fríggjadagur 3. juni 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í 1989 varð avgerð
tikin um at testa
ein Lada Niva í
ekstremu umstøð-
unum í Antarktis.
Bilurin, ið bleiv
fyrsta flutningstól
á hjólum í Ant-
arktis, royndist so
væl at hann nú
verður settur á eitt
savn í Ruslandi
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eftir at bilurin varð test-
aður við sera góðum
royndum, varð hann í
1990, eftir at hann
hevði verið gjøgnum
nakrar tekniskar broyt-
ingar, sendur av russisku
Polar-støðini sum fyrsta
flutningstól á hjólum í
Antarktis.
Bilurin
varð
nógv
brúktur
av
vísunda-
monnum. Í temperaturi
millum -54 til +4 stig
flutti bilurin ymiskan
farm har ímillum vís-
indaliga
útgerð
og
tryggjaði
sambandið
millum tær nærliggjandi
polarstøðirnar, eisini við
læknahjálp.
Tey fylgjandi árini
komu fleiri aðrir bilar,
bæði lastbilar og bilar til
fólkaflutning til Ant-
arktis, men Lada Niva
bilurin kláraði seg eins
væl og teir.
Nú er so avgerð tikin
um at seta bilin á eitt
savn í Russlandi.
Lada Niva
í Antarktis
Alt fleiri bilar koma
nú á marknaðin við
RFT-dekkum, (Run
Flat Tyre), sum eru
gjørd til at kunna
koyra eitt strekki upp
á minst 80 kilomet-
rar við 80km/t uttan
luft. Hesi dekk skulu
einans nýtast til bilar,
sum eru góðkendir til
RFT-dekk
DEKK
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Fleiri dekkverksmiðjur lýsa
við RFT-dekkum, sum um
at tey kunnu brúkast til all-
ar bilar.
Goodyear hava í hesum
døgum stórar sjónvarpslýs-
ingar við nýggja RFT-dekk-
inum RunOnFlat. Sam-
stundis vísa teir á, at hesi
dekk kunnu setast á flest
allar vanligar felgur, men at
tey einans skulu nýtast til
bilar, sum eru góðkendir til
RunOnFlat-dekk.
Hesir bilar hava eina inn-
bygda elektroniska ávar-
ingarskipan, sum sigur frá
um dekktrýstið fellur. Hetta
fyri at ávara bilføraran um
t.d. at okkurt av dekkunum
missir lufttrýstið, so hann
ikki koyrir við meira ferð
enn 80 km/t.
Vandin liggur í, at um
bilførarin ikki varnast at
dekktrýstið ar fallið, kann
hann koyra við t.d. 200
km/t á einum motorvegi í
longri tíð, og tá kunnu
dekkini blíva rættuliga heit
og lívshættislig.
Hetta er vert at hava í
huga, nú nógvir bileigarar
fyrireika seg til koyring
uttanlands.
RFT-dekkini eru upp-
bygd nakað annarleiðis enn
vanlig dekk, t.d eru dekk-
síðurnar
styrktar
við
gummi, sum kann bera
vektina av bilinum, hóast
øll luftin er likin út. Eisini
eru dekkini gjørd soleiðis,
at tey halda sær á felgunum
undir koyring uttan luft.
RFT-dekk eru nú stand-
ard á nógvum av kendu
bilmerkjunum.
Kelda: Goodyear / Super Dekk
Run Flat Tyre:
Bert til góðkendar bilar
Mazda CX-7
kemur í 2006
Nr. 103 - 3. juni 2005
15
Konseptbilurin
Mazda MX-
Crossport, sum fyrstu
ferð var sýndur fram
á bilaframsýningini í
Detroit í januar 2005,
verður veruleiki í
2006. Navnið verður
CX-7, og bilurin
kemur fyrst á ameri-
kanska marknaðin
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Mazda CX-7 er ein so-
nevndur Crossover, t.v.s. at
bilurin er ein kombinatión
av fleiri ymiskum biltypum
við bæði sportsligum og
SUV
(Sport
Utility
Vehicle) eginleikum.
Í mun til longdina (463
cm) er CX-7 rættuliga
breiður (193 cm), og hædd-
in er 163 cm. Bilurin er
lægri og breiðari enn fleiri
av kappingarneytunum og
við lutfalsliga stórari aksil-
frástøðu (279,5) kemur
hann at liggja væl á veg-
num.
Kabinan er bæði snøgg
og sportslig við góðum
plássi til fýra vaksnar per-
sónar og teirra viðføri.
Í tíðindaskrivi frá Mazda
eru ongar tekniskar upplýs-
ingar, men væntandi verður
talan um ein sportligan
undirvogn og kvikar og
sportsligar motorar.
Ikki er avgjørt enn nær
Mazda CX-7, sum skal
framleiðast í Japan, kemur
á evropeiska marknaðin.
Mazda CX-7 kemur á amerikanska marknaðin í 2006. Bilurin er bæði lægri og breiðari enn
fleiri av kappingarneytunum við lutfalsliga stórari aksilfrástøðu og stórum hjólum