Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-06-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 3. juni 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 103 - 3. juni 2005 TRIVNAÐUR Á ARBEIÐSPLÁSINUM EVNISDAGUR Á HOTEL FØROYUM 21. JUNI Tilmeldingarfreistin er fríggjadagin 3. juni EVNISDAGUR Á HOTEL FØROYUM 21. JUNI 8.45 - 9.00: Innskriving 9.00 - 9.45: Psykiskt arbeiðsumhvørvi - Lene Bilde Jacobsen Arbeiðs- og organisatiónspsykologur frá Crecea 9.45 - 10.15: Ergonomi - Fysiskt arb.umhvørvi - Sigrun Danielsen - fysioterapeutur 10.15 - 10.45: Kaffisteðgur Kaffi/te við rundstykkjum 10.45 - 11.30: Betri kostur Betri vælvera - konsentratión - úrslit - Anita Højgaard - kostrágevi Átakið: "frukt til fólkið" - Marjun Eystberg - starvsfólkaleiðari í Føroya Sparikassa 11.30 - 12.00: Sjúkrafrávera - spill av góðum kreftum hvussu kann sleppast undan ov nógvum sjúkradøgum - Lene Bilde Jacobsen frá Crecea 12.00 - 13.00: Døgurðasteðgur Hjartafelagið luttekur við bási á temadegnum við upplýsandi tilfari. Fólk fáa mátað blóðtrýst ókeypis Kolesterol- blóðsukurblóðroynd fyri 50 kr. FYRRAPART: SEINNAPART Tel 320 204 - kvasir@farodane.fo Lesið meira á www.kvasir.fo 12.45 - 13.00: Innskriving 13.00 - 13.45: Hvørjar persónsupplýsingar kann arbeiðsgevarin skráseta og eftirkanna Er loyvt at skráseta sjúkradagar ella at hyggja í privatar teldupostar v.m.? - Turið Debes Hentze, advokatur og forkvinna í Daturáðnum 13.45 - 14.15: Stress - fyribyrging og viðgerð - Lene Bilde Jacobsen frá Crecea 14.15 - 14.30 Kaffisteðgur Kaffi/te við dagsins køku 14.30 - 15.15: Hvørjar eru avbjóðingarnar hjá arbeiðsgevaranum sum meklara í starvsfólkatrætum -Turið D. Hentze, mediator m.m.c.r. 15.15 - 16.00 Happing á arbeiðsplássinum - Lene Bilde Jacobsen Arbeiðs - og organisatiónspsykologur frá Crecea Kostnaður: Fyri luttøku fyrrapart: 1.225 kr. Fyri luttøku seinnapart: 1.225 kr. Fyri allan dagin íroknað sjálvtøku borð ella frokosttallerk 2.450 kr. Odd Fellow í Havn letur dyrnar upp Mentanarnáttina fær al- menningurin høvi til at vitja handan tær vanliga stongdu dyrnar hjá Odd Fellow losju nummar eitt, Ambolturin IOOF á Grøn- landsvegi 56. Opið verður frá klokkan 19-23. Ambolturin skrivar í tíð- indaskrivi, at Odd Fellow Ordanin er ein altjóða fe- lagsskapur, sum byggir á menniskjaligu virðini. Tær tørvar ikki at hava nakra serstaka fíggjarliga, polit- iska ella átrúnarliga støðu fyri at gerast limur, men tú skalt verða myndugur og trúgva á eina hægri makt. Limirnir verða kunnaðir við nógvar etiskar liviregl- ur, sum fremja sátt og semju millum manna, livi- reglur sum, "at tú tænir tær sjálvum best, sum tú tænir øðrum" og "at tú skalt vera móti øðrum, sum tú vilt hava, onnur at vera móti tær sjálvum" Odd Fellow Ordanin er sambært tíðindaskrivinum ikki so loyndarfullur, sum hann ber orð fyri at vera. Høvið verður mentanar- náttina at síggja og spyrja, um flest øll viðurskifti ord- aninum viðvíkjandi. Men okkurt smávegis er, sum ikki tolir dagsins ljós, og sum bert er millum losju- limirnar. Odd Fellow Ordanin er meira enn bert losjuarbeiði, tað røkkur eisini frá sam- komum fyri eldri og sjúk- um, til tað árligu gávu- handanina frá Stórlosjuni á 250.000 kr. til læknavís- indi. Úr teimum ymisku grunnunum, íð Odd Fellow felagsskapurin ræður yvir, og úr innsavningum mill- um brøðra og systurlosjur- nar, verða eisini árliga latnar milliónir av krón-um til vælgerandi endamál. -NuD Fartelefonini umborð á Norrönu Smyril Line hevur gjørt av- talu við norska Maritime Communucations Partner um fartelefonnýtslu um- borð á Norrönu Hesum hevur norska fyritøkan boðað frá í tíð- indaskrivi mikudagin. Avtalan ber við sær, at ferðafólk og manning framyvir kunnu vanligar GSM-fartelefonir umborð á ferðamannaskipinum. Hetta verður gjørt umvegis satelitt, og er galdandi fyri tey lond, har norska felagið hevur roaming-avtalur. -jm