fríggjadagur 3. juni 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 103 - 3. juni 2005
Bagge hevur fyrr kent
til, hvat ein full fløska
kann gera við ein
mann. Tey seinastu 20
árini hevur hann hin-
vegin sæð virðið í
teimum tómu fløsk-
unum. Hann hevur
higartil selt fløskur
fyri 300.000 kr., sum
hann hevur goldið
grundøkið fyri. Í hesi
vikuni kann hann
flyta inn í egin sethús
í Guttormsgøtu í
Havn. – Tað følist so
óveruligt, sigur ein
ikki sørt errin Bagge
HAVNARMYND
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Havn: - Eg eri ein orginal!
Skal ein lýsa Bagge, so er
helst best at lata hann
sjálvan gera tað við egnum
orðum:
- Jú, eg eri orginal. Eing-
in ivi um tað, og eg havi
heldur einki ímóti at vera
orginal. Tað havi eg verið
heilt frá barnsbeini, sigur
hann.
Bagge sigur seg vera
millum teir fyrstu, sum
høvdu langt hár. Hann hev-
ur eisini gingið uttan eitt
einasta hár á høvdinum.
Hann hevur gingið í knall-
reyðum buksum, og hann
var millum tey fyrstu sum
regluliga runnu kondi.
- Nú er alt hetta ikki so
óvanligt longur. Tí nú gera
øll tað sama, sigur Bagge.
Tað er kortini sum orgin-
alur, at Bagge fyri eini 15
árum síðani setti sær eitt
stórt mál fyri: Eg vil eiga
míni egnu hús.
Í hesi vikuni er hetta
málið vorðið til veruleika!
Eingin superman
Hugsanin um ein dag at
kunna flyta inn í egin hús
hevur bara ment seg dag
fyri dag, ár fyri ár.
Ikki tí, - arbeiðið hevði
hann einki, og livdi tískil
bara av avlamishjálpini og
teimum tómu fløskunum,
hann savnaði saman. Hann
veit, hvørjar fylgjur inni-
haldið í teimum fullu fløsk-
unum kann hava, men hann
veit eisini, hvat virði er í
teimum tómu fløskunum.
Við hesum báðum fígg-
ingarmøguleikum, avlamis-
hjálpini og úrtøkuni frá
fløskunum, byrjaði hann
fyrireikingarnar
til
–
kanska lívsverk sítt - hesi
sethúsini, sum hann í hesi
vikuni flytir inn í.
- Eg vildi simpelthen
prógva yvir fyri mær
sjálvum, at hetta kundi bera
til. Ja, eg setti mær hetta
sum mál, tí nú vildi eg
gjarna gera nakað fyri
samfelagið.
- Men lat meg so siga
beinanvegin, at eg, Bagge,
ikki eri nakar superman. Eg
vil tó fegin at onnur skulu
vita, at eg havi ongatíð mist
mótið, hóast nógva mót-
gongd. Eg havi altíð havt
áræði og eg havi altíð nokt-
að at geva upp. Eg vil eisini
vísa øðrum, at tað ber til,
um ein trýr uppá tað.
- Og úrslitið av øllum
hesum – tað síggja tit her,
sigur Bagge, sum errin
vísir okkum runt inni í
nýggja heimi sínum.
Klók orð frá Kennedy
At Bagge nú kann flyta inn
í egin hús er fyrst og fremst
av eini einstakari orsøk:
Hann óttaðist fyri at verða
koyrdur út á gøtuna frá
leigarum sínum.
Hann
hevur
búð
í
mongum íbúðum, harav tey
seinastu sjey í eini íbúð í
Lynggøtu í Havn. Nú kann
hann fattur, og við høvd-
inum høgt flyta inn í egin
hús í Guttormsgøtu.
- Eg eri sjúkur av neur-
osu, men eg vildi fegin
koma burtur úr tí. Tí var
neyðugt hjá mær at gera
okkurt sjálvur. Eg mátti
simpelthen
taka
meg
sjálvan í nakkan og handla.
- Eg vildi gera nakað
sjálvur. Einki við at fáa
onnur at gera alt fyri meg,
sigur hann.
Í sama viðfangi siterar
hann ein av monnunum í
heimssøguni, sum hann há-
virðir – fyrrverandi amerik-
anska forsetan, John F.
Kennedy, sum jú bað fólk
um ikki at spyrja eftir, hvat
landið kundi gera fyri tey,
men hvat tey kundu gera
fyri landið.
- Hetta eru sera klók og
sera sonn orð, sigur Bagge.
Hann veit tó, at hesi orðini
kunnu ljóða sum ein mót-
søgn yvir hansara lív, tí
hann jú fær hjálp frá tí
almenna.
Men hetta hevur kortini
ikki tikið dirvið og áræðið
frá honum til at fremja
hugskotið um síni egnu hús.
Fløskurnar fíggja alt
Skal ein tosa um starv
ella størv hjá Bagge, so er
tann søgan ikki so long:
Hann arbeiddi m.a. eitt
skifti á Tunnuvirkinum í
Havn, eins og hann hevur
verið læraravikarur í t.d.
Hvannasundi og í Elduvík.
Síðani
miðskeiðis
í
sjeytiárunum hevur hann
kortini ikki havt nakað fast
arbeiði. Hann fekk tá játtað
sosialhjálp og seinni avla-
mishjálp. Tað er henda
hjálpin, sum er annar av
fíggjarligu grundstuðlum
hansara í dag.
Tað var í byrjanini av
80’unum at hann av álvara
byrjaði at savna fløskur í
Havn – eitt virksemi, sum
hevur verið við til at gera
hann til eina eyðkenda
havnarmynd.
- Eg byrjaði at savna
fløskur, tí eg ynskti at klára
meg sjálvan fíggjarliga. Í
dag kann eg tí siga, at
fløskurnar hava sera stóran
týdning fyri meg.
- Og tað er ikki fyri at
reypa, - men eg havi ikki
keypt eitt einasta plagg og
eg havi heldur ikki etið eina
einastu máltíð við pengum,
sum onnur hava goldið í
Á Norðasta Horni:
Við ýlandi ferð fara bilar-
nir strúkandi framvið hes-
um manninum, sum gong-
ur í niðaru síðu á vegnum.
Onkur heldur seg bera
kenslu á hann, meðan
onnur undrast á, hvat
hesin maðurin so ofta ger
harúti á leiðini.
Hann er lættur at kenna
aftur: Lágur á vøkstri, í
cowboy-jakka og buksum
og uttan nakað á høvdinum.
Tað sum kortini ger
henda mannin øðrvísi enn
aðrar menn er at hann altíð
– ikki bara av og á – men
ALTÍÐ hevur tveir plas-
tikkposar í hondini. Í dag
ein gulan og ein hvítan.
Maðurin gongur við
nógvari ferð, steðgar á við-
hvørt, gongur so nøkur fet
aftrat, boyggir seg niður,
tekur ein glaskendan lut
upp og koyrir hann í posan.
Hann gongur víðari,
steðgar á eina ferð enn,
hyggur niður fyri seg,
boyggir seg niður, tekur
enn ein slíkan lut upp og
ristir
við
høvdinum.
Hesaferð var eydnan ikki
við honum: Henda fløsk-
an var brotin.
Longur heimi, nærhend-
is Krossinum sæst, at nú
er byrðan vorðin tyngri.
Tann guli posin er á
tremur við fløskum, og
lítið vantar í, til hin hvíti
posin eisini er fullur.
Tá knappliga sær hann
fleiri fløskur liggja á ein-
um og sama staði. Hann
skundar sær hagar, tekur
tær upp, og trýstir ta sein-
astu fløskuna niður í pos-
an. Tú sær eitt bros fara
um varrarnar, tí nú er
gerningurin lokin.
Við ferð sært tú hann nú
taka báðar posarnar í hond,
og leggja leiðina oman
móti
sølustaðnum
hjá
Føroya Bjór í Akranesgøtu.
Har verður hann væl
móttikin av einum av
starvsfólkunum.
- Hey, Janus. Nú eri eg
aftur, sigur Bagge, og
byrjar at tøma fløskurnar
á borðið.
- Hey, Bagge. Tú ert
óførur. Aftur í dag hevur
tú gjørt kvetti, sigur Janus
Nicolajsen.
Teir báðir kennast væl
frá diskinum í Føroya
Bjór. Hetta er ikki fyrstu
ferð at Bagge er komin
har við fløskum. Og held-
ur ikki tann seinasta.
Janus telur fløskurnar og
faldar talið við 1,25 kr. og
fer í kassan eftir pening-
inum. Bagge fær pen-
ingin í hondina. Hann
telur errin peningin eina-
ferð aftrat, og so eru ør-
indi hansara liðug í dag.
Ein einstøk fløska kastar
kanska ikki so nógv av
sær. Men tá tær gerast
nógvar og uppaftur fleiri,
so kann tað skjótt blíva til
okkurt.
Eitt grundøki, til dømis!
- Eg havi ein 6. sa
Hann gongur so trúliga á vegnum til Norðasta Horn. Hetta er eitt gott mið til tómar fløskur, tí
tann eina dagin í vikuni gjørdist úrtøkan ikki minni enn 60 kr. bert á hesum vegastrekkinum
Mynd: Jens Kr. Vang