingar til niðurlendska úrslitið. - Okkara vón er, at eingin stjórn tekur nakað stig av sínum eintingum ella velur at ganga egna leið, fyrr enn ríkis- og stjórnarleiðararnir hava hildið fun um fjúrtan dagar. Ja, støðan er álvars- som, men ES er til enn. Evropa er ikki trupulleikin, men loysnin, og tí mugu vit halda fram við arbeiðinum, segði Barroso. Tony Blair heldur frí í It- alia, og tí var tað Jack Straw, uttanríkisráðharri, sum kom við einari viðmerking vegna bretsku stjórnina. Hann vildi ikki siga, um fólkaatkvøðan verður í Bretlandi sum ætl- að, men gjørdi vart við, at tey bæði seinastu úrslitini eiga at fáa fólk at hugsa seg um. Týski samveldiskanslar- in, Gerhard Schrøder, segði seg vera vónbrotnan av niðurlendska úrslitinum, men hann legði dent á, at sjálvt um summi lond hava ilt við at viðurkenna grund- lógina, so er ikki talan um nakra kreppu í ES sum felagsskapi. - Eg eri framvegis sann- førdur um, at vilja vit hava eitt demokratiskt, sosialt og sterkt Evropa, so hava vit brúk fyri grund-lógini, segði týski kanslarin. Forsætisráðharrin í Luks- enburg, Jean-Claude Junck- er, sum er formaður í ES í løtuni, ávaraði um, at ES eigur ikki at steðga upp or- sakað av tí, sum er hent seinastu dagarnar. Tað er ikki óhugsandi, at hansara egnu veljarar fara at gera tað sama sum fransmenn og niðurlendingar, tá fólkaat- kvøðan verður í Luksenburg tann 10. juli. Higartil hevur meiriluti verið fyri grund- lógini, men í seinastuni er mótstøðan vaksin nógv. Ivi í Danmark Í Danmark hevur úrslitið í Fraklandi og Niðurlondum fingið fleiri at ivast í, um tað yvirhøvur er rætt at halda ta ætlaðu fólkaatkvøðuna tann 27. sept. Anders Fogh Rasm- ussen, forsætisráðharri, segði fyrrakvøldið, at hann var vónbrotin av niðurlendska úrslitinum, men at tað fær onga ávirkan á ta donsku fólkaatkvøðuna. Hann legði tó afturat, at teir donsku veljararnir mugu fáa at vita, hvat teir atkvøða um, og tí er rættast at bíða eftir, hvat kemur burtur úr toppfund- inum seinni í mánaðinum. ES-framsøgumaðurin hjá Sosialdemokratunum, Svend Auken, segði fyrra- kvøldið, at danir mugu fáa at vita, um grundlógin verður egg ella ungi, tí tað er eingin meining í at halda fólkaatkvøðu um eina lóg, sum kanska ikki verður til nakað kortini. Ætla at ala laks á landi Evropa heldur fram ES-nevndarformaðurin Jose Manuel Barroso var álvarssamur, tá hann gjørdi viðmerkingar til niðurlendska úrslitið